mikudagur 31. oktober 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fólkatingsvalið 13. november 2007
Løgtingsvalið 19. januar 2008
12
Nr. 211 - 31. oktober 2007
Flokkurin hevur seinastu
árini stuðla fullveldistil
gongdini og harvið avreitt
sosialu virðini, hann saman
við Sambandsflokkinum
áður stóð fyri.
Støðufestið Sambands
floksins er tí einasta
veruliga trygdin fyri einum
sterkari ríkisfelagsskapi
og størri sosialum
frambrotum her á landi.
Andsøgnin, sum prógvar
veruleikan
Vit kunnu staðfesta, at
javnaðarflokkurin, hóast
hann sigur seg vera ein
sosialan flokk, var til
reiðar at skerja ríkisveit
ingina við 103 mió.,
ikki vildi vera við til at
dagføra ríkisveitingin við
ársskiftið 2006/2007 og
harvið viðgekk, at flokk
urin í veruleikanum tók
undir við fullveldisflokku
num, tá teir skerdu ríkis
veitingina við 366 mió. kr
árliga, eins og formaður
floksins hevur lagt upp til,
at ríkisveitingin skal falla
burtur ár 2015.
Javnaðarflokkurin hevur
soleiðis fult og heilt
góðtikið, at føroyska
samfelagið seinastu fáu
árini hevur mist meira enn
2,2 milliardir krónur, sum
er upphæddin, skerjingin í
ríkiveitingini higartil hevur
kostað føroyingum, eins og
Javnaðarflokkurin er til
reiðar at skerja inntøkur
landskassans enn meira.
Førdi politikkurin er tí
beinleiðis í andsøgn við
tosið um fleiri vælferðar
tilboð, útbyggingar av
undirstøðukervinum v.m.
Ullintur boðskapur og
ráksnúni
Eftir landsfundin farna
vikuskifti hevur Javnaðar
flokkurin undir heitinum
“sjálvstøðugt samstarv”
boðað frá, at hann fer at
reka praktiskan politikk á
ríkisrættarliga økinum.
Løgið hevði tað verið, um
flokkurin ætlaði sær at
reka ópraktiskan politikk.
Slíkum ullintum boðskapi
skal ein leita leingi eftir.
Útmeldignin kann tí ikki
skyljast øðrvísi, enn at
ráksnúni heldur enn
hugsjónir framvegis fer at
eyðkenna politikk floksins
á ríkisrættarliga – og
sosiala økinum.
Fyrr enn Javnaðar
flokkurin greitt hevur
boðað frá, hvørja støðu
hann hevur í spurninginum
um ríkisveitingina, og
hvørt flokkurin framhald
andi ynskir at verða í
ríkisfelagsskapinum, veit
ongin, hvar Javnaðar
flokkurin flýtur.
Valgrugg
Orðatakið sigur, at tað ber
ikki til at blása og hava
mjøl í munninum. Væl
ferðartosið á landsfundi
Javnaðarfloksins nú um
dagarnar, samstundis sum
flokkurin ikki meldar greitt
út í spurninginum um
ríkisveitingina og
ríkisrættarligu støðu
Føroya, kann tí ikki
skyljast øðrvísi, enn at
talan er um valgrugg.
Samandráttur
Tað ber ikki til hjá Javn
aðarflokkinum eins og
Fólkaflokkurin áhaldandi
at ríða á tveimum hestum,
alt eftir um tíðirnar
búskaparliga eru góðar ella
ringar og atkvøðurákið
harvið ber móti loysing
ella sambandi.
Um ikki javnaðarflokk
urin tekur støðu, saðlar um
og saman við Sambands
flokkinum verjir borg
mótvegis loysingsvongi
num í føroyskum politikki,
er vandi fyri, at vælferðin
fer fyri skeyti.
Javnaðarflokkurin ríður á tveimum hestum
Vit skulu hava eina nýggja
byrjan. Tað er avgerandi
neyðugt, at Føroyar fáa
ræði á sínum egna uttan
ríkispolitikki. Tí vil eg sum
fólkatingslimur virka fyri
einum nýggjum samstarvi
við danir, har valdsbýtið
millum partarnar verður
ásett í nýggjum sáttmála,
sum leggur lunnar undir
avgerðir á føroyskum
grundarlag.
