mikudagur 31. oktober 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 211 - 31. oktober 2007
Átta av ellivu lærar
um í Heilsuskúlanum
í Suðuroy hava sjúkra
meldað seg orsakað
av stress. Eingin av
lærarunum torir at
standa alment fram,
men bæði rektari og
fakfeløg staðfesta at
tvær útbúgvingar
eru í ferð við at
detta niðurfyri. Men
Mentamálaráðið
hevur higartil valt
at halda hond yvir
deildarleiðaran
ÚtbÚgving
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Málið skal loysast beint nú,
um eina viku eru Føroyar
tvær útbúgvingar fátækari.
So hart og kontant lýsir for
kvinnan í Heilsuhjálparafe
lag Føroya støðuna í Heilsu
skúlanum í Suðuroy. Men
hon hevur einki álit á, at
Mentamálaráðið er ført fyri
at loysa trupulleikan, tí tey
hava kent til støðuna í eitt
ár og einki gjørt.
Tað einasta vit hava fing
ið frá Mentamálaráðnum er
ein slutur fyri ein slatur, sig
ur forkvinnan í Heilsuhjálp
arafelagnum, Ása Olsen.
Fyrr í ár kærdu lærarar á
Heilsuskúlanum í Suðuroy
um deildarleiðaran, Su
sonnu Høgh Olesen, til rekt
aran á Sjúkrarøktarfrøðiskú
lanum. Hon valdi at suspen
dera deildarleiðaran í tveir
mánaðir, men henda avgerð
varð ógildað av Mentamála
ráðnum, tí tað var ein ov
drastisk
avleiðing,
varð
sagt. Dimmalætting við
gjørdi málið, og niðurstøðan
var, at skilagóði leiðarin
stríddist við nøkur hysterisk
starvsfólk.
Men støðan er ikki batn
að. Í dag eru omanfyri
tveir triðingar av lærarunum
sjúkrameldaðir, og næming
ar vita ikki, hvussu tað verð
ur við royndunum, í febru
ar. Sosialurin hevur roynt at
fingið
viðmerking
frá
sjúkrameldaðu lærarunum,
men teir, sum vit hava fing
ið orðið á, tykjast beinleiðis
bangnir fyri avleiðingunum,
um teir standa alment
fram.
»Eg veit, at leiðarin fer at
brúka tað ímóti mær aftur«
og »bara við at snakka við
teg, fer hjarta upp at duka«
vóru nøkur av svarunum,
sum vit fingu. Lærararnir,
sum vit tosaðu við, høvdu
tó einki ímóti, at málið
verður viðgjørt í miðlunum,
tí sum ein segði, »hetta má
fáa ein enda«.
Rektari í bíðistøðu
Heilsuskúlin í Suðuroy er
partur av Sjúkrarøktarfrøði
skúla Føroya. Men rektarin
á Sjúkrarøktarfrøðiskúlan
um sigur, at ábyrgdin fyri
útbúgvingarstøðinum
og
trivnaðinum
liggur
hjá
deildarleiðaranum, Susannu
Høgh Olesen.
Tað er deildarleiðarin
har suðuri, sum hevur
ábyrgdina á økinum, og hon
má sjálv svara fyri støðuni,
sigur Súsanna Mortensen.
Hon sigur, at hon royndi at
gera sítt, tá hon sendi leið
aran til hús í tveir mánaðir,
men tann avgerðin var
ógildað av Mentamálarráð
num. Síðani hevur deildar
leiðarin fingið coaching og
skeið fyri betur at vera før
fyri at loysa samstarvs
trupulleikar.
Tað er greitt, at vit ikki
standa á síðulinjuni í so
langa tíð, at tað gongur út
yvir næmingarnar og roynd
irnar, men í løtuni hevur
Susanna
Høgh
Olesen
ábyrgdina, og tað er upp til
hennara at finna eina loysn,
staðfestir rektarin á Sjúkrar
øktarfrøðiskúlanum,
Sú
sanna Mortensen, sum ikki
vil siga meira um málið.
Fakfelagið uppií
Forkvinnan í Almanna og
heilsurøktarfelagnum, Jó
hanna Køtlum, sigur at
felagið kennir til trupulleik
an, og at tey arbeiða við at
finna eina loysn. Men hon
vil ikki útdýpa, hvat ítøki
liga verður gjørt.
– Vit hava limir, sum eru
næmingar á skúlanum, og
sjálvandi kunnu vit ikki
góðtaka, at næmingarnir
ikki fáa nøktandi undirvís
ing. Í februar skulu næm
ingar enda útbúgvingina
sum heilsurøktarfrøðingar,
og hesi skulu bæði ígjøgnum
skrivligar uppgávur, verk
ætlanir og royndir, men allir
lærararnir innan sjúkrarøkt
eru sjúkrameldaðir, greiðir
Jóhanna Køtlum frá.
Í løtuni eru hesir sjúkra
røktarnæmingar í starvs
venjing, men eisini í starvs
venjingartíðini hava tey
brúk fyri kontaktlærarum,
ið sum kunnugt eru sjúkra
meldaðir.
Spurd, hvussu leingi fe
lagið kann góðtaka støð
una, sigur Jóhanna Køtlum,
at støðan kann ikki góðtak
ast, felagið arbeiðir við mál
inum, og hon vónar, at
trupulleikin verður loystur
innan alt ov langa tíð.
Sjálv hevur leiðarin á
skúlanum, Susanne Høgh
Olesen, onga viðmerking
til málið. Tá Sosialurin
ringdi og spurdi, hvat um
hon helt um støðuna, nú all
irsjúkrarøktarlærararnir
á
Heilsuskúlanum eru rýmdir
til hús, var einasta svarið:
Eg veit einki, og eg sigi
einki.
