mikudagur 31. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 211 - 31. oktober 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagin fyri Allahalgannadag bera
hvalbingar ein av sínum merkis
monnum úr Vitninum og út í
Leirabø at leggja til hvíldar
saman við teimum sambygdar
fólkum, sum eru farin hiðani
undan Nielsi Holm Jacobsen.
Niels Holm varð føddur við
Neyst í Hvalba ein hásummardag,
22. juli 1922, sonur Elisabeth,
fødd Poulsen, og Jákup Jacobsen,
millum hvalbingar kendur sum
Jákup í Skálavík, men uppruna
liga ættaður úr Leynum.
Niels Holm var næstyngstur
av 5 systkjum og var sum bert 3
ára gamal fyri teirri lagnu, at
missa mammuna av havhesta
sjúku. Tað at verða móður ella
faðirleysur var hjá børnum tá,
ofta úr stórum systkinaflokkum,
meiri vanligt enn í okkara tíð.
Nú er so mangt í lívinum blivið
lættari av Guðs náði og av tí tími
liga framburði, sum vit her á
landi eru vorðin signað við.
Tann framburður, sum vit føroy
ingar í dag njóta gott av, er lutvíst
komin av tí stóra verki og teimum
virðum, ið ættarliðið hjá Nielsi
Holm og úrmælingarnir í tí gjørdu
sítt til at skapa við sínum áræði
og við at leggja kropp til.
Tað uddi við røskum fólki í
Hvalba. Har var helst minni lætt
enn manga aðrastaðni at skáka
sær undan lívsins skyldum. Tann,
sum royndi at sleppa sær undan
at bera sín part av førninginum,
fekk tað at vita við ómjúkum orð
um. Tað galt um at verða taldur
millum menn í lívsins verki á
sjógvi sum á landi.
Hvalbøur er størsta markatals
bygd í Føroyum og vælabygd frá
gomlum. Hon fekk toyggið í sjó
rænaratíðini, men dró eisini gott
fólk at sær. Hon hevði sum nakr
ar aðrar føroyskar bygdir, eitt nú
Viðareiði og Vágur, tann fyrimun,
at haðani var tvírøtt, so til bar at
rógva út bæði eystur og vestur
eftir eftir ættini.
Hvalbingar í ættarliðinum hjá
Nielsi Holm vórðu mintir og
hesa stoltu siðvenju frá fornari
tíð við at eygleiða tað frábera
bygningsverkið úr laðaum gróti,
lendingina, bátadráttin og neyst
ini á Fiskeiðinum, sum enn vekja
undran hjá teimum, sum vitja
har vesturi.
Niels Holm fór sín fyrsta túr til
skips í 1939 við City úr Vági,
sum rokskiparin Gunnar Daniel
sen førdi. Seinni slapp hann við
trolaranum Norðbúgvanum hjá
Uvak, sum Hans Pauli í Hvanna
sundi, førdi undir krígnum. Tað
var manndómsroynd og prógv at
sleppa við so góðum skipum.
Góð byrjan í lívsins skúla.
Nakað eftir hetta fekk Niels
tuberklar og varð innlagdur á
bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum
og seinni á Revsnes sanatorium
næstu 23 árini.
Men hann tugdi lív og kom aft
ur til Hvalbiar at menna seg aftur.
Eldri fólk minnast enn, hvussu
lættur og væl hýrdur í takksemi
fyri lívið hann flutti seg á tveim
um høkjum í bygdini og royndi
eftir førimuni at taka lut í dagsins
verki.
Í 1948 tók Niels Holm skipara
prógv, fiskaði og førdi skip. Í
1954 fór hann við hvalabátinum
Sirru við Áir. Tey, sum plagdu at
lurta eftir Tórshavn Radio í 50
árunum, minnast hansara kláru
og hørðu hvalbiarrødd, tá hann
kallaði á hinar bátarnar at spyrja
og geva tíðindi um støðu, vánir
og veiði hjá hvør øðrum. Hann
var millum teir seinastu í hesi fyri
føroyingar flestar so spennandi
veiði, tá hann so seint sum í 1966
førdi Sumba eftir stórhvali.
Hvalbingar brutu í áratíggju kol
í Prestfjalli, og teir flestu arbeiddu
í kolinum við sama ágrýtni, treysti
og dirvi, sum teir royndust á
sjónum. Niels Holm var uppi í
hesi vinnu og førdi eina tíð
kolabátin Stapan, sum sigldi
millum oyggjarnar við kolafarmi.