Okkum tørvar eina
nýggja byrjan. Alt ov ofta
uppliva vit, at tað ikki ber
til at røkja føroysk áhuga
mál úti í heimi, tí danir
hava nakrar stirvnar løg
frøðiligar tulkingar av
donsku grundlógini.
Hetta er vorðin ein forð
ing fyri føroyska samfelag
ið í alheimsgerðini. Og
vandi er enntá fyri, at før
oyski avgerðarrætturin
verður smalkaður enn mei
ra, nú danir leggja alsamt
meira av uttanríkispolitikki
num til ES at umsita.
Tí er neyðugt, at vit taka
spurningin um uttanríkis
politiska virkisføri okkara
til gjølliga viðgerð. Vit
kunnu ikki bara sova víðari
og lata sum, at uttanríkis
politiska heimildarlógin er
tann stóra bjargingin. Tí
tað er hon ikki.
Frælsur felagsskapur
Ongin ivi er um, at tað
framhaldandi ber til at
hava eitt gott og gevandi
samstarv við danir. Men
neyðugt er, at partarnir í
samstarvinum gerast
javnari enn teir eru í dag.
Yvirtøkulógin er eitt gott
amboð fyri einum javnari
samstarvi. Men enn tørvar
okkum uttanríkispolitiskt
virkisføri og harvið eisini
møguleika fyri betri
marknaðaratgongd.
Tí eiga vit at endur
nýggja okkara samstarv,
soleiðis at samstarvið ikki
gerst ein spennitroyggja,
sum forðar okkara menn
ing og luttøku í altjóða
samfelagnum, men tvørtur
ímóti gevur okkum vaks
trarmøguleikar. Til hetta
krevst politisk nýhugsan
og ikki minst politiskt
dirvi.
Mítt tilmæli er, at vit
seta ein bólk av politikar
um og embætisfólkum úr
bæði Føroyum og Dan
mark at greina hesi viður
skifti og virka fyri, at vit
fáa ein nýggjan frælsan
felagsskap, ið uppfyllir
hesar treytir:
At Føroyar fáa standandi
heimildir at samráðast við
onnur lond og gera sátt
málar við tey.
Karmurin um samstarvi
millum Føroyar og Dan
mark verður ein sáttmáli,
har valdsbýtið millum
partarnar er ásett. Hesin
sáttmáli verður fráboðaður
ST, og verður harvið
tryggjaður í altjóðarætti.
At vit fáa nýggjan
sáttmála, sum kemur í
staðin fyri heimastýris
lógina, sum fer úr gildi.
Sáttmálin skal tryggja, at
Føroya Løgting og lands
stýri verða hægsti myndug
leiki og evsta vald í øllum
málum, sum eru undir
føroyskum málsræði.
Tann danska grundlógin
verður ikki longur galdandi
í Føroyum. Men Føroyar og
Danmark eru tó enn saman
gjøgnum eitt tætt samstarv,
sum tó nú byggir á eitt javn
ari grundarlag gjøgnum
Frælsa Felagsskapin.
Samsvar við sjálvstýrislóg
Alt hetta er í fullum sam
svari við uppskotið um
nýggja Sjálvstýrislóg, sum
Javnaðarflokkurin longu
fyri tíggju árum síðani
samtykti at virka fyri. Tá
staðfesti landsfundur
Javnaðarfloksins:
”At vit áseta viðurskift
ini millum Føroyar og
Danmark í einum sjálv
stýrissáttmála sum ein
politiskan sáttmála millum
tvey sjálvstøðug lond, ið
viðurkenna hvørt annað
sum javnbjóðis tjóðir í
einum felagsskapi ríkis
felagsskapi, samveldi ella
frælsum felagsskapi.”
Samtyktir Javnaðarflok
sins á hesum øki kunnu
lesast inni á heimasíðuni
www.john.fo við at klikkja
á ”grundsjónarmið Javn
aðarfloksins” og síðani á
”yvirlýsingar”. Hetta var
tað, ið tann veruligi Javn
aðarflokkurin ynskti at
virka fyri, og tað ætli eg
mær at fullføra – ikki
gjøgnum konfrontatións
kósina, heldur ikki við at
vera púra óvirkin, men við
virkisfýsni og í góðum
samstarvi við danir.
