mikudagur 31. oktober 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 211 - 31. oktober 2007
viðmerkingar
Nú undan biskupsvalinum,
hevur spurningurin um ára
málseting av biskupsstarvi
num verið frammi. Av fimm
biskupskandidatum vóru
tríggir fyri áramálseting, eini
meiri ivasamur, og ein ímóti.
Áramálseting nýtist ikki at
ráma komandi biskup, sum
verður valdur eftir verandi
skipan.
Fyri Fólkakirkjuna er tað
vert at umhugsa, at Føroya
biskupur verður áramálsettur.
Í sambandi við biskups
valið havi eg borið uppá mál,
hvat eg hugsi hesum viðvíkj
andi, men skriftliga havi eg
ikki borið nakað fram.
Her er eingin liðug mein
ing, men eitt opið orðaskifti
hevði helst verið gagnligt um
hetta mál. Sjónarmiðini eru
nógv, og talan er ikki um
antin ella. Eingin skipan
heldur ikki nøkur leiðsluskip
an í einki kirkju er lítaleys.
Skriftin og søgan
Skriftin sigur einki um ára
málseting av nøkrum kirkju
nannar embæti – hvørki fyri
ella ímóti. Hetta er tí mál,
sum liggur undir okkara hugs
an og evnum at døma um,
hvat gagnar Fólkakirkjuni
best, og hvat ikki.
Tað, Skriftin annars leggur
dent á fyri einhvønn leiðara,
er viljin at tæna heldur enn at
ráða, og at seta seg sjálvan til
síðis, um tað kann gagna
Guds ríki. Tignin hjá einum
biskupi er ikki valdi, hann
hevur, men tænastan, hann
hevur fingið litið til. Sum
tænari hevur biskupur størri
myndugleika, men samstudis
eisini tyngri byrðar.
Úr kirkjusøguni vita vit, at
stórar broytingar vórðu gjørd
ar viðvíkjandi biskupsem
bætinum í teimum luthersku
kirkjunum í samband við
reformatiónina. Hetta var
gjørt vegna misbrúk av bis
kupsembætinum til egnan
fyrimun í øldir. Eisini vita vit,
at fleiri lutherskar kirkjur
hava aðra biskupsskipanir enn
okkara. Fleiri hava áramálset
ing eftir eini ella aðrari skip
an, og í teirri donsku fólka
kirkjuni verður tosað um at
fara yvir til áramálseting.
Málið
Málið, sum her verður við
gjørt, er hetta: Skulu vit
halda áfram við verandi skip
an, har biskupur kann sita
alla starvstíð sína, ella skal
biskupsembætið áramálsetast
eftir eini ella aðrari skipan.
Nú Fólkakirkjan er yvir
tikið málsøki, hava vit bara
ein biskup. Vit skulu nú ikki
bara fáa ein biskup at fyri
halda okkum til, vit fáa eisini
ein biskup við stórum
myndugleika. Bara tær kirkju
lógir, sum eru samtyktar á
Føroya Løgtingið, geva
biskupi rætt at taka endaliga
avgerð í fleiri málum. Eingin
kærumøguleiki er, og har
eingin slíkur er, hvør vil tá
siga frá síni ónøgd, um okk
urt skuldi verið, og biskpur
verður sitandi?
Í øllum viðurskiftum av
týdningi fyri okkara lív og
starv, vilja vit hava gjøgnum
skygni. Vit vilja øll kenna
okkum trygg, har vit eru.
Hetta síggja vit sum mann
rættindi, og er ikki til kjak.
Vit hava sum borgarar t.d.
rætt til alment innlit. Lógin
um alment innlit fevnir eisini
um Fólkakirkjuna. Henda lóg
er komin fyri at geva okkum
borgarum trygd í viðskiftum,
sum viðvíkja okkum sjálv
um. Men tá ið hægsta em
bæti Fólkakirkjunnar er fyri
starvstíðina út, hvat gagnar
tað, um tú ert komin í ónáðir
og fært møgulig skjøl út
flýggjað, men annars ikki
fær gjørt nakað. Biskupur
hevur rætt, er hugsanin ofta,
tí hann hevur rættin. Og
rættin skal hann hava at vera
biskupur, tað er ikki tað
málið er um. Men er tað rætt,
at hann skal hava henda
rættin alla sína starvstíð?
