Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 211 - 31. oktober 2007 Atkvøðugreiðsla verður í Norður­ landaráðnum í morgin um uppskotið at gera Føroyar til sjálvstøðugan lim LIMASKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var longu í 2003, at Føryar søktu um sjálvstøð­ ugan limaskap í Norður­ landaráðnum. Og nú kemur hendan umsóknin endiliga til viðgerðar og atkvøðu­ greiðslu. Føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum eru Jógvan við Keldu og Kári P. Højgaard, men hartil hevur Høgni Hoydal eisini atgongd til fundirnar gjøgnum sín status sum eykalimur hjá fólkatingsum­ boðunum. Høgni Hoydal sigur, at tað er óvist, hvørja lagnu føroyska umsóknin fær, men tað hevur kortini stóran týdning, at nøkur umboð atkvøða fyri, sjálvt um vandi er fyri, at uppskotið fellur. ­ Tað, sum hevur týdning, er, at málið ikki bara verður tagt burtur og at enda bara tyrvt. Tað er eitt næstan søguliga samt ting, sum hevur tikið undir við umsóknini, og tí hevði tað verið harmiligt, um málið bara varð tagt burtur, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at tað verður neyðugt at broyta Helsing­ forssáttmálan, sum er tann instansur, ið regulerar alt norðurlendskt samstarv. Og sum er ber ikki Føroyum til at gerast sjálvstøðugur lim­ ur . ­ Eg eri limur í sonevnda vinstra grøna bólkinum í Fólkatinginum, og hann vil atkvøða fyri. Eisini hevur danska delegatiónin vátta, at hon vil atkvøða fyri, tó at tað er eitt sindur óvist, hvussu nógvir limir fara til fundin, nú fólkatingsval er útskrivað. Men gera før­ oysku limirnir í ráðnum sína ávirkan galdandi, skuldi borið til at fingið málið samtykt, sigur Høgni Hoydal. Men alt hetta verður so avgjørt á Norðurlandaráðs­ fundinum í morgin. Listarnir hjá flokk­ unum til fólka­ tingsvalið eru um at vera lidnir. Og eitt av nýggju, kendu nøvnunum er fyrrverandi borgar­ stjórin í Runavík, Rodmundur Nielsen FÓLKATINGSVAL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fríggjadagin klokkan ellivu skjulu listarnir til fólkatings­ valið latast inn – í seinasta lagi. Og hóast tíðin er rætti­ liga knøpp, so eru flokkarnir um at verða komnir undir land við uppstillingum teirra. Sambært formanni Fólkafloksins, Jørgeni Niclasen, verður listin helst endaliga liðugur í dag, og sambært formanninum verða allir ting­ og lands­ stýrismenn floksins við á listanum. Burtursæð frá Anfinn Kallsberg, sum í síðstu viku boðaði frá, at hann ikki fór at stilla upp aftur til fólkatingsvalið. Annika Olsen hevur longu verið frammi í bløð­ unum og bjóða seg fram, og hartil váttar Jørgen Nicla­ sen, at Tummas í Garði verður ein av kandidatunum hjá flokkinum. Fyrr í summar gingu nógvar søgur um, hvar fyrr­ verandi borgarstjórin í Runavík, Rodmund Nielsen, hoyrdi heima polit­ iskt, og seiglívað slatur plaseraði hann í Sambands­ flokkinum. Men nú váttar formaður Fólkafloksins, at Rodmund Nielsen verður at finna á teirra lista til fólkatingsvalið, og hóast tað enn er ov tíðliga at tosa um løgtingsval er tað ógvu­ liga nærliggjandi at hugsa, at hann somuleiðis verður at finna á tí listanum. Javnaður og Tjóðveldi klárt Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum alment hevur verið frammi við einum fullfíggjaðum lista, og teir hava eisini boðað til tíðindafund í morginárini. Eisini Sambandið hevur fleiri nýggj nøvn á listanum, og eitt hitt mest spennandi er kanska Ingvør Nolsøe. Men eisini borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuel­ sen, er eitt nýtt navn á list­ anum. Úr javnaðarflokkinum verður sagt, at tey eisini eru nær við at vera klár at almannakunngerða listan, og at tað eftir øllum at døma verður einaferð seinni í dag. Tá vit tosaðu við floks­ skrivaran í morgun vóru tey kortini ikki klár við nøkrum almennum nøvnum. Tjólveldi fer á eykafloks­ tingi í kvøld endaliga at góðkenna fullfíggjaða list­ an, men fleiri nøvn hava longu verið almannakunn­ gjørd. Sjúrður Skaale hevur verið á listanum áður við góðum úrsliti, og verður við aftur hesaferð. Eitt ann­ að spennandi navn á Tjóð­ veldislistanum er Bjørt Samuelsen, ið kemur frá einum almennum miðli, nakað sum ofta hildnast væl. Sum Sosialurin visti at siga frá fyri tíð síðani, verð­ ur Kári á Rógvi spíss­ kandidatur hjá Sjálvstýrin­ um, men annars eydnaðist tað ikki at fáa orðið á umboð fyri smærru flokk­ arnar, áðrenn evstamark blaðsins. Men einki er at ivast í, at eisini teir eru um at verða lidnir við sínar list­ ar til fólkatingsvalið 13. november. Neyvan størri kvotu Í summar gjørdi íslendska stjórnin av at skarva triðingin burtur av toskakvotuni, og tað er lítið, sum bendir á, at íslendskir fiskimenn kunnu vænta sær størri kvotu aftur í bræði. Morgunblaðið skrivar, at kanningar hjá havrann­ sóknarstovninum hava víst, at toskaárgangurin í ár er slakur og einki frægari enn árgangirnar frá 2004 til í fjør, sum vóru heldur vánaligir. Hetta boðar ikki frá góðum, heldur blaðið, sum ikki væntar kvotuhækking tey fyrstu árini. Rodmundur bekennir lit Rodmund Nielsen hevur bekent lit og verður at finna á listanum hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið Lagnan avgjørd í morgin Høgni Hoydal skal á Norður­ landaráðs­ fund í morgin, har atkvøðast skal um føroysku umsóknina um sjálvstøð­ ugan lima­ skap Khader gjørt svart arbeiði Leiðarin í Ny Alliance, Naser Khader, er farin í hernað móti vikublaðnum Se og Hør og ábyrgdarblaðstjóranum, Henrik Qvortrup. Í eini grein í morgin ákærir vikublaðið Se og Hør Khader fyri at hava fingið gjørt svart arbeiði fyri 80.000 krónur í sambandi við bygging av einum garði og einum portri heima hjá sær sjálvum í Keypmanahavn.