Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 211 - 31. oktober 2007 Eftir at hava siglt í 10 ár sum yvir­ mað­ur í danska handilsflotanum, søkti Max Degn í Haraldsstovu um deildarleið­arastarv hjá Sjóbjargingarstøð­­ ini MRCC Tórshavn og Tórshavnar Radio. – Skuldi eg søkja um starv uppi á landi, skuldi tað­ lukta av saltvatni, sigur hann Starv Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tann 24. september byrjaði Max Degn í Haraldsstovu í starvi sum deildarleiðari fyri Sjóbjargingarstøðini MRCC Tórshavn og Tórs­ havnar Radio. Fleiri umsøkjarar vóru til starvið, ið varð lýst leyst í mai mánaða í ár. ­ Tá eg meira av tilvild sá lýsingina um leysa starvið, sigldi eg sum yvirstýrimaður við bingjuskipum hjá A.P. Møller. Eg eri 41 ára gamal og helt, at skuldi eg søkja eitt starv uppi á landi, skuldi tað vera nú. Ikki tí; mær dámdi ógvuliga væl at sigla hjá A.P. Møller, har eg annars havi siglt sum yvir­ maður seinastu 10 árini. Luktaði saltvatn Max heldur, at um hann skuldi fara upp á land at arbeiða, so skuldi starvið helst hava okkurt við sjógv­ in at gera. ­ Eg helt, at starvslýsingin um deildarleiðarastarvið sá ógvuliga spennandi út – og hon ”luktaði” av saltvatni, sum hann tekur til. Hann ásannar kortini, at tað er ikki tað sama at sita sum deildarleiðari á MRCC Tórshavn og Tórshavnar Radio sum at sigla sum yvir­ maður í danska handilsflot­ anum. Max hevði verið heima í seks dagar, tá hann byrjaði í nýggja starvinum við Ting­ húsvegin. ­ Jú, her hevur verið nógv at gera, og tað hava verið nógv viðurskifti, sum eg skal seta meg inn í. Men eg trívist ógvuliga væl, og mær dámar hetta starvið. Fólk eru fyrikomandi, dugnalig og hjálpsom. Siglt øll árini Max og konan, Ingvør, búgva í Havn. Tey eiga tvey børn. ­ Mamma mín er úr Sanda­ vági, og haðani kemur eftir­ navnið. Pápin er dani, og eg búði í Danmark í frá tí, eg var 7 ára gamalur, til eg var 20. Tá eg kom heimaftur til Føroya, var eg blivin stud­ entur í Danmark. Max hevur faktist siglt alt sítt vaksna lív. ­ Eg byrjaði at sigla í 1986, tá eg hevði fingið studentsprógvið og flutti heimaftur, og skúlaskipið var rækjutrolarin Høgifossur úr Sandavági. Hann sigldi við fiskiskip­ um tey næstu árini, og í 1992 tók hann eina útbúgv­ ing sum fiskitøkningur í Esbjerg. Seinni fór hann upp á skipsføraraskúla og gjørdist skipsførari í 1996. ­ Tá eg hevði fingið skips­ føraraprógvið, fór eg út at sigla og havi siglt hjá A.P. Møller seinastu 10 árini, tey seinastu seks árini sum yvirstýrimaður við bingju­ skipum hjá felagnum, sigur hann. Høvuðsuppgávan Max Degn sigur, at dagligu uppgávurnar á stovnunum eru fleiri, men høvuðsupp­ gávan hjá honum sum deild­ arleiðari á Sjóbjargingar­ støðini MRCC Tórshavn og Tórshavnar Radio er at leiða og fordeila arbeiði og at tryggja, at støðirnar altíð eru mannaðar. ­ Vit hava skyldu til at hava lurtivakt eftir møgulig­ um neyðarkallum á Tórs­ havnar Radio, tí eitt og hvørt neyðarkall, sum skuldi kom­ ið, kemur til okkara. Vit hava soleiðis altíð vakt á Tórshavnar Radio og á Sjó­ bjargingarstøðini MRCC Tórshavn, sigur hann. Síðan Anni á Hædd segði seg úr starvinum sum leið­ ari fyri Tilbúgvingarstovnin­ um, hevur stjórin á Fiski­ veiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, sitið sum fyri­ bilsleiðari á stovninum. Søkt er eftir nýggjum leiðara til Tilbúgvingar­ stovnin, og umsóknarfreistin er úti. Samstarvsavtala ­ Sum nú er, liggur mítt starv í fyrsta lagi undir Elm­ ari Højgaard, men tá nýggj­ ur leiðari er settur, komi eg at arbeiða undir honum, sigur hann. Max Degn vísir á, at MRCC Tórshavn hevur samstarvsavtalu við Fiski­ veiðieftirlitið um skipini hjá teimum, og tí eru hann og leiðarin fyri Fiskiveiði­ eftirlitið í tøttum samstarvi. ­ Tað er jú skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum, vit brúka, tá okkurt er á vási, leggur hann aftrat. Skrivstovan hjá Max Degn í Haraldsstovu er á gomlu Telegrafstøðini við Tinghúsvegin, har MRCC Tórshavn og Tórshavnar Radio halda til. Starvið luktaði av saltvatni Sum deildarleiðari á Sjóbjargingarstøðini MRCC Tórshavn og Tórshavnar Radio er uppgávan hjá Max Degn í Haraldsstovu í fyrsta lagi at leiða og fordeila arbeiði og at tryggja, at støðirnar altíð eru mannaðar Mynd: Jens Kr. Vang ... eg byrjaði at sigla í 1986, tá eg hevði fingið studentsprógvið og flutti heimaftur, og skúla­ skipið var rækjutrolarin Høgi­ fossur úr Sandavági... (Max Degn í Haraldsstovu) ” ­ Vit hava samstarvsavtalu við Fiskiveiðieftirlitið um skipini hjá teimum, sigur nýggi deildarleiðarin Mynd: Vilmund Jacobsen Russar krevja undirgrundina Russiski ráðharrin, sum umsitur tilfeingið í náttúruni,. segði í gjár, at Russland vil hava eftirlit við einum stórum parti av havbotninum í tí arktiska økinum. Jurij Trutnev segði, at kanningar vísa, at ein stórur partur av havbotninum við Norðpólin er beinleiðis framhald av russiska landgrunnastøðinum, og at Russland tí fer at krevja eftirlit við hesum økinum. Hann segði tó, at Russland fer at tosa við grannarnar, áðrenn borurin verður settur í botnin.