Tað er gott við øllum væl
meintum fólkum, sum vilja
gera hetta og hatta, men
hvørki Prestafelagið ella
Felagið fyri kirkjuráðslimir
kann gera tað nógva, tí
hvønn lógartryggjaðan rætt
hava hesi feløg mótvegis
biskupinum? Tey hava ikki
havt nógvan myndugleika, og
við teirri føroysku skipanini,
er biskupur bara vorðin enn
sterkari á summum økjum,
enn hann var.
Áðrenn var biskupur á
jøvnum føti við fleiri aðrar
biskupar, men nú er hann
einsamallur. Og kann nakar
upplýsa, hvussu nógvar
kirkjur í heiminum, umboð
andi eitt heilt fólk, hava bara
ein biskup og tað fyri alla
sína starvstíð?
Vegurin fram
Ein háttur at styrkja tignina
um biskupsembætið og trygd
ina fyri tey, sum starva undir
biskupinum, er áramálseting
av biskupsembætinum.
Biskupur kann við eini ella
aðrari áramálsseting verða
valdur nakrar tíðaravmarkaðar
setur, og verða tryggjaður
embætið hann hevði, áðrenn
hann varð valdur (um hann tá
hevði nakað embæti…), ella
hann kann verða valdur aftur
uttan avmarking.
Orsøkir ímóti áramálseting
Tað eru orsøkir fyri at ára
málseta biskupin, men fyrst
eru tað nakrar orsøkir ímóti.
1. Hildið veður, at
”biskupsáramálseting kemur
at skapa ov nógv stríð og
spenningar, og at politikkur
kemur í biskupsstarvið.”
Veruleikin er tann, at
politikkur er altíð uppií, har
leiðsla er – eisini í eini
kirkjuleiðslu. ”Politikkur er
at umsita vald.” Soleiðis
ljóðar so ein lýsing, hvat
politikkur er. Vald er tengt at
biskupstarvinum, tí verður
biskupur altíð politiskur. Og
tað er tað einki galið við í
sjálvur sær. Tvs., ein biskup
ur má døma um og taka
avgerðir, sum embætið
krevur av honum.
Við áramálseting verður
tað ikki minnið stríð í Fólka
kirkjuni, heldur øvugt, tí við
møguleika at velja við nøk
rum árum ímillum, fáa part
arnir – báðir partar! – á ein
góðan hátt luft fyri síni hugs
an og rætt at koma til orð
anna bæði so og so. Júst sum
í biskupsvalinum, sum nú er
fyri.
2. Sagt verður, at ”biskups
val við ármálseting kemur at
krevja ov nógv av biskups
kandidatunum, at teir orka
illa meiri enn eitt umfar.”
Jú, tað krevur nógv til eitt
biskupsval. Bæði av kandi
datunum, av kirkjuráðunum
og kirkjuligu fyrisitingini.
Men eitt val gevur eisini
nakað. Ja, tað gevur meira,
enn tað krevur! Til, hvussu
strævið tað er at hava bis
kupsval, kann verða sagt:
Tað er stríðið vert!
3. Ført verður eisini fram,
at ”biskupur nær ov lítið eftir
5 árum.”
Rætt er tað, at 5 ár ikki er
long tíð, men hvør hevur
sagt, at vit skulu hanga okk
um í 5 ár. 5 ára starvstíð við
møguleika fyri afturvali eina
ferð, hevur verið eitt upp
skot, eg havi havt. Bara eitt
uppskot! Ein kann eisini siga
6 ella 7 ára starvtíð. Situr
biskupur 5, 6 ella 7 ár við
møguleika fyri afturvali eina
ferð, er talan um 10, 12 ella
heili 14 ár tilsamans. Og
afturvaldur verður ein bis
kup, um hann ger sítt arbeiði
til lítar. Eisini kundi biskupur
sitið, sum tvey av biskups
evnunum skutu upp, eina 10
ára setu. Millum manna
verður 10 hildið at vera ein
góð starvstíð hjá stjóra í
almennum starvi.
Situr biskupur 10, 12 ella
14 ár, vita vit, at hann kann
náa nógv. Ein, sum einki nær
eftir 10 árum, nær einki,
hvussu nógv ár ein fær.
4. Eisini er at hoyra, at
skal biskupur áramálsetast,
so eigur próvstur/próvstar og
prestar eisini at áramálsetast.
Tað kann væl vera, men
ein og hvør veit, at tann, sum
hevur myndugleikan í kirkj
uni, hevur valdið í kirkjuni.
