mikudagur 31. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 31. oktober 2007
17
tíðindi
- Vit hava brúkt nógva tíð
upp á hetta, legði hann
aftrat.
Albert vísti á, at kirkjan
er umskapað nakað, og hon
er væl størri í dag, enn hon
var upprunaliga.
- Kirkjan er eisini flutt.
Upprunaliga skuldi hon
byggjast, har Oasan er
bygd, men í staðin bleiv
kirkjan í Hoyvík ein torg-
kirkja.
Arkitekturin
segði,
at
samstarvið við bygginevnd-
ina og teir, sum hava bygt
kirkjuna, hevur verið fyri-
myndarligt.
- Jú, hetta er ein veldigur
dagur fyri okkum.
Albert Isfeldt ásannaði,
at tá ið kirkjuklokkan kom
upp at hanga, og tey fyrstu
ljóðini hoyrdust úr henni,
rann veruliga upp fyri
honum, at hetta var ein
kirkja.
- Eg vil siga, at hetta var
ein rørandi løta, tí líkasum
tástaðni fataði tú, at hetta
var ein kirkja, legði hann
aftrat.
Kirkjutænarar í
Hoyvíkar kirkju:
Deknar:
Ólavur Skipagøta
Martin Joensen
Annika Højgaard
Birgit Arge
Klokkarar:
Carl Mikkelsen
Per Hansen
Snorri Brend
Petur Skeel Dahl
Organistur:
Oddvør Johansen
- Hetta er ein av
teimum døgunum, tá
vit hugnaliga kunnu
steðga á, rætta ryggin
og njóta tað verk, vit í
felag hava skapt, sigur
Jón Danielsen, stjóri í
Artikon
Hoyvíkar kirkja
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jón Danielsen, stjóri í Arti-
con, segði við løtuna í Hoy-
víkar kirkju í morgun, at
hetta er ein merkisdagur
fyri felagið.
- Tað er við sorgblídni,
gleði og ikki sørt av stolt-
leika, at vit í Articon –
starvsfólk og leiðsla –handa
tykkum í kirkjuráðnum lykl-
arnar til nýggju Hoyvíkar
kirkju.
Hann segði, at hetta er
ein av døgunum, tá tú hugna-
liga kanst steðga á, rætta
ryggin og njóta tað verk,
sum er skapt í felag millum
arbeiðsgevara og arbeiðs-
takara.
- At hetta er eitt felags
avrik, ber lidna kirkjan boð
um. Slík avrit verða ikki
framd í sjálvdrátti, men bert
við góðum samstarvi mill-
um allar partar. Við sam-
starvi, siðiligheit, nærlagni
og ýdni frá øllum pørtum,
hava vit við okkara starvs-
fólki saman við byggiharra,
byggileiðara,
arkitektum,
ráðgevum, okkara undir-
arbeiðstakarum og starvs-
fólki teirra nátt at kalla øll
teimum málsetningum, sum
vit fyri umleið tveimum
árum síðan settu okkum.
Jón Danielsen segði, at
alt hetta kemur ikki av sær
sjálvum, men bert við virð-
ing fyri hvørjum øðrum og
teirri uppgávu, sum partar-
nir í felag hava sett sær
fyri.
- Jú, tað er munur á at
byggja eina kirkju og eitt
nú ein goymslubygning.
Jón Danielsen sigur, at
tað hevur verið nakað ser-
ligt at byggja eina kirkju.
- Tað er langt ímillum, at
kirkjur verða bygdar í Før-
oyum, og eg má ásanna, at
hetta hevur verið ein serlig
– men sera áhugaverd – upp-
gáva, sigur stjórin í Arti-
con.
Hoyvíkar kirkja er eitt
meistarligt bygningsverk
Mynd: Jens Kr. Vang
Øðrvísi at byggja kirkju
- Eitt slíkt bygningsverk kann ikki reisast á føtur uttan við góðum samstarvi millum allar partar,
segði Jákup Símun Simonsen
Mynd: Jens Kr. Vang
Arbeiðsmenninir hjá Articon,
sum hava bygt Hoyvíkar
kirkju. Tilsamans hevur
byggifyritøkan brúkt
50-60.000 tímar upp á
kirkjuna
Mynd: Jens Kr. Vang