Á Fólkating at vinna okkum Frælsan Felagsskap
Vit hava júst sæð og hoyrt
yvirlýsingar frá landsfundi
Javnaðarfloksins. Nakrar
komu undan fundinum,
aðrar aftaná. Nú skal flokk
urin aftur á gomlu sosial
demokratisku kósina, nú
skulu gomlu sosialdemo
kratisku vørumerkini aftur
á hillina, ljóðaði áðrenn
fundurin byrjaði. Og undir
og aftan á fundin varð
dúliga reypað av avrikum
viðvíkjandi pensiónum og
øðrum á sosiala økinum.
Jú, jú alt í besta javnaðar
anda, og sjálvt um Helle
bert kom á skýggjan, so
taldi hon eisini fitt av
stigum á pluss síðuna.
Javnaðarfólk megnaðu at
øsa seg sjálvi og hvørt
annað so nógv, at eingin
teirra var bert eina løtu í
iva aftan á fundin: Flokk
urin vinnur bæði valini,
sum standa fyri durum.
Sum fundurin leið, bleiv
ryggurin bara meira rættur
hjá ymsu tingmonnunum,
onkur bleiv so lættur og
kátur, at tað var um reppið,
at hann fór uppfrá. Orsøkin
var sjálvandi, at teir hesa
løtuna kláraðu at billa sær
sjálvum og øðrum inn, at
loksins var fólksfloksham
urin tveittur. Teir kendu seg
eina løtu sum javnaðar
menn, og ikki sum fólka
floksjavnaðarmenn. Tú sá
á flestu teirra, at hetta var
teimum ein eitt sindur
fremmand kensla, og
kanska heldur ikki so
unnilig allíkavæl, men teir
vistu at hetta var neyðugt,
og dugdu tí at spæla
leiklutin. Teir vistu allir, at
longu sunnudagin fór at
bera til at sleppa sær í aftur
fólkaflokshamin, tí fall tað
teimum lætt at spæla
javnaðarmenn eina løtu.
Vit kunnu siga, at
tingmenn Javnaðarfloksins
hava havt ein, eitt sindur
frívillugan, leiklut sum
kópakonur hetta
vikuskiftið.
Fríggið er so inniligt
Ein, sum sær Javnaðar
flokkin og Fólkaflokkin
virka saman dagliga, hann
ivast ikki eina løtu í, at so
inniligt fríggj er ikki einum
og hvørjum beskorið at
eygleiða. Ja, teir minna ein
á, hvussu tað var í Klubba
num í 70’árunum. Seinasti
dansur, og gólvið er á
tremur við pørum, sum eru
meira vavd saman enn
dansa. Ein sær ikki mun, tí
gentur og dreingir hava
eins hár og eins klæði.
Skipstroyggju og kowboy
buksur. Tú sær eftir hond
ini heldur ikki mun á javn
aðarmonnum og fólkafloks
monnum. Teir eru so sam
an vavdir í kjálkadansi
num. Fríggið kann rætt og
slætt ikki vera meira inni
ligt. Tann, sum kanska
hevur hugsað um koma
upp í millum hetta forelsk
aða parið skal bara vita
tað, at Javnaðarflokkurin
verður ikki tann, sum
fríggjar uttanum. Teir hava
bert hug á einum, og tað
hava teir havt leingi, leingi.
Eitt er at Javnaðarflokk
urin og Fólkaflokkurin
flætta ideologiskar fingrar,
tað kunnu vit onnur líka
sum ikki blanda okkum
uppí. Verri er, at parið, í
heilum, gevur hvørjum
øðrum gávur, sum allar eru
beinleiðis fíggjaðar úr
landskassanum, og tvs av
okkara skattakrónum.
Hesar gávur eru so stórar
og dýrar, at tær longu hava
oyðilagt gjaldførið hjá
landskassanum. Spell, ikki
minst tá hugsað verður um,
at somu gávur bert og bert
gagna teimum sjálvum. Nú
undan valunum fara teir at
býta út pakkar, har sosial
isma er skrivað á við reyð
um. Men tá pakkað verður
upp aftan á valið, er tað
eitt høvd av Óla Breck
mann, sum loypur upp úr
eskjuni.
Fríggið er so inniligt
Javnaðarflokkurin
John Johannessen
Val
Sambandsflokkurin
Jaspur Vang
Val
Tjóðveldi
Finnur helmsdal
Val