Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 211 - 31. oktober 2007 ] Gjørdu ongan háva Hans Pauli Samuelsen, sum eisini vitnaði í rættinum týsdag­in, helt ikki, at slag­ið frá VB/Sumba- venjaranum var nakað, sum var vert at g­era meira við Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ongan tíð ætl­ anin hjá Hans Pauli Samuelsen, at hann skuldi í rættin at vitna móti Predrag Prsic. ­ Eg tók mær ikki stórvegis tikni av hend­ ingini. So hart rakti hann meg heldur ikki, og eg spældi jú eisini seinastu minuttirnar av dystinum. Í felagnum tosaðu vit um hending­ ina, men samdust um, at hatta gjørdu vit ikki meira við. Tað er jú so nógv, sum gongur fyri seg í einum dysti, men tá dysturin er av, er hann av. Og tá hugsi eg í øllum førum ikki meira um tað, sum er hent, segði Hans Pauli. Um sjálva hendingina segði hann annars, at hann ongan tíð hevði í hyggju at provokera venjaran. ­ Eina ferð fyrr í dyst­ inum var ein spælari hjá teimum skaddur. Meðan hann fær við­ gerð, kallar fysiotera­ peuturin hjá teimum meg fyri racist, og tað irriteraði meg. Og tað var mótvegis honum, at eg vendi mær, tá vit høvdu skorað. Eg rann móti beinkinum og klappaði móti honum, og tað var tað. Restin hendir, meðan eg eri á veg burtur frá hending­ ini, segði Hans Pauli. Hann viðgekk tó, at atburðurin, sum hann hevði sýnt, kundi upp­ fatast provokerandi. Landsliðsmálmaðurin Jákup Mikkelsen hevur g­jørt tvey ára sáttmála við barndómsfelag­ið KÍ Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Týskvøldið skrivaði Jákup Mikkelsen undir tvey ára sáttmála við KÍ. Harvið fer landsliðsmálmaðurin heim­ aftur til barndómsfelagið at spæla. Jákup Mikkelsen spældi øll ungdómsárini við KÍ, og hann var málmaður á besta liðnum fram til august mánað 1994, tá ið hann fór til Danmarkar at royna seg. Í Danmark spældi hann 136 dystir fyri besta liðið hjá Herfølge, og hann gjørdist danskur meistari við felag­ num. Seinni gekk leiðin til Noregs og Skotlands, har hann umboðaði feløgini Molde og Partick Thistle. Í 2004 kom Jákup Mikkelsen heimaftur til Føroya at spæla, og fyrsta árið spældi hann í KÍ. Seinastu trý árini hevur Jákup vart málið hjá B36. Nú er so greitt, at Jákup Mikkelsen fer at spæla við KÍ næstu tvey árini, og tað fegnast felagið um. ­ Jákup er ein framúr góður málmaður, og hann hevur drúgvar altjóða royndir, sum fara at koma okkara hópi sera væl við. Vit hava eisini avtalu við Meinhardt Joensen næsta kappingarár, so KÍ hevur nú tveir teir bestu mál­ menninar í landinum í hópi­ num, sigur Aksel Johanne­ sen, nevndarformaður í sp/f KÍ. Jákup Mikkelsen hevur spælt 53 a­landsdystir fyri Føroyar, og hann er lið­ formaður á landsliðnum. Jákup heim til KÍ Stjørnan hevði vitjan av teimum g­rønu havnag­entunum, úr Kyndli, og­ havna- kvinnur noyddust, sum av torvheiðum, suður g­jøg­num tunnilin aftur. Stjørn- an vann dystin heili 40-26, eftir at hálvleikstøðan var 21-14. – Vit eru nóg­v betur í dag­, Kyndil kempar heilt einfalt ikki nóg­ nóg­v í kvøld, og­ tá verður dysturin lættari hjá okkum, sig­ur Una Olsen HONDbóltur Niels Petersen niels@sosialurin.fo Tað má sigast, at úrslitið talar fyri seg, tá Stjørnan hevði vitjan av kvinnunum úr Kyndli í gjárkvøldið. Úrslitið gjørdist ein munur uppá 14 mál, so ikki er sagt ov nógv, tá sagt verður, at Stjørnan hølvaði Kyndil av. Lyklaleikarar Lyklaleikarar hjá Stjørnuni hendan