Niels kom tíðliga í lívinum til
persónliga trúgv á Jesus og gekk
høgt upp í frelsuverkið alt lív sítt.
Í 1954 giftist hann við Silvur
bjørg, fødd Olsen, av Tvøroyri.
Teimum untist tó ikki at fáa børn,
og bert 20 ár seinni misti hann
konuna í góðum árum.
Frá ungum aldri var Niels inn
løgumaður, óførur til bakka og
útróðrar. Fáur kendi sum hann
streym og fiskileiðir kring Føroy
ar og var dugnaligur navigatørur.
Eftir at hava ført hvalabát nøk
ur ár keypti Niels saman við
fleiri hvalbingum útróðrarbátin
Glyrvarberg. Fiskieydnan var við
honum eisini hesi árini. Seinni
sigldi
hann
við
trolarunum
Hallarkletti og ídnaðarskipinum
Gudmundi í 1970árunum.
Hesin sterki og kimiligi maður
in mátti tó sanna, at heilsan krevur
sítt. Hann vann á fyrra álopinum.
So fyri hann var heilsan ikki eitt
ans, men heldur í tveimum. Seinnu
ferð, tað var í 1980árunum, tuber
klarnir gjørdu vart við seg, mátti
hann taka av ferðini og boyggja
seg fyri árum og aldri. Hann lá í
seingini í uml. eitt ár. Men so var
hann frammi og úti aftur, einum
røskum hvalbingi líkt.
Seinastu
mánaðirnar
búði
Niels á sambýlinum í Hvalba og
treivst sera væl har.
Hvalbingar høvdu so stórt álit
á Nielsi Holm, at teir valdu hann
í bygdarráðið tvær setur, frá
195058, tá hann tók seg úr tí
arbeiðinum, tí sambygdarfólk og
suðuroyingar annars valdu hann
inn í løgtingið at umboða oynna.
Niels sat á løgtingi í tvey
valskeið, frá 1958 til 1966.
Á tingi minnast vit hann sum
sera ramligan og lívligan debat
tør. Hann hevði stutt fjús, men
tað stakk ikki djúpt, sum tað søm
ir seg bragdarmanni, og hann var
líka skjótt blíður og fryntligur aft
ur. Neistarnir fuku frá, tá hann
tók lut í orðadrátti um tey mál,
sum vóru uppi í 50 og 60
árunum. Hann hevði ta gleði at
sita á tingi, tá fyrsti samferðslu
tunnilin, tann millum Trongisvág
og Hvalba varð gjørdur.
Serliga errin og fegin var fram
burðs og veiðimaðurin, Niels
Holm, tá hann í samgongu á løg
tingi var við til at flyta føroyska
fiskimarkið út á 12 fjórðingar í
1964. Tað helt hann, og vísti
sjálvur í verki sum fiskimaður,
vera eitt hitt størsta menningarátak
fyri vøkstur og trivnað í Føroyum
í hansara tíð.
Nú var so lívskvøldið hjá Nielsi
Holm Jacobsen komið, og hann
hevur staðið undir børu hesar
kláru og á sín hátt vøkru heystar
dagar. Vit, sum eftir komu, heilsa
og kenna takksemi móti megn
armanninum Nielsi Holm Jacob
sen, nú hann legði lívsárarnar inn
og fór heim til Harran og
Silvurbjørg. Vit biðja samkenslu
við tykkum, sum mist hava ein
góðan og menskan skildmann.
Friður veri við minni hansara.
Virgar T. Dalsgaard bleiv
føddur tann 1. november
1937. Hann er útbúgvin lær
ari og er ein av teimum fáu,
sum eftir eru av tí sjáldsomu
rasuni, sum eitur útisetar.
Ikki tí, tað eru nógvir føroy
ingar, sum búgva í Kjøpin
havn, men teir eru ikki úti
setar upp sama máta sum
Tróndur Olsen, Janus Øssurs
son og Emil Joensen, sum
legði navn til Mílafelagið.
Og Karl Nolsøe ikki at for
gloyma.
