mikudagur 31. oktober 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 211 - 31. oktober 2007
Tjóðveldi klárt í Eysturoy
Í gjárkvøldið hevði Eysturoyar Tjóðveldisfelag 2. og 3. uppstillingarfund til
komandi løgtingsval, sum varð hildin í Eiðis Skúla. Væl av fólki var møtt til
fundar úr allari oynni, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Nevndin boðaði frá, at tey
fimm valevnini, sum høvdu játtað at verða uppstillað á fyrsta
uppstillingarfundi, sum varð hildin í Fuglafirði í juni mánaði, framvegis stóðu
á listanum. Á fundinum í gjárkvøldið vóru trý onnur valevni skotin upp, og tey
játtaðu øll at stilla upp. Endaliga uppstillingin sær soleiðis út: Kristina Berg,
studentaskúlalærari, Fuglafjørður, Olga Biskopstø, cand comm., Syðrugøta,
Tórbjørn Jacobsen, skipari, Glyvrar, Olaf í Garði Joensen, maskinmeistari,
Eiði, Sonni Johansen, stjóri, Strendur, Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri, Leirvík,
Kristbjørg Toftegaard, røktarleiðari, Skála, Petur í Túni, skipari, Toftir.
Næmingar í starvsvenjing
Í hesum døgum er 10. flokkur í Fuglafjarðar
skúla í starvsvenjing. Ein teirra, Bjørg Jarnskor
er á Sosialinum og hevur hon hitt nakrar av
floksfelagum sínum, sum starvast ymsastaðni
í Havn
Marita á Lakjuni og Hel
ena Midjord eru á Leirlist
Hví valdu tit hetta arbeiðs
plássið?
Tað ljóðaði áhugavert,
og vit tíma væl at fáast við
sovorðið, leir og annað. Og
vit vistu at vit ikki fóru at
keða okkum.
Hvat gera tit til dagligt á
arbeiðsplássinum?
Vit hava verið nógv á
háskúlanum og arbeitt við
glas, gjørt smúkkur og
annað tílíkt. Hetta er sera
spennandi at arbeiða við.
Kundu tit hugsað tykkum
at arbeitt við hesum í
framtíðini?
Nei, vit halda at hetta er
meira eitt frítíðarítriv, men
tað er ógvuliga spennandi
og avslappandi.
Halda tit at tað er
stuttligt?
Ja, ógvuliga stuttligt og
áhugavert.
Jóngerð Skoradal
er á Akkuleya
Hví valdi tú hetta
arbeiðsplássið?
Mær dámar væl
at arbeiða við
blómum. Tað er
sera áhugavert og
mær dámar eisini
væl at vera
kreativ.
Hvat hevur tú
gjørt í dag?
Í dag eri eg
akkurát møtt, so
tað er ikki hent
so nógv.
Hvat gert tú
til dagligt á
arbeiðs
plássinum?
Vit gera blómutyssi, og
vit koyra tær til dømis til
jarðarferðir, brúdleyp og
annað. Vit fáa nógv sløg av
blómum sum eru sera
spennandi.
Kundi tú hugsað tær at
gjørt hetta arbeiði í
framtíðini?
Ja, møguliga. Tí tað er
stuttligt at vera her, og at
fáast við blómur. Fólkini
eru sera fitt at arbeiða
saman við.
Dámar væl at vera kreativ
Helena Kannuberg er hjá
Sonju Design
Hví hevur tú valt hetta
arbeiðsplássið?
Tí at mær dámar væl at
seyma og eg vildi vita
hvussu eitt sovorðið arbeiði
gekk fyri seg. Mær dámar
eisini væl at vera kreativ.
Hvat gert tú til dagligt á
arbeiðsplássinum?
Vit seyma fyri tað mesta,
og selja tað í handlinum. Eg
havi seymað blusur meðan
eg havi verið her. Eisini
kann man nýta tíðina til at
seyma sær sjálvum okkurt
lekkurt.
Kundi tú hugsað tær at
gjørt hetta arbeiði í
framtíðini?
Ja, møguliga. Tí í dag
eru tað so nógvar møguleik
ar at fara til, men hetta er
ein góður møguleiki. Tað
er sera áhugavert at arbeiða
við hesum.
Seymi fyri tað mesta
Áhugavert at arbeiða við leiri
Hví valdi tú hetta arbeiðs
plássið?
Tí eg vildi vera onku
staðni har nógv fólk eru.
So tonkti eg uppá SMS og
eg helt at tað ljóðaði spenn
andi at roynandi Gelluna.
Hvat hevur tú gjørt í
dag?
Eg havi lagt klæðir
uppá pláss, staðið við
kassan og hjálpt kundum.
Annars hendir ikki so
mangt her.
Kundi tú hugsað tær at
gjørt hetta arbeiði í
framtíðini?
Nei, tí at mær dámar
væl at vera í gongd alla
tíðina, men her er ov lítið
at gera.
Er tað stuttligt at vera í
Gelluni?
Ja, tað er fínasta slag,
men tað hendir ikki so
nógv.
Ikki so nógv at gera
Lena
Bærentsen
er í Gelluni
Útisetar atkvøða til
løgtingsval
Sjálvt um Fólkatingsvalið stendur fyrst fyri durum, so er
Altjóða Skrivstovan, ASK, farin í gongd við at fyrireika
løgtingsvalið fyri útisetar, sum eins og tær seinastu
ferðirnar hava kunnað atkvøtt til løgtingsvalið. ASK heitir
á øll lesandi um at skráseta seg og greiða atkvøðu. Sein
asta freist at skráseta seg, er tríggjar vikur áðrenn valið.
Hetta skal gerast hjá tí heimkommununi, ella haðani
útisetin flutti frá úr Føroyum. Um ikki nýval kemur
áðrenn, er freistin at koma upp á listan 30. desember.
Venjing
Bjørg Jarnskor
starvspraktikantur