Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 31. oktober 2007 15 nøvn Tann 1. november verður ein kendur norðragøtumað­ ur, Heri Thomsen, 75 ár. Hann er sonur Magdalenu og Tummas Jakku á Geila­ bø. Magdalena var ættað frá Fyri oman Oyruna í Syðru­ gøtu, og Tummas Jakku var ættaður úr Blásastovu í Norðragøtu. Tey bæði búsettust á Geilabø, ovar­ laga í gomlu Norðragøtu. Geilabø var eitt vala hús. Tummas Jakku og Magda­ lena fingu ikki færri enn 13 børn, og tey vóru: Tóra f. 1917, Ásmund f. 1918, Brynhild f. 1920, Gunnar f. 1921, Margretha f. 1922, Suni f. 1923, Hjørdis f. 1924, Halldóra f. 1927, Ragna f. 1928, Regin f. 1930, Heri f. 1932, Helgi f. 1934 og Gunnvør f. 1937. Av teimum liva eftir: Mar­ gretha, Halldóra, Ragna, Heri og Helgi. Tað er áhuga­ vert at síggja, at frá 1917 til 1924 eru sjey av børnunum fødd ár um ár. Tað var bert eitt ár, sum glapp burtur í millum við ongum barni. Men Magdalena var tiltikin røsk og tolin, so tað gekk alt uppá stás. Tumms Jakku var handils­ maðurin í bygdini við tí virksemi, sum fylgdi við, so sum skip, fiskavirking og annað. Umframt tað var hann eisini bóndi. Tá ið Tummas Jakku fall frá í góðum aldri, tók dóttirin Tóra og maður hennara Eiv­ ind hjá Havna­Jákup (Jákup Hansen) við. Tað var eisini hjá teimum, eg sjálvur fór til skips í 1958. Tey á Geilabø hava verið sera virkin, og hetta er eis­ ini galdandi fyri Hera. Lívið hjá honum gjørdist lastbilar. Hann byrjaði sum blaðungur lastbilakoyring. Tann 23. novembur 1950 tók hann koyrikortið. Tá hevði hann júst fylt 18 ár, og tá í tíðini hevur tað ikki verið ein sjálvfylgja at taka koyrikoyrt so ungur. Hann byrjaði sama dag at koyra lastbil fyri svágin, Eivind, sum tá búði í Syðrugøtu. Í 1953 keypti hann sín fyrsta persónbil, hann hevði numm­ ar FØ 45, og í 1955 fekk Heri sær lastbil sjálvur. Tað, ið var at koyra tá í tíðini var torv, tøð, sandur og okkurt less av gróti. Strekkið var sjáldan langt, helst var tað inni í bygdini. Ein av uppgávunum var at koyra vøru úr Fuglafirði og út til handlarnar í Gøtu. Á sumri var nógv at gera við at koyra hoyggj inn. Frammanundan var hoyggj borið í byrðum allan vegin til hús. Tað var ikki hissini lætti at kunna leiga lastbil frá Hera ella frá Frits hjá Zakaris Karl, sum eisini hevði lastbil. Taksturin var 5 krónur fyri túrin. Tað var ikki hvønn dag, lastbilurin var í sving, men tá koyrdi Heri við persón­ bilinum. Seinni fór Hera at koyra sildatunnur til Fuglafjarðar, tá ið tær fóru av landinum. Sildin bleiv fiskað norðan fyri Føroyar og saltað í tunn­ ur umborð. Norðragøta var ein av bygdunum, har tey pakkaðu sildina umaftur, og skildu hana í støddir og góðsku. Hetta arbeiði varð gjørt undir víðum lofti. Út á heystið kom skip inn á Fuglafjørð eftir tunnunum, tí har vóru havnaviðurskiftini betri enn í Gøtu. Hetta var byrjanin til ta stóru samanhangandi koyr­ ingina. Í miðjuni av trýssun­ um komu kraftblokkaskip­ ini, sum royndu eftir sild til ídnað. Tá koyrdu teir nógva sild frá skipunum, sum land­ aðu í Norðragøtu yvir til sildamølsverksmiðjuna í Syðrugøtu, P/F Fiskamjøl. Henda koyringin avloysti sildatunnukoyringina til Fuglafjarðar. Tað gjørdist meira og meira at gera. Bilarnir blivu sum árini liðu bæði størri í vavi og fleiri í tali, soleiðis at fyritøkan hevði upp til 45 fólk í arbeiði. Í 1998 var byrjað við reið­ aravirksemi. Tá byrjaðu teir at føra laksafóður frá Nor­ egi til Føroya. Til hetta endamál keyptu teir Skuran. Seinni kom skipið Sirius afturat. Heri hevur eisini verið við í aling og hevur á øllum hesum økjum verið við til at skapa virksemi, sum ikki minst er komið heimbygdini til góðar. Heri helt tað eisini vera spell, at útlendingar settu seg á føroyskan farmaflutn­ ing, og hann gjørdi saman við øðrum eina roynd at fáa ein reint føroyskan farma­ flutning millum lond í gongd, men hetta gekk tíverri ikki eftir ætlan. Fyri tveimum árum