Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 211 - 31. oktober 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Í felagnum tosaðu vit um hendingina, men samdust um, at hatta gjørdu vit ikki meira við Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur Tíðar­ spilla Verjin hjá Predrag Prsic helt, at eitt mál sum hetta als ikki hoyrir heima í einum rættarsali Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Tú kanst gott nevna tað tíðarspilla, tá eitt mál av hesum slag fer ígjøgnum rættarskipan­ ina. Soleiðis ljóðaði stað­ festingin frá verjanum hjá Predrag Prsic, Jógv­ an Páll Lassen, tá hann eftir rættarfundin týs­ dagin varð spurdur, um eitt mál av hesum slag­ num hevði nakað at gera í einum rættarsali. ­ Tú hevur jú hópin av hendingum á einum fótbóltsvølli hvørja ein­ astu viku. Og tá tú mest sum tilvildarliga pilkar eina hending burturúr, tí akkurát hendan hend­ ingin er víst á sjónvarps­ skíggjanum, máar hetta støðið undan rættar­ kensluni. Men dómurin er av­ sagdur. Merkir tað, at vit í framtíðini koma at síggja fleiri mál, har spælarar og venjarar kunnu fáa bøtur fyri tað, sum er farið fram á vøllinum? – Tað kann væl verða. Eg má bara siga, at tað er gott, at vit ikki spæla NFL­íshokey í Føroy­ um. Tað vildi í øllum førum givið nógv rætt­ armál! Men tað er kanska gott fyri okum sakførarar, um vit fáa meira at gera, helt hann skemtandi. Tá Predrag Prsic fekk seinasta orðið á rættarfundinum týsdagin, helt hann fyri, at málið um nevaleikin í Vági var farið púrasta yvir gevind Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Eg vil bara siga, at eg ikki var upphavið til hetta rokið. Sum tað er komið fram í frágreiðingunum í dag, so varð eg provokeraður. Og síðan gjørdu sjónvarps­ myndirnar sítt til, at málið er yvirdrivið langt út um tað vanliga. – Er hetta tað, sum tú vilt við fótbóltinum, so er tað tað. Hevur løgreglan hug at hyggja eftir videoupptøkum frá øllum dystunum, sum verða spældir hvørt viku­ skifti, so hava vit eini 3­4 mál av hesum slagnum um vikuna, og tá fær hetta ong­ an enda. Eg havi sjálvur ver­ ið vitni til eina hending, har Dmitri Jankovic endaði á sjúkrahúsið. Tann hendingin var eisini víst, men einki hendi við málinum. So eg haldi, at tað er eitt sindur tilvildarligt, at akkurát mítt mál verður tikið upp. – Læt meg at enda siga, at eg havi virkað innan fótbóltin mest sum alt mítt lív. Og sein­ astu 16 árini havi eg verið venjari burturav. Og ongan tíð í mínum lívi havi eg verið revsaður fyrr. Sum venjari hevur tú eisini ábyrgdina av einum spælarahópi, eins og ein lærari hevur fyri flokkinum hjá sær. Og ein næmingur eigur ongan tíð at bera seg at, sum spælarin hjá EB/Streymi gjørdi. Var trýstur Soleiðis segði venjarin hjá VB/Sumba millum annað, tá hann fekk seinasta orðið, áðrenn dómarin í Føroya Rætti fór at viðgera, hvørt talan skuldi gerast um revs­ ing ella frídøming í máli­ num, sum ákæruvaldið tók upp, eftir at venjarin hevði sligið Hans Paula Samuel­ sen í seinastu minuttunum av dystinum millum VB/ Sumba og EB/Streym tann 5. august í ár. Ivamál var ongan tíð um, at venjarin hevði sligið spælaran. Tann parturin varð prógvaður við upptøk­ unum, sum vórðu vístar í 3­2. Hinvegin vildi verjin part­ víst prógvað, at venjarin gjørdi hetta eftir at vera groft provokeraður av spæl­ aranum. Í hesum sambandi bað verjin dómaran minnast til, at talan var um dyst, har venjarin var undir stórum trýsti. Skuldi VB/Sumba lívbjarga sær í fremstu deild­ ini, so kravdi taðein sigur hendan dystin. ­ Eftir 16 minuttum kom liðið eisini á odda, men seinastu løtuna gekk galið. Fyrst javnar EB /Streymur, og tá teir í evstu løtu skoraðu sigursmálið kennist tað hjá venjaranum, sum um fellur allur hansara heimur til jarðar, segði Jógvan Páll Lassen, millum annað. Sjálvur greiddi ákærdi frá, at hann kendi seg ógvu­ liga niðurgjørdan. – Tað, sum hendir, er, at teir koppa dystinum til egn­ an fyrimun í evstu løtu. Hans Pauli leggur upp til málið, men heldur enn at fara oman í hornið, har við­ spælararnir feira málið, rennur hann móti beinkinum hjá okkum. Eg skilji ikki, hvat hann rópar, men eg síggi, hvussu okkara mans á beinkinum reagera. Og tá hann so eisini ger ymsar rørslur móti okkum, kenni eg meg ógvuliga niðurgjørd­ an. – Sjálvandi veit eg, at tað var skeivt, sum eg gjørdi. Men eg vildi bara steðga honum í tí, sum hann gjørdi, segði Predrag Prsic millum annað. VB/Sumba gjørdi einki »VB/Sumba hevur havt innanhýsis fundir við venjara og leikarar um málið. Partarnir hava tosað seg til sættis, og er venjarin sektaður av VB/Sumba.«. Soleiðis skrivaði VB/Sumba á heimasíðu sínari tann 9. august , eftir at fleiri fjølmiðlar høvdu havt málið um »nevaleikin« í Vági á breddanum. Í rættinum í gjár kom tó fram, at VB/Sumba ongan tíð hevur sektað venjaran. Predrag Prsic greiddi frá, at hann ikki visti nakað um nakra møguliga revsing, fyrr enn løgreglan tók málið upp. Hálvan annan mánað eftir tilburðin, tók Aganevndin hjá FSF avgerð um, at venjarin skuldi fáa leikbann í fýra dagar. ­mørk Fleiri mál um vikuna Prdrag Prsic fekk bót á 1.500 kr. fyri tilburðin í Vági. Ákærin kravdi 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing, meðan verjin kravdi frídøming. Tann ákærdi tók við dóminum, men ákæruvaldið segði seg vilja umhugsa dómin Skíggjamynd frá SvF