Mentamálaráðið
megnar ikki uppgávuna
Heilsuhjálparafelagið er tað
fakfelagið, sum hevur flest
næmingar í skúlanum. For
kvinnan í felagnum, Ása
Olsen, lýsir støðuna sum
ein ræðuligan trupulleika,
sum Mentamálaráðið eftir
øllum at døma ikki er ført
fyri at loysa.
– Tvey heilsuhjálparahold
ganga í skúlanum, og tey
skulu út í endaliga starvs
venjing í januar. Men tær
seinastu tríggjar vikurnar
hava tær fingið undirvísing
í enskum, donskum og før
oyskum.
Einastu lærararnir á skúl
anum eru tveir fólkaskúla
lærarar og leiðarin sjálv.
– Tað sigur seg sjálvt, at
hetta gongur slett ikki. Stríð
ið hevur vart eitt heilt ár, og
Mentamálaráðið hevur ikki
gripið inn enn. Tí kunnu vit
ikki siga annað enn, at
Mentamálaráðið ikki er í
stand til at loysa málið,
sigur Ása Olsen, forkvinna
í Heilsuhjálparafelagnum.
Vit løgdu rygg til at fáa
útbúgvingar út um landið,
og tí harmar tað okkum al
mikið, at útbúgvingarnar
nú fara í knús, uttan at
Mentamálaráðið ger nakað,
sigur Ása Olsen.
Heilsuhjálparfelagið hev
ur havt fund við Mentamála
ráðið og eisini havt samband
ígjøgnum telefon. Tey hava
handað ráðnum skrivliga
klagu frá næmingum, men
kortini er einki hent.
– Tað einasta vit fáa frá
Mentamálaráðnum er ein
slutur fyri ein slatur. Tey
vísa bara til rektaran, men
rektarin hevur ikki heimild
at grípa inn. Og tá hon
royndi at gera okkurt við
málið, varð avgerð hennar
ógildað av Mentamálaráð
num, staðfestir Ása Olsen.
Næmingar kroystir
Ása Olsen leggur dent á, at
hon ikki vil fara inn í sjálvt
stríðið, tí tað hevur ikki nak
að við hennara fakfelag at
gera, men tað ræðuliga er,
at
næmingar
liggja
í
klemmu og tvær heilar út
búgvingar eru við at fara í
sor.
– Vit hava fingið telefax
frá einum heilum flokki av
næmingum so seint sum í
gjár. Klassin vísir sína
ónøgd við undirvísingina.
Men tað virkar sum tora tey
ikki at fara til leiðara sjálv
an, og tað er sjálvandi
álvarsligt í sær sjálvum.
Næmingarnir fáa einki
gjørt, tær mugu bara finna
seg í støðuni, og tað einasta
tær hava fingið at vita, er at
tær fáa neyðugu undirvís
ingina.
– Men tað er sjálvandi
heilt burturvið, tí enskt,
danskt og føroysk undirvís
ing er ikki nokk undirvísing
fyri heilsuhjálparar. Fleiri
umhugsa at gevast, og eg
má siga, at skulu útbúgving
arnar bjargast, skal tað vera
beint nú. Um eina viku er
ov seint, sigur Ása Olsen,
forkvinna í Heilsuhjálpara
felag Føroya.
Nýggjan biskup
Í gjár fingu katolikkarnir í Íslandi nýggjan biskup. Hann eitur
Pierre Bücher, og tað er sjálvur Benedikt pávi, sum hevur tilnevnt
hann. Nýggi biskupurin er føddur í Sveis í 1945 og gjørdist
prestur í 1971. Hann arbeiddi sum prestur í Sveis, til hann gjørdist
leiðari á einum guðfrøðiskúla í 1990. Í 1994 varð hann vígdur
biskupur í Freiburg, og síðani 2004 hevur hann arbeitt í
Vatikaninum í Rom. 15. desember verður hann innsettur í
Reykjavík.
Skulu hava somu nevnd
Tríggir limir í donskgrønlendsku sjálvsstýrisnevndini, Kupik Kleist,
Christian Mejdahl og Frank Jensen, stilla ikki upp til fólkatingsvalið
tann 13. november. Tann vanliga avleiðingin skuldi verið, at nevndin
fær tríggjar nýggjar limir, men tað halda hinir limirnir vera óheppið, tí
tað fer at darva arbeiðinum. Tí er uppskot um at lata teir tríggjar halda
fram í nevndini, og hesum taka Anders Fogh Rasmussen og Hans
Enoksen undir við.
Heilsuskúli liggur í skeljasori
Súsanna Mortensen,
rektari á Sjúkrarøktar
frøðiskúlanum, sum
hevur Heilsuskúlan undir
sær, sigur, at tað er púra
greitt, at ábyrgdin fyri
bæði útbúgvingarstøði
og trivna liggur hjá
deildarleiðaranum,
Susannu Høgh Olesen
Jóhanna Køtlum,
forkvinna í
Almanna og
heilsurøktarfelagnum,
sigur, at støðan í
Suðuroy kann ikki
góðtakast, og felagið
arbeiðir við málinum
Eg má siga, at skulu
útbúgvingarnar
bjargast, skal tað vera
beint nú. Um eina
viku er ov seint, sigur
Ása Olsen, forkvinna
í Heilsuhjálparafelag
Føroya
Fyrr í ár valdi rektarin á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum eftir fleiri kærur at suspendera deildarleiðaran í tveir
mánaðar , men henda avgerð varð ógildað av Mentamálaráðnum. Í dag er støðan ikki vorðin betri. Fleri
enn tveir triðingar av lærarunum eru sjúkrameldaðir, og fakfeløg óttast, at skúlin longu er farin í sor