mikudagur 31. oktober 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 211 - 31. oktober 2007
tíðindi
Sum sagt varð frá í blaðnum í gjár
fara vit at gera meira burtur úr
minningarhaldinum í samband
við avdúkingina av minnisvarðan
fyri teir, sum fórust við Stella
Argus fyri júst 50 árum síðani
MINNINGARHALD
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Í seinastu Miðviku varð greitt frá hesi
vanlukku, og tosað varð við nøkur av
teimum avvarðandi. Í samband við
minningarhaldið hittu vit fleiri av teimum
avvarðandi og kunnu hava okkurt at leggja
afturat.
Tað er eitt kent fyribrigdi, at fólk vóru
sanndroymd ella at tey fingu okkurt
“varsil”, sum tey hava kunnað sett í
samband við vanlukkuna. Tað eru eisini
fleiri frásagnir í samband við Stella Argus
um, at tað er meira millum himmal og
jørð, enn vit skilja.
Í umrøddu Miðviku var eitt dømi um
hetta, har Fritiof Petersen úr Kollafirði
droymdi seg at vera umborð á Stella
Argus, júst tá ið vanlukkan hendi.
Katrina visti, at sonurin
var sjólátin
Ein onnur frásøgn er henda:
Ein av teimum sum fórust var tann 22
ára gamli Jóannes Rasmussen úr Miðvági.
Mamma hansara, Katrina, hevði eitt heilt
serligt upplivilsi júst tann 27.oktober
1957, tá ið tað seinasta frættist frá Stella
Argus, at teir vóru farnir at sigla inn.
Forsøgan er tann, at inni hjá teimum
búði Jóhanna í Kálvalíð, sum var gumma
Jóannes.
Hendan dagin er Katrina farin at vitja
systir sína. Á veg heim aftur til húsa
gongur hon framvið tí gamla skúlanum,
har tað eisini var lærarahús. Niðan til
húsið var eitt portur. Sum hon í
skýmingini kemur heim eftir, heldur hon
seg síggja Jóhonnu koma ímóti sær. Men
tá ið tær nærkast, snarar Jóhanna og fer
niðan gjøgnum portrið. Hon letur tað so
harðliga aftur, at mamman hoyrir tað
smella. Hon skilir einki av hesum, men
Minningarhaldið
Røðan hjá Óla Jacobsen
Henda tíðin fyri 50 árum síðan var ein
skakandi tíð, eisini hjá okkum, sum ikki
vóru beinleiðis partur av sorgarleikinum,
og sum minnast so langt aftur.
Tað var jú ringt at skilja, at yvir 20
mans knappliga ikki vóru longur, og tað í
eini tíð, har roknað varð við, at trygdin á
sjónum var ein heilt onnur, enn hon var
bert fá ár frammanundan, tá slíkar
vanlukkur javnan hendu.
Men við Stella Argus fingu vit enn
einaferð váttað tær umstøður, sum okkara
fólk hevur livað undanfarnu 100 árini.
1200 mans farnir á sjónum
Hetta kann váttast við ógvusligum tølum.
Frá 1870 og fram til 2. veraldarbardaga
fórust um 1.000 mans á sjónum. Ringast
var í 1920, tá ið havið tók 62 menn.
Undir krígnum mistu vit afturat hesum um
200 mans. Tískil kemur talið uppá 1.200.
Størsta vanlukkan eftir kríggið var
Stella Argus. Tað hevur vist bert verið ein
størri einstøk skipsvanlukka yvirhøvur, og
tað var tá ið Neptun fórst í 1934 við 23
monnum. Samstundis fórst Nólsoy við 20
monnum, og nógvir mans við hesum
skipum vóru úr Norðstreymoy.
Tað at missa á sjónum er ein partur av
samleikanum hjá føroyingum. Hvussu
djúpt hetta stingur fekk eg váttan fyri í
1999, tá ið nevndin í FF vitjaði í Íslandi.
Tá var ein partur av skránni at leggja
kransar á gravirnar í gamla kirkjugarði í
Reykjavík hjá teimum, sum doyðu við
Onnu í 1924 og við Acorn í 1928. Tá ið
tað frættist um hetta tiltak fyltist flogfarið
við avvarðandi, og kransaleggingin
gjørdist eitt rættiligt minningarhald. Her
vóru fólk við, sum 75 ár frammanundan
høvdu sagt pápanum farvæl, og sum tey
ikki frættu aftur frá. Tey høvdu øll hesi
árini saknað tað ikki at hava tikið rættiligt
avskeð við síni næstu, men hetta kundu
tey gera nú og fáa frið í sinnið.