dystin vóru, sum so mangan, Simona Hansen, Una Olsen, Durita Christop­ hersen og Joan M. Djor­ djevic. Hesir leikarar góvu Kyndli ein truplan dyst, og vóru ein konstant hóttan móti teimum grønu úr Havn. Samstundis sum skjúttarnar úr Klaksvík fingu tað at ganga væl, tók málverjin hjá Stjørnuni, sær av tí mesta, ið verjan ikki megnaði at standa fyri. Dagsins detalja Dagsing detalja var annars ein, ið Kyndlakvinnur stóðu fyri. Tað var um miðjan annan hálvleik, tá Jacklin Durhuus vísti klaksvíks­ fólki, hvussu hondbóltur kann spælast, tá hann er mest glæsuligur. Jacklin kemur við ferð móti verjuni í høgra borði, og verjan kemur hart út ímóti henni. Jacklin dregur og sneiður sær, og júst áðrenn taklingin sat, fekk hon á meistarligan hátt við hygg vekk­fintuni, blakað bóltin út á vongin. Spell at ikki mál stóðst burturúr hesari støðu, tað hevði hetta uppiborið. Stutt frásøgn Dystarfrásøgnin er stutt í dag, tí úrslitið talar fyri seg. Heili 14 mál á muni, tá síðsta bríksl ljóðaði, tað sigur ikki heilt so lítið. Stjørnan fekk fingið rættuliga gongd á mál­ skjótingina, og hava óivað gott mót uppá kappingina víðari. Meðan ørðvísi er vorðið við Kyndli, tær mugu seta seg niður og tosa um hvat gekk galið og gera tað betur næstu ferð. Tí lítil ivi er í, at tey skullu megna at spæla betur enn tær gjørdu í gjár. Spennandi verður, at fylgja gongdini hjá Kyndli, framyvir í kappingini, fyri at síggja um tær megna at broyta gongdini. Avgreiðslusigur í Klaksvík Stjørnan - Kyndil 41-26 (21-14) Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 14 (4), Una Olsen 7, Durita Christophersen 6, Joan M. Djordjevic 5, Anna Kristina Samson 4, Hanna Mikkelsen 2, Edith Hansen 2, Bára Skaale Klakstein 1 Kyndil: Jórun Ludvig 7 (2), Jacklin Durhuus 6 (1), Súsanna Petersen 5, Lina Andriulyte 3, Tordis Tróndarson 2, Ronja M. Mikkelsen 2 (2), Hildur Høghamar 1 Brotskøst: Stjørnan 4, Kyndil 8 Útvísingar: Stjørnan 4, Kyndil 1 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA Gallaveitslan verður á Rex Fótbóltsárið er av, og meistararnir eru funnir. Men tað merkir ikki, at árið er heilt slept. Sum vant, so verður nevnliga rundað av við eini gallaveitslu, har spælarar kunnu hittast undir meira hugnaligum umstøðum, og aftur í ár er tað GÍ, sum stendur fyri tiltakinum, sum í ár verður hildið á Rex í Havn tann 10. november. Umframt ein góðan døgurða og møguleikan at kjakast og reypast um fótbólt, er hetta eisini kvøldið, har bestu spælararnir á árinum skulu kjósast. Hetta verður gjørt við atkvøðugreiðslu, sum Sosialurin skipar fyri millum liðformenn, venjarar og fjølmiðlar. Tekning til tiltakið fer fram á galla@gi.fo Tróndur Sigurðsson til AB Tróndur Sigurðsson hevur hóast sín unga aldur, bert 18 ár gamal, skotið 15 mál fyri næstbesta liðið hjá HB í 1. deild, í ár. Haraftrat koma øll málini Tróndur hevur skotið á unglingaliðnum hjá HB. Tróndur hevur verið væl nøgdur við uppalingina, og øll árini í HB, men nú vil hann sleppa at royna okkurt nýtt. Og sambært heimasíðuni hjá AB, hevur hann hevur bundið seg til AB fyri 2008. Endamálið hjá Tróndi er at bíta seg fastan á liðið, sum áleypari. Tróndur væntar, at AB fer at liggja fremst í 1. deild, og at liðið fer at skjóta nógv mál. Hann ætlar ikki, at hansara partur skal liggja eftir í so máta. Lina og Jórun steðga Unu óregluliga Jákup Mikkelsen, ið nú aftur verður at síggja í KÍ-troyggju