Eftir at hava fingið mate
matiskt studentsprógv var
Virgar vikarur ymsastaðni,
m.a. í Klaksvík, har hann
hevði gott samarbeiði við
teknaran Óla Petersen. Teir
gjørdu tað satiriska heftið
“Rukkulakkin”, sum var nak
að av tí besta av sínum slag.
Seinni bleiv Virgar lærari
í Køge, og tað bleiv so hans
ara lívsstarv. Men tað tekur
bara ein lítlan tíma at koyra
til Kjøpinhavn – og har var
Studentafelagið, Mílafelag
ið, Føroyingafelag, Føroysk
ir Sosialistar og annað
mangt, sum hugaligt var at
fara í hjá fólki, sum hevði
vitan og hug og meiningar.
Virgar bleiv ein høvuðs
kraft í kabarettunum hjá Stud
entafelagnum í 60unum.
Ógloymandi eru sketchirnar
um “Býrotið” (Gang Peter,
Siggy og teir), og um sjálv
stýrislandsstýrið (196266).
Tað var í hesari perioduni, at
ein leiðandi tjóðveldismaður
var so óheldigur á fundi í
Studentafelagnum, at hann
kom at siga – tá ið hann bleiv
spurdur um, hvussu tað gekst
við sjálvstýrinum – at tað
hevði eydnast landsstýrinum
at steðga jólaheilsunum til
Føroyar. Ná so, repliseraði
Virgar, so verður kanska tað
næsta stigið á sjálvstýrisleið,
at tit fara at taka jólagleðina
frá fólki.... Hetta dámdi
fundarfólkinum. Tann presisa
satiriska replikkin í rættari
løtu á røttum stað.
Virgar er ein homo politi
cus. Hann er sosialdemo
kratur í hvørjari tægr. Og
hann er tað av tí gamla
slagnum.
Hann
plagar
sjálvur at vísa á prinsipiell
orð hjá P. M. Dam: lívs
frælsi, sum frælsi til at liva
lívið uttan at vera nívdur av
materiellari neyð, og so
symbiosan, t.e. samlívið og
samstarvið hjá danskarum
og føroyingum í sama polit
iska ríkiskarmi, men við
fullum mentanarligum sjálv
ræði hjá báðum pørtum.
Virgar hevur ein góðan
og spískan penn. Hann hev
ur skrivað í Oyggjaskeggja
og í donsk bløð, men ikki
so nógv í tey føroysku
bløðini, meðan hann hevði
meir enn fult starv í Køge.
Tá ið so tann økonomiska
kreppan kom í 1992, og vit
í 1998 fingu fullveldissam
gonguna, sum vildi loysa
frá Danmark, var tað sum,
at hann raknaði við. Í nógv
um drúgvum og hvøssum
greinum í Sosialinum gjørdi
hann upp við fullveldistank
arnar og vísti á, at tað nett
upp er í samstarvinum við
Danmark, at Føroyar hava
tað tryggast.
Hetta skal ikki skiljast so,
at hann var betri við Dan
mark enn við Føroyar (Hvor
smiler fagert den danske
kyst....). Fáur er so kønur í
Føroya søgu og samfelags
viðurskiftum, sum hann. Og
tá ið tað kemur til føroyskt
mál, hevur hann ikki sín líka.
Hann hevur eisini fingið gott
í beinini av øllum skálavíking
unum, hann hevði rundan
um seg í barndómi og
uppvøkstri. Tí vendir hann
sær eisini hvassliga móti tí
málreinsaríi, sum í dag er
tann ringasta hóttanin móti
okkara móðurmáli.
Virgar eru europeari. Tosar
franskt og týskt og ferðast í
hesum londum javnan. Heim
føðiskapur, nalvaskoðan og
isolatión eru ikki gevandi
eftir hansara tykki. Og so er
hann eisini humoristur, tá ið
hann revsar brek og órími
ligheitir. Tá ið egin politiskur
flokkur fer av leið og ger tað
mótsetta av tí, sum ætlanin
var, so er kritikkur upp á sítt
pláss. “Die Zeit schreit nach
Satire”, segði Kurt Tuchol
sky í 30unum. Rætt er tað,
at Virgar mangan hevur
reiggjað ta tungu sleggjuna
móti tí, sum hann uppfatar
sum fávitsku og óðamanna
verk. Men bestur er hann við
sínum eksakta viti og spísku
satiru. Til lukku við degn
um!
Gamlir vinir
Niels Holm Jacobsen farin
Virgar 70