Her skal eg nevna eitt bræv, sum eg
goymi sum reyðagull. Tað er frá teirri tá
91 ára gomlu Petreu, sum var systir
Joakim Hansen, kokkin á Stella Argus. Eg
hevði í 2005 eina frásøgn frá henni í FF-
blaðnum, har hon greiddi frá teimum av
hennara nærmastu, sum hon hevði mist,
og var Kim ein teirra. Hon skrivar millum
annað:
“Túsund takk fyri, at tú tók hesi
upplivilsi í blaðið. Tað er eisini ein lætti
fyri meg, at eg kann tosa um hetta uttan at
vera ov rørd.”
Hon hevur havt tað á nakað sama hátt.
Alt hetta vísti, at hetta vóru viðurskifti
og virði, sum taldi nógv hjá okkara fólki.
Eg meti tað í dag at vera ikki tann minst
týdningarmikli parturin av mínum virki at
hava medvirkað til nevna sálarfrið.
Eg havi síðan roynt at niðurskriva
lagnusøguna hjá fiskimonnum. Seinast var
hetta gjørt við umrøddu greinini um Stella
Argus. Hetta er eitt so fangandi evni, at
tað gerst ein partur av eins egna samleika.
Eitt endamál við hesi skriving er eisini
at fáa víst tí unga ættarliðnum, at teirra
vælferð er ikki nøkur sjálvfylgja, og at
forfedrarnir hava goldið dýrt fyri hetta.
Tað var tí hugaligt, tá ið ein starvsfelagi
fortaldi mær, at hansara 20 ára gamli
sonur av sínum eintingum hevði lisið hesa
frásøgnina um Stella Argu.
Møttu síðstu stund við sálarstyrki
Í flestu førum, tá ið skip eru gingin burtur,
eru tey horvin uttan at nakar hevur vitað
nakað. Tað má tí eisini hava verið sárt hjá
teimum avvarðandi at hugsa um, hvussu
teirra menn hava upplivað sína síðstu
stund. Men tær ábendingar, sum vit hava,
vísa, at í eini slíkari støðu hava menn
rættuliga víst eina óskiljandi sálarstyrki.
Eg hevði í vár eina frásøgn um
vanlukkuna við Acorn í 1928, har sjey
mans brendu so illa, at teir doyðu.
Ein av teimum var tann 16 ára gamli
Napoleon. Við var eisini pápi hansara
Fríðrik Klein.
Í ættini finst brævaskifti, sum var
millum Fríðrik og konuna Apoloniu eftir
vanlukkuna.
Her skal verða endurgivin frásøgnin hjá
Fríðrik um síðstu løtuna hjá Pola, soleiðis
sum hann greiðir konuni frá:
”Vores kjære Søn hensov klokken 2 om
Dagen, (sum vanlukkan hendi um
morgunin). Jeg var hos ham til det sidste
Aandedrag, og han sagde til mig: ”Gode
Fader. Græd ikke, jeg slipper til Gud.
Trøst Moder, Gud trøste hende”, bad han,
Og dansurin
gongur
Í 1958 skrivaði skaldið Tummas
Napoleon Djurhuus hesa yrking, sum var
vígd minninum um teir. sum fórust við
Stella Argus.
Stormdunið inn yvir bygdirnar stendur
– burtur er sóltíð og gaman –
í briminum uttast við úthavsins strendur
taka sjólætnir hendurnar saman.
Stíga ein dans við so havtungum stevi,
aldar í ringinum víða
av teimum, ið reistir av vátari legu
ein dans í brotunum stíga.
Og inn yvir mannabústaðir stendur
í brotum eitt havborið kvæði
– andlit læsast í ótta, og hendur
faldast í síðsvørtum klæði.
Oyruni nema ein farra av sálmum
– bátar og segl fóru undir –
ívovið ljóði frá svíkjandi málmum,
tá jarnsnekkjan liðar seg sundur.
Og dansurin gongur, oyrað nemur
– nema í hvørjari smáttu –
í kvæðinum, inn yvir bygdirnar kemur
málið á einum, tey áttu
Og kvæðið gongur – stevtungar fjøldir
halda hvør aðra í hendur –
kvæðið frá teimum, sum gjøgnum øldir
baldust við úthavsins strendur.
Og einaferð fara vit eisini sjálvi
– tá leiðin at enda er gingin –
við úthavsins strendur – í broti og gjálvi –
fara vit sjálv upp í ringin.
T. N. Djurhuus 1958
Minnisvarðin yvir manningina á Stellu Argus varð avdúkaður sunnudagin
➔