síðani varð fyritøkan seld til Skipa­ felagið Føroyar, so hetta er ikki nøkur gøtufyritøka longur sum so. Men virk­ semið heldur tó áfram, og tað er framvegis ein partur av okkara flutningsskipan. Heri er giftur við Sólrun f. Ranghamar. Hon er dóttir Petrinu, ættað úr Frammi­ stovi, og Hans David úr Pállstovu. Sólrun var ung, tá ið hon misti pápan. Hann slerdi út av Tróndi í Gøtu í 1948. Hetta hevur ikki verið lætt, tí einkjur vóru ikki væl fyri tá í tíðini. Men sam­ anhaldið millum systkini var gott, og øll blivu tey ver­ andi í Norðragøtu. Sólrun kom heilt ung at arbeiða í ”pakkhúsinum”, handlinum hja teimum á Geilabø. Her varð hon rokn­ að sum eitt framúr skilafólk, og var hon álitið í handlin­ um. Men her gekk Heri eis­ ini sum húsfólk, so tað var ikki løgið, at tey funnu saman. Tey fingu sonin Tórhall, og tey hava í Gøtu verið roknað sum eini fyrimynd­ arlig hjún. Hetta kom ikki minst til sjóndar, so væl tey tóku sær av Jonhard, systk­ inabarn Sólrun, sum gjørd­ ist sálarliga sjúkur. Tað kann verða skoytt uppí, at tey hava bæði alla sína tíð verið virkin í frá­ haldslosjuni í Gøtu, so her hevur ikki verið nakar sling­ ur í valsinum. Vit í Tjørnustovu hava verið og eru enn grannar við tey á Geilabø, og tað hava altíð verið sera góð viðurskifti millum ættirnar. Heri er ein skilamaður, sum tað altíð er stuttligt at skifta orð við, tá ið leiðin ber sam­ an. Heri hevur arbeitt nógv alla sína tíð, so tað er honum væl umt, at hann nú kann taka sær eitt sindur av løttum. Ikki minst er nú tíð til at taka sær av familjuni. Tór­ hallur er giftur við Eydnu Dalsgaard úr Havn, og tey eiga Hera, Frígerð og Kjartan. Ynskt verður tykkum báðum hjartaliga tillukku við 75 ára degnum. Tey verða ikki heima føðingar­ dagin. ó. Heri á Geilabø 75 ár Góði abbi, tað er við sorg í hjarta, eg siti her og skrivi nøkur orð um teg. Tú var ein so góður abbi og langabbi fyri meg og míni børn. Eg flutti til Íslands fyri 16 árum síðani, og tað gleddi teg altíð at hoyra, at eg treivst væl her og at eg, Alli og børnini høvdu tað gott. Tú var altíð so fittur, blíður og gávumildur móti okkum øllum, dámdi væl at práta, visti um nógv at siga frá, tað var altíð stuttligt at lurta eftir søgum frá tær. Tað fyrsta vit gjørdu tá vit komu heim í summarfrí, var at støkka inn á gólvið hjá tær og ommu og tað var altíð tikið ímóti okkum við opnum ørmum. Góði abbi, eg veit at tú ert komin til ein betri stað, eg gloymi teg aldrin, eg havi so nógv góð minnir um teg, eg takki tær fyri alt, sum tú hevur verið fyri meg og børnini. Tað verður tómligt at koma heim at vitja og vita, at tú ikki er har longur. Hvíl í friði góði abbi, eg sakni teg. Abbadótturin Paula í Íslandi Minningarorð um Arnhold Jespersen, Trongsivágur f. 23. apríl 1914 · d. 27. august 2007 Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Arnhold Jespersen Trongisvági doyði og varð jarðaður Tøkk til heimahjálparar, sum vóru um hann og hjálptu honum, tá hann gjørdist veikur. Tøkk til vinir, kenningar og familju, sum vitjaðu hann. Tøkk til abbabørnini, sum vóru so góð við hann. Tøkk fyri góð og troystarrík orð í heiminum, í Salem og á grøvini, til abbadøtur fyri vakran sang í salinum, til abbasynir, sum bóru. Tøkk til tykkum í Salem, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri vitjan, til tykkum, sum ringdu, tykkum, sum á annan hátt vístu samkenslu. Takk fyri peningagávu til Salem og Zarepta, fyri blómur og kransar og øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Hjartans tøkk øll somul. Paula og børnini Hetta er lyftið, Hann lovaðu okkum: Hitt æviga lívið. 1. Jóh. 2,25 Sólrun og Heri Thomsen Dagurin 1. november. Alla halganna dagur. Longu í aðru øld var siður at halda minningardag hjá hvørjum einstøkum blóðvitni á deyðadegnum, men umleið ár 350 varð samtykt at halda minningardag fyri øll ein dag í árinum, og var hann fyrsta sunnudag eftir hvítusunnu.