Hava vit biskup við leiðara
evnnum, vita vit, at hvørki
próvstur/próvstar ella prestar
kunnu gera, sum teimum
lystir. Men hava vit ikki bis
kup við neyðugu evnunum,
kann alt nærum gera tað
sama viðvíkjandi leiðslu
Fólkakirkjunnar. Tað eru
grundgevingar fyri at øll leið
arastørv Fólkakirkjunnar
verða áramálsett, men hetta
er ikki grundgeving fyri ikki
at viðgera biskupsembætið
fyri seg. Tí hetta embætið er
nakað fyri seg.
Orsøkir fyri áramálseting
1. Við áramálseting kemur
demokratiið í Fólkakirkjuni
betri til sín rætt.
Kirkjuráðslimir hava fleiri
sagt frá, hvussu glaðir teir
vóru fyri teir fundir, sum
vóru um landið, har høvi var
at møta biskupskandidátun
um. Sum kanska ongantíð
áður í føroyskari kirkjusøgu
hava vónir, ynski og ætlanir
verið uppi at vent. Fólk eru
vorðin kunnugari um biskups
valevnini, og kirkjuráðslimir
hava fingið høvi at sagt tað,
sum hevur ligið teimum á
hjarta viðvíkjandi kirkjuni.
Verður langt tíðarbilið til
næsta biskupsval, kunnu ikki
so lættliga fáa viðgjørt, um
nú valdi biskupurin veruliga
arbeiddi móti teirri stevnu,
hann nú legði fyri kirkjuráðs
limirnar ella ikki. Heldur
ikki verður sami møguleiki
hjá biskupi sjálvum at grund
geva fyri, hví hetta og hatta
kanska gekk øðrvísi, enn
ætlað. Men verður tíðarbilið
ikki so drúgt til næsta bis
kupsval, verður áhugin fyri
kirkjuni støðugt livandi, og
týðandi mál ikki so lætt
gloymd. Kirkjan hevur ikki
minst gott av næstu árini, nú
føroyska Fólkakirkjan verður
skipað av nýggjum, at kunn
ing verður givin, og høvi til
samskiftið latið um
kirkjunnar viðurskifti.
Í Føroyum hava ikki verið
skrivað hirðabrøv til føroyska
kirkjufólkið, sum vit kenna
frá øðrum londum, heldur
ikki er nøkur ársfrágreiðing
um almennu støðu Fólka
kirkjunnar verið skrivað í
Føroyum…
2. Við áramálseting forða
vit á ein góðan hátt fyri vina
og kenningapolitikki og
øðrum maktmisbrúki.
Biskupur hevur sambært
lóg rætt at taka avgerð í nógv
um málum. M.a. velur bis
kupur persónar til uppgávur,
har ávirkan fylgir við, og har
samsýning kann verða givin.
Men ein biskupur kann –
eisini um hann gevur lyfti
um rættsinni í sambandi við
vígslu sína – taka dagar
ímillum. Fyrimunir kunnu
tey fáa, sum standa honum
næst. Freistingin kann vera at
taka serlig atlit til ”sínar”
veljarar, ”síni” viðhaldsfólk,
”sínar” vinir”, ja enntá
”sínar” prestar (orsaka
meg!).
Fremmanda orðið fyri
vina og kenningapolitikk er
neputisma. Í kirkjuni er eis
ini vandi fyri neputismu, tí at
hava lyndi til at taka mest
hædd fyri teimum, sum
standa einum sjálvum næst,
liggur okkum menniskjum
nær – og summum nærri. Við
ármálseting veit biskupur, at
dømt verður um tað, hann
ger, og at tað kann fáa fylgir.
3. Við áramálseting tryggja
vit okkum, at vit hava tann
biskup, vit hava valt.
Vit menniskju kunnu
broytast. Aldur ger nakað við
okkum, umstøður kunnu gera
okkum veik, eins og hend
ingar kunnu broyta okkum.
Hvør sigur, at tann
biskupur, vit valdu, verður
verandi tann, vit valdu. Vit
rokna við, at tað verður so og
so upp undir eitt val, men
hvat kann kirkjufólið gera,
um pípan fær eitt annað ljóð?
Noreg fekk t.d. fyri
nøkrum árum síðani ein
biskup, sum var ímóti at
signa samkynd og seta tey í
prestatænastu, men eftir at
hesin biskupur kom til vald,
broytti hann støðu. Hvat
kunnu veljararnir nú gera?
4. Við áramálseting forða
vit á bestan hátt fyri at
Føroyar fáa páva.
