mikudagur 31. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 211 - 31. oktober 2007
Hvannasunds
kommuna er væl fyri
fíggjarliga, og átti tí
at verið áhugaverd at
leggja saman við hjá
øðrum kommunum.
– Vit royna at hava
góð viðurskifti við
grannakommunurnar,
sigur borgarstjórin,
Júst Poulsen.
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hvannasund: - Vit hava
nógvar ætlanir í framtíðini,
sigur borgarstjórin.
Fyri bygdaráðið er tað av
stórum týdningi, at fólkið
skal trívast her. Helst skuldi
Hvannasunds
kommuna
eisini verðið eitt gott stað at
búleikast í, bæði hjá børn-
um, ungum og vaksnum.
Eitt tað størsta arbeiðið í
hesum sambandi man vera
útbyggingin av skúlanum á
Fossánesi.
- Hetta er ein skilagóð
íløga. Vit mugu hava ein
góðan skúla, og haraftrat
gera alt fyri at skapa góðar
umstøður til barnafamiljur-
nar, sigur borgarstjórin.
Óhugsandi er ikki, at
aðrar kommunur vildu lagt
saman við eini kommunu,
sum er “attraktiv” í so máta,
tí hon er væl fyri fíggjarliga
og haraftrat eigur pening á
bók.
Spurningurin til borgar-
stjóran er tí, um tey merkja
nakað til hetta í tí dagliga
arbeiðinum við kommun-
uni.
Hann svarar ikki beinleið-
is uppá spurningin, men sig-
ur diplomatiskt:
- Vit royna bara at koyra
okkara kommunu, og so
hava góð viðurskifti við
hinar kommunurnar. Tað er
ikki meiri enn tað, sigur
Júst Poulsen.
Væl fyri
Í Hvannasunds kommunu
búgva í dag 439 fólk, og
hevur fólkatalið ligið í hesi
leguni tey seinnu árini.
Her býr eisini fólk, sum
eru í ymiskum vinnum. Og
umvegis skattin fær komm-
unan árliga inn einar 10
mió krónur.
Fíggjarætlanin javnvigar
í ár við omanfyri 14 mió
krónum, harav íløgur og
rakstur standa fyri helvtini.
- Eg tori ikki at siga nak-
að um fíggjarætlanina fyri
komandi ár beint nú. Men
hon verður helst á sama
støði sum tann í ár, sigur
Júst Poulsen við Sosialin.
Hann leggur dent á, at
Hvannasunds kommuna er
væl fyri fíggjarliga.
Skyldar einki
Í løtuni er støðan hon, at
kommunan eigur einar 4
mió krónur standandi á
bók.
Hetta svarar nøkulunda
til eina álíkning. Í aðrar mát-
ar er kommunan hampiliga
væl fyri fíggjarliga, tí
kommunan
nærum
ikki
skyldar nøkrum nakað.
Skattaprosentið í ár er
sett til 20,1 og barnafrádrátt-
urin 3.500 kr.
- Jú, eg haldi, at kommun-
an er hampiliga væl fyri,
staðfestir borgarstjórin.
Kommunan væl fyri
Ætlanir í
Hvanna
sundi
Nógv virksemi er í
kommununi í løtuni og
onnur arbeiði fara eftir
ætlan í gongd í fram-
tíðini.
Kirkjugarðurin hevur
verið undir útbygging
tey seinastu 2-3 árini.
Her hevur kommunan á
hvørjum ári sett pening
av til hetta – í ár 35.000
til rakstur og 300.000 til
íløgur.
Eitt gamalt mál er at
gera eitt renovasjónspláss
í bygdini. Hugsað hevur
verið um ymisk støð, og
nú er farið undir at gera
hetta
norðanfyri
byrgingina.
Reinsiverkið varð sett
til í summar, soleiðis at
borgararnir
fáa
reint
vatn.
Herfyri keypti komm-
unan eisini eitt grundøki
til barnagarð. Kommunan
hevur eina dagrøkt og
eina spælistovu, men
einaferð
í
framtíðini
sleppa børnini í komm-
ununi uttan iva í ein
veruligan dagstovn.
At enda má nevnast, at
skúlin á Fossánesi í
løtuni
verður
bæði
umbygdur og útbygdur
munandi. Hetta arbeiðið
fer at kosta millum 6 og
7 mió krónur.
- Vit royna at hava góð viðurskifti við hinar kommunurnar í økinum, sigur Júst Poulsen, borgarstjóri í Hvannasundi
Mynd: Høgni Thomsen
Minningarhald í Klaksvík
Minningarhald teirra sjólátnu verður í Klaksvík við minnis-
varðan í Vágstúni í morgin 1. november kl 15.30. Tað verður
Poul Færø, trúboðari, sum flytir fram røðu. Steinbjørn O.
Jacobsen, borgarstjóri býður vælkomin, Suð fer at syngja
Himnafaðir vár vit biðja. Eisini verður felagssangur, Jesus hitt
einasta, sungin. Steinbjørn Jacobsen, Bjørn Kalso, Ólavur
Poulsen, Jóhan Andrias Reyðberg og Hanna Isaksen fara at
leggja kransar. Síðani ferð Suðu aftur at sygnja, hesaferð Er
Gud við mær, og at henda verður felagssangur sungin, Jesus til
várt sálargagn.
Børnini í Hvannasunds kommunu fáa um stutta tíð betri skúlaumstøður
Mynd: Høgni Thomsen
”
Vit mugu hava
ein góðan skúla,
og haraftrat gera
alt fyri at skapa
góðar umstøð-
ur til barna-
familjurnar
(Júst Poulsen,
borgarstjóri)