mikudagur 31. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 211 - 31. oktober 2007
Stutt Sagt
Kostar at
fregnast
Tað kostaði amerikanska
ríkiskassanum 43,5 mia.
dollarar ella 225 mia.
krónur at reka CIA og
hinar fregnartænasturnar í
fjør. Hetta er heldur ikki
alt, tí sambært Washington
Post umfatar talið ikki
útreiðslurnar til ta hernað
arligu fregnartænastuna,
og tað kostaði einar 30
mia. krónur at reka hana í
fjør, skrivar blaðið. Til
sammetingar kann nevn
ast, at fyri tíggju árum síð
ani segði táverandi stjórin
í CIA, Geroge Tenet, at í
1997 kostaði tað knappar
140 mia. krónur at reka
allar
tær
amerikonsku
fregnartænasturnar.
Kanna for-
tíðina
Í Týsklandi skipar løgregl
an í hesum døgum fyri
nøkrum
fundum,
sum
skulu greina fortíðina hjá
løgregluni og serstakliga
vesturtýsku samveldisløg
regluni BKA, sum bleiv
stovnað aftan á seinna
heimsbardaga. Í seinastuni
hava týsk bløð prentað
greinar, sum hava avdúk
að, at fleiri leiðandi menn
í BKA høvdu verið virknir
í SS og Gestapo framman
undan. Eitt nú høvdu 33
deildarleiðarar
í
BKA
verið í SS. Ein teirra var
Paul Dickopf, sum var
ovasti í BKA frá 1965 til
1971 og valdur til formann
í Interpol í 1968.
Kreppa í
Nigeria
Eftir áhaldandi trýst í
fleiri vikur hevur formað
urin í tjóðártinginum í
Nigeria, Patricia Etteh,
slakað og lagt frá sær.
Millum annað er hon løgd
undir at hava brotið van
liga mannagongd í sam
bandi við, at nakrir bústað
ir hjá embætismonnum
eru settir í stand fyri einar
25 mió. krónur. Skuldset
ingin er óheppin, tí Umaru
Yar’Adua hevur sett sær
sum mál at beina burtur
alla korrupsjón í Nigeria.
Hann hevur kortini ikki
lagt seg út í stríðið millum
tingið og tingformannin.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Hetta er púra burturvið. Hetta er tíðarspilla, og
eg skuldi verið fríkendur fyri langari tíð síðani
(Peter Brixtofte)
útlond
Myndugleikarnir
halda, at dálking kann
vera orsøkin
Hagtøl hjá kinesisku heilsu
myndugleikunum vísa, at
seks prosent av øllum nýføð
ingum hava eitt ella annað
likamligt brek. Eitt nú hava
børn fleiri enn tíggju fingrar
ella fleiri enn tíggju tær.
Hagtølini vísa, at talið á
kinesiskum børnum, sum
koma í heimin við einum
ella
øðrum
likamligum
breki, er vaksið 40 prosent
síðani 2001. Ein orsøk til
tann stóra vøksturin er
sambært myndugleikunum,
at hagtalsskipanin er batnað
munandi tey seinastu árini,
og at foreldur eru vorðin
raskari at boða heilsu
myndugleikunum frá, um
tey fáa barn við breki.
Men Kina er millum tey
mest dálkaðu samfeløgini í
heiminum, og tann stóri
búskaparligi framburðurin
tey seinnu árini hevur avleið
ingar við sær. Harafturat
hava myndugleikarnir ikki
lagt nóg stóran dent á, at
tað er neyðugt at verja
umhvørvið. Kolið er fram
vegis tann týdningarmesta
orkukeldan í Kina, og fleiri
nýggj kolorkuverk eru tikin
í brúk tey seinastu árini.
Tað krevur, at námsvinnan
verður útbygd, og í økjum
við
kolanámsvinnu
eru
jørðin og áirnar illa dálkað.
Tað er eisini í hesum økjun
um, at tey flestu børnini við
likamligum
breki
verða
fødd, siga heilsumyndug
leikarnir.
Ein uppgerð hjá ST sigur,
at 16 av 20 teimum mest
dálkaðu býunum í heim
inum eru í Kina, og ein
kinesisk kanning fyrr í ár
vísti, at bara 38 prosent av
teimum 585 býunum í land
inum lúka altjóða krøv um
reina luft.
Nógv vanskapt børn í Kina
Taiyuan í Shanxi-landspartinum er ein av teimum illa dálkaðu kinesisku býunum
Verkfrøðingar hjá
amerikanska herinum
siga, at eitt lítið óhapp
kann fáa byrgingina
við irakska býin
Mosul at bresta, og
tað fer at krevja fleiri
hundraðtúsund
mannalív
Útrokningarnar hjá amerik
onsku
verkfrøðingunum
siga, at brestur byrgingin,
fer ein 20 metrar høg flóð
alda at skola oman yvir
býin Mosul, har 1,7 mió.
fólk búgva.
Amerikanska herleiðslan
heitti longu í vár á iraksku
myndugleikarnar
um
at
tryggja byrgingina við Mos
ul, men sambært einari frá
greiðing, sum blaðið Los
Angeles Times hevur fingið
fatur á, er at kalla einki
gjørt.
Verkfrøðingarnir hjá amer
ikanska
herinum
søgdu
longu fyri einum ári síðani,
at byrgingin við Mosul er
tann vandamesta í heiminum.
Tað hevði við sær, at amer
ikanski herovastin í Irak,
generalurin David Petraeus,
og amerikanski sendiharrin í
Bagdad,
Ryan
Crocker,
sendu Nouri Maliki, forsætis
ráðharra eitt bræv, har teir
gjørdu vart við, hvat kann
henda, um byrgingin við
Mosul brestur.
Í brævinum mettu teir, at
ein tílík vanlukka kann kosta
500.000 mannalív. Sambært
Los Angeles Times stendur
eisini í brævinum, at eitt
óhapp við byrgingini kann
elva til vatnflóð í Tigrisánni
heilt suðuri við Bagdad.
Brestur byrgingin við Mosul, kann tað kosta 500.000 mannalív
(Mynd: US Army)
Heimsins vandamesta byrging
kann bresta