Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 31. oktober 2007 11 Nú hevur løgtingið sam­ tykt eina nýggja vallóg. Vit eru nógv, sum halda hana vera eitt mistak, ið brýtur niður ta fornu før­ oysku siðvenjiu, at tey ið búgva um landið alt sjálvi skulu taka støðu til, hvør ið skal umboða grannalagið. Men vit taptu henda bardaga og mugu fyrireika at fara undir at fáa hetta mistak upp á beint í komandi tíðum. Nú verður krav okkara at fáa landið uppdeilt í 33 valdømi, har veljararnir sjálvir taka støðu til hvørjum teir hava álit á. Tá fara seráhugamál og peninga­ vald ikki at hava so frítt at fara, og eitt nú koll­ firðingar kunnu sjálvir gera av, hvønn teir halda vera bestan at umboða sína bygd og stýra landinum til felags gagn. Men fyribils er so einki at gera uttan at boyggja okkum fyri tí sum samtykt er. Sum tað stendur í Rómverja­ brævinum: “Hvør maður veri fyriskipaðum yvir­ vøldum lýðin ... tí at hon ber ikki svørðið til einkis.” Vit hava tó sjálvandi loyvi til at hava okkara meining, og vit kunnu broyta yvirvaldið, og tað gera vit á valum. Nú ið menn hava sam­ tykt at uppstillingardøm­ ini skulu avtakast og leggjast saman í eitt, er neyðugt at gera nógvar broytinar í vallógin. Ein tann, sum er mest fyri neyðini, man vera at fara at fylgja tí áseting, sum stendur í sjálvari lógini um at valini skulu vera loynilig. Eitt av teimum mongu brekunum, ið verið hevur í higartil galdandi skipan, er at sjálv vallóg­ in brýtur hesa grund­ reglu. Vit hava fingið ein hóp av atkvøðu­ støðum, og tað er í lagi, tí umráðandi er, at fólk kunnu sleppa at greiða atkvøðu í nærumhvørvi­ num. Men tað er ikki í lagi, at atkvøðurnar verða taldar upp í hvørji bygd sær. Tá er alt ov lætt at fylgja við, hvør ið greiðir atkvøðu fyri hvørjum, og tá er valið ikki loyniligt. Fyrr kundi verðið sagt, at tað var neyðugt at fáa talt upp í hvørjari bygd, tí samferðslu­ møguleikarnir vóru so vánaligir, at long tíð kundi ganga, fyrr enn atkvøðuseðlarnir kundu koma fram. Men nú tykist eins og Føroya høga ting hevur lagt til merkis, at okkurt er broytt í so máta. Vit hava fingið vegir bæði á landi og niðan sjóvar, og eftir teimum kunnu ikki bert fólk og fæ flytast skjótt, men eisini innsiglaðir atkvøðukassar. Vit hava stórar ferjur, sum eftir stuttari tíð kunnu sigla úr Suðuroyggjunum, og vit hava tyrlur, sum kunnu flyta alskyns lutir úr útoyggjunum eftir fáum minuttum. Nú Føroyar allar eru eitt uppstillingardømi, er tí øll orsøk til at nýta hesar nýggju møguleik­ ar til at fáa allar atkvøð­ urnar saman á einum stað og telja tær upp undir einum, so valloyn­ din er varðveitt, og vit beinanvegin kunnu hava fínteljing, so vit innan nakrar fáar tímar kunnu vita við vissu hvør ið mannar løgting okkara. Nýggj vallóg Zakarias Wang Eg vil tryggja føroyska vinnulívinum ein virknan leiklut á altjóða pallinum – eisini á Fólkatingi Vinnumenningin í Føroy­ um hevur sum fortreyt, at vit alsamt megna at fram­ leiða tær vørur og tænastur, ið altjóða marknaðurin vil hava, og at vit megna at geva kundanum dygdargóðar vørur og tænastur til røttu tíð og til kappingarføran prís. Vinnumenningin gagnar vinnulívinum og er fortreyt fyri framhaldandi búskaparligum vøkstri í Føroyum. Føroyar eru frá náttúr­ unnar hond ríkað við nógv­ um og góðum tilfeingi. Umráðandi er, at fiska­ stovnarnir og sjótilfeingið verða umsitin á skilagóð­ um og varligum grundar­ lagi, so at vit ikki verða noydd til at seta bann fyri veiðu, eins og fleiri av grannalondunum, ella verða fyri altjóða útistongsli vegna ovur­ nýtslu. Ístaðin má arbeiðast fyri at fáa enn meira burturúr hvørjum kilo, gagnnýta onnur fiskasløg, menna og gera brúk av biotøkni í framleiðsluni umframt tryggja betri gagnnýtan av hjávørum. Samstarv og gransking innan vinnugreinar og fyri­ tøkur um landamørk stim­ brar nýskapan og menning av vørum og tænastum og gevur vinnuni neyðugt innlit í nýggja vitan, tøkni og rák á altjóða marknað­ inum. Slík vitan er neyðug, tá føroyskar og útlendskar fyritøkur skulu taka stra­ tegiskar avgerðir, og tá politisku karmarnir fyri vinnulívið í Føroyum skulu leggjast. Sum matvøruframleið­ andi land er tað umráðandi fyri vinnulívið at fáa lætta og skjóta atgongd til teir marknaðir, har besti prís­ urin fæst fyri vøruna. Handilsforðingar, tollgjøld og skamtan mugu ruddast burtur, so føroyska vinnulívið fær javnbjóðis møguleikar eins og onnur at kappast á altjóða markn­ aðinum. Flutningsmøgu­ leikarnir mugu betrast og økjast, so at kundin fær vøruna til røttu tíð og í røttu góðsku. Marknaðar­ átøk uttanlanda skulu sjón­ liggera føroyskar vørur og tænastur. Slík marknaðar­ átøk skulu eisini kveikja áhugan hjá