At biskupur hevur fingið
so nógv vald, hann hevur í
kirkju okkara, var ikki mein
ingin hjá hvørki Lutheri ella
hinum reformatorunum. Teir
óttaðust so nógv, at biskupar
í evangeliskluthersku kirkj
unum skuldi koma at líkjast
teimum katólsku, sum kendir
vóru í Miðøldini, at teir tóku
biskupsheitið frá teimum, og
kallaðu teir superintendentar.
Vandi er fyri, at vit kunnu
fáa eina bispakirkju í Føroy
um, har biskupur hevur
pávastøðu. Orsøkin, at danir
ikki fingu erkibiskup, var
júst fyri at forða hesum.
Eingin skuldi kunna úttala
seg einsamallur vegna alla
kirkjuna – bara vegna sítt
stift.
5. Við áramálseting fáa vit
helst best burturúr leiðslu
evnum kirkjunnar.
Eingin persónur hevur alt,
men nakir persónar hava
meiri enn tann eini. Verður
biskup oftari skiftur út, enn
hevur verið, er møguleikin
størri, at meiri hendir Fólka
kirkjuni at frama. Tað sum
ikki kom við tí eina biskup
inum, kom kanska við einum
øðrum. Ein legði dent á
hetta, annar á hatta. Júst tí
gjørdist kirkjan ríkari. Eisini
verður meiri nýhugsan og
dynamikkur, har sama leiðsla
ikki situr ov leingi. At sita ov
leingi í sama starvi, hvussu
góður ein er, er ein vandi í
sjálvur sær. Ein biskupur
kann grógva fastur í sínum
starvi, hella seg til tey somu
og koma í fastlæstan vana.
Hann kann gerasta ein
bremsa heldur enn ein stuðul.
6. Við áramálseting kundi
onkur biskupur fingið eitt
ynskiligari lív.
Tað kann meira enn so
henda, at biskupur við áru
num sjálvur kundi ynskt sær
eina lættari arbeiðsuppgávu.
Hetta er kanska ikki besta
grundgevingin fyri áramál
seting, men hon kann nevn
ast. Er áramálseting kann
meira enn so henda, at
biskupur sjálvur ynskir at
koma í gamla sóknarpresta
starv sítt aftur, ella hann
velur at fara í annað starv,
sum vit kenna frá øðrum
lutherskum kirkjum.
Aðalskrivarin í Sudan
missiónini, har eg nú eri í
starvi, fer í næstum í annað
leiðarastarv í sama felags
skapi, og tann eini starvs
felagin hjá mær í Nigeria,
hevur verið biskupur í somu
kirkju, hann nú tænir sum
lærari. Hvør fær seg til at
siga, at størvini hjá hesum
báðum ongan týdning hava
fyri kirkjuna?.... Ein fyrr
verandi biskupur, kundi
eisini verði ein fongur fyri
føroysku Fólkakirkjuna á
einum øðrum øki, um so
skuldi verið.
Í Føroyum eru longu fleiri
dømi um prestar, sum ynsktu
stuðul um 60 ára aldur, og tí
fingu hjálparprest. Hjálpar
biskupur er ikki siðvenja í
kirkju okkara. Hví skal
biskup í hægsta embæti
Fólkakirkjunnar við størstu
ábygdini orka betri enn
prestar kirkjunnar?
Til seinast
Grundgevingar kunnu vera
ymiskar fyri og ímóti
áramálseting av biskups
starvinum. Hesir tankar eru
fyri. Við eini ella aðrari
áramálskipan, har biskupur
kann veljast avmarkaðar
ferðir aftur ella óavmakaðar,
fáa vit, haldi eg, bestu
leiðsluskipanina til elsta og
størsta trúar og siðgevandi
stovn føroyinga.
Fólkakirkjan er fyri okk
um, men er Guds ogn, men
júst tí hon er Guds, mugu vit
gera alt okkara, at innihald
og limir hennara verða
tryggjaðir best møguligt.
Nógv í Fólkakirkjuni er
tengt at biskupsembætinum,
bæði viðvíkjandi leiðslu,
læru og lívi kirkjunnar, tí
eigur hetta embæti at fáa
eina serviðgerð í lógararbeiði
kirkjunnar.
Tignin hjá einum biskupi
er ikki valdi, hann hevur,
men tænastan, hann hevur
fingið litið til. Hvar tú so ert
í Guds kirkju, so verður tú
ongantíð meiri enn tænari.
Áramálseting av biskupsstarvinum
sóknarprestur
Bergur D.
Joensen