útlendska vinnulívinum at leita sær henda vegin at gera íløgur og samtøk og á tann hátt stimbra kappingarføri hjá føroyska vinnulívinum. At opna dyr í Danmark, ES og út í umheimin til fyrimuns fyri føroyska vinnulívið, tað vil eg arbeiða fyri ­ eisini á Fólkatingi. Vinnan á altjóða pallin Góðu føroyingar Stundin er komin at seta ferð áaftur sjálvstýrisstríð­ ið, eftir at enn eitt valskeið er spilt burtur í føvningi­ num á donsku stjórnini. Sjálvandi skulu føroyingar ráða fyri borgum í Føroy­ um – latið okkum taka saman lógvatak og fáa hetta gjørt í eini skilagóð­ ari sjálvstýristilgongd. Vit gera nevniliga einki í óðum verkum, men hava fólkið við okkum, og vit skapa eitt samfelag, har tað er pláss fyri øllum – eisini gomlum, sjúkum og brek­ aðum. Tey ungu og barna­ familjurnar skulu hava góð kor, og tey bleytu virðini mugu raðfestast frammar­ laga komandi árini. Tunlar, flogvallir, vegir og havnir hava fingið alt ov stóra rúmd í politikkinum seinastu árini, meðan sosialpolitikkurin hevur ligið á láni. Men skulu vit gera nakað munagott, so má javnvág fyrst og fremst fáast millum kynini í politikki. Eg eri til reiðar, eru tit? Sjálvstýristilgongd og kynsjavnvág ovast á breddan Endelig er beslutningen truffet. Nu har vi fået 1 valgkreds på Færøerne ført ud i livet. Der har været mange argumenter for at Færøerne skulle blive til 1 valgkreds. To af disse stærkt fremførte argument­ er er særligt interessante: 1) 85 % af landet er land­ fast og 2) det tager højst 2 timer at køre fra den ene ende af landet til den anden. Må de visionære færøske politikere kommer til at råde, som har skabt mulig­ hed for reduktion af om­ kostningerne ved selve valghandlingen. For en naturlig konsekvens af indførelsen af 1 valgkreds må være næste skridt: At indføre 1 valgsted. Der er flere haller i Tórshavn der er store nok til dette arrangement. Ovenstående 2 argument­ er står i første række for et sådan fremskridt: 1) 85 % af landet kan køre til Tórs­ havn for at stemme og 2) en transporttid på 2 timer er intet problem – mange mennesker arbejder i for­ vejen i Tórshavn. Desuden kan man indføre ekstrabe­ villing til gratis transport med Strandfaraskip Land­ sins den ene dag hvert fjerde år, hvor folk fra yderområderne skal til Tórshavn for at stemme. Endelig kan man med lethed indføre elektronisk afstemning. Hvis hver stemmeberettiget kun skal ind og trykke på 1 knap 1 sted, må det jo være til at administrere. Visioner for valg til lagtinget år 2016 Michael Feldballe viðmerkingar Valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið ingeborg godtFred Val Fólkatingsvalevni fyri Fólkaflokkin annika olsen www.annikaolsen.net Val Fólkatingsvalið 13. november 2007 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Í dag, 25. oktober, avgjørdi so Føroya Løgting at til komandi løgtingsval í januar og framyvir verða allar Føroyar eitt valdømi. Eg rokni við, at fleiri føroyingar eru ógvuliga spyrjandi um hvat veruliga er hent, og hvussu hetta kundi henda. Eru Føroyar eitt búgvið demokrati, tá eitt so týðandi mál fyri okkara stýrisskipan ikki kann fáa eina virðiligari viðgerð enn hana, tað hevur fingið í løgtinginum? Kristian Magnussen, løgtingsmaður, saknaði í tinginum í dag eisini viðgerðina hjá teimum stóru føroysku bløðunum av málinum um at gera Føroyar til eitt valdømi. Eg vil geva honum rætt. Av bløðunum er tað bert Norðlýsið, sum hevur roynt at lýst málið við at al­ mannagera meiningarnar hjá politikarum, serfrøð­ ingum og øðrum, og á tann hátt roynt at prógva vandan við einum valdømi. Tey stóru bløðini, Sosialurin og Dimma­ lætting, hava undir politisku viðgerðini verið ógvuliga tigandi í hesum málinum, hava valt at viðgjørt tað sum minst. Kanska tí tey heilhjartað hava verið fyri einum valdømi, meðan Norðlýsið hinvegin heilhjartað hevur verið ímóti. Um tey so undir við­ gerðini heilhjartað hava verið fyri einum valdømi, so kundu tey tó verið við at upplýst og kunnað før­ oyingar um fyrimunir og vansar við broytingini, og eisini roynt at útgreina tað polittiska spælið, ið er farið fram síðani málið tók seg upp. Men tey hava heldur valt at vísa líkasælu í hesum málinum, kanska fyri á tann hátt at órógva málið sum minst, so upp­ skotið um at gera Føroyar til eitt valdømi kundi verða skundað ígjøgnum sum skjótast. So kann man vera fyri ella ímóti einum valdømi, men søgan kemur einaferð at fella dóm yvir viðgerð­ ina av hesum máli, og rokni eg við, at tann dómurin verður til lítlan heiður fyri okkara løgting eins og partar av okkara fjølmiðlum, og harvið okkara demokrati. Óvirðiligur søguligur dagur næstformaður í Norðoya Tjóðveldisfelag Jógvan ravnsFJall