mikudagur 31. oktober 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 211 - 31. oktober 2007 ]
Danske Kortbane
Mesterskaber 2007
hevur júst verið í
Vejle, og við í kapp
ingini vóru millum
onnur Suðuroyar
Svimjifelag við
venjaranum Jón
Bjarnasyni á odda.
Kappingin var ætlað
fyri at geva suður
oyingunum meira
mótstøðu, men tað
skuldi vísa seg at ein
ávísur Pál Joensen
úr Vági, vildi tað
ørðvísi. Pál tók
allan svimjiheimin
á bóli, og fekk eitt
framúrskarandi úrslit
fyri, og annað eftir
SVIMJING
Niels Petersen
niels@sosialurin
DKM kappingin vardi í
fýra dagar. Kappingin byrj
aði hósmorgunin, 25. okt.
Kappingin var skipað so
leiðis, at meistaraheitið fyri
unglingar varð avgjørt um
morgunin har innleiðandi
kappingin var. Samlað vóru
átta umfør, og um 500
svimjarar luttóku við. Okk
ara vóru við sum gestir, og
kundu sostatt ikki vinna
DM, men fáa góða kapping
og kundu luttaka í final
unum hóast alt.
Føroysku íðkararnar
Føroyar vóru umboðað av
Suðuroyar
Svimjifelag
(SUSVIM) og Elspu Mørk
øre, men Elspa svam fyri
felag sítt í Danmark, Vest
Swim Esbjerg. Svimjararnar
úr suðuroynni, vóru; Malan
V.
Bærendsen,
Shaila
millum Garðarnar, Danjal
Martin
Hofgaard,
Pál
Joensen og Mona Simonsen.
Okkara íðkarar stóðu seg
allir sera væl, men serliga
var tað Pál, sum skein
bjartari enn nøkur onnur
stjørna í kappingini.
Pál í serflokki
16 ára gamli vágbingurin,
ið skein bjartari enn nøkur
onnur stjørna í kappingini,
og slóg sítt navn, rimmar
fast, í søgubøkurnar, sum
tann fyrsti føroyingur nakr
antíð at koma yvir 800 fina
stig. Seinni í kappingini,
megnaði Elspa Mørkøre
eisini hetta bragd, so ikki
kann sigast annað enn at vit
hava eina bjarta framtíð í
møti, innan svimjing í
Føroyum.
Úrslitini
Pál Joensen, ið innan svimj
ing verður nevndur ein
langteinari, t.e. at hann van
liga stendur seg best, tá
teinarnar í hylinum eru
langir, luttók á fýra teinum.
Teinarnar talan er um, eru
200, 400, 800 og 1.500 m
frí, og ikki kann sigast annað
enn at tað gekk upp á stás. Í
200 m frí kom Pál í B
finaluna, og har vann hann
við einari tíð, ið er betur enn
vinnaratíðin
á
Oyggja
leikunum
á
Rhodos,
í
summar. Tíðin var 1.53.16.
Í 400 m frí kom Pál, sum
fyrsti føroyingur nakrantíð,
undir magisku fýra min
uttirnar. Hann vann við tíð
ini 3.56.53, og er tað sera
flott, heldur venjari hansara,
Jón Bjarnason.
Í 800 m frí, vann Pál við
tíðini 8.06.31, og í 1.500 m
frí, vann hann við 15.26.89.
Styrkilistin
Styrkislistin hjá svimjarum
gongur
sjálvandi
eftir,
hvussu skjótt ein hevur
svomið ein ávísan tein. Og
er ein listi yvir hesar tíðir,
regluliga dagførdur. Á hes
um europeiska lista er vert
at leggja til merkis, at Pál
ikki smæðist burtur, heldur
tvørturímóti.
Í 200 m frí liggur Pál
styrkismettur,
sum
trið
bestur í europa, í 400 m frí
er hann nr 1, frammanfyri
ein póllending, í 800 m frí
er Pál eisini tann besti, og
aftur her er tað frammanfyri
ein póllending. Og í 1.500
m frí er vágbingurin eisini
tann besti, hesuferð, framm
anfyri ein dana.
Nevnast kann at tá man
hyggur eftir hægst styrkis
mettu svimjarunum í heimi
num, so liggur Pál á einum
fantastiskum 13. plássi.
Hetta er heilt ófatuligt.
Pál hevur evni at svimja,
sum fáur, og at hann skal
hava megnað at komið so
langt, og hann hevur, innan
so stutta tíð, er heilt einfalt
fantastiskt, fortelur ein sera
fegin og stoltur venjari.
Úrtøkan
Fjølmiðlar í Svøríki hava
skrivað nógv um donsku
meistaraheits kappingina, og
millum annað skriva teir um
ymsu góðu úrslitini hjá
donskum seniorum, og so
um hesu fantastisku føroy
ingarnar í unglingakapp
ingunum. So tað má staðfest
ast, at úrtøkan hevur verið
góð, ikki bert fantastisku
svimjiúrslitini, men eisini
góðu umtaluna kring heim.
Tað at Pál stóð seg so mikið
væl, hevði við sær at donsku
stórfeløgini innan svimji
ítróttina vóru sum gribbar
eftir at bjóða honum eina
kontrakt, eksklusivar venj
ingarlegur o.s.v. Men sjálvur
heldur Pál ikki at hann er
klárur til eitt tílíkt risafet enn.
– Eg meti ikki at eg eri klárur
til sovorðið enn. Men vil ikki
útiloka, at eg einaferð í
framtíðini,
kundi
funnið
uppá at játta einum av
móttiknu tilboðunum, sigur
ein fegin Pál, ið rættuliga
hevur gjørt vart við seg,
seinastu dagarnar.
Pál er fantastiskur
Vinnandi tíðirnar hjá Pál Joensen
Teinur:
Vinnandi tíðin:
200 m frí
1.53.16
400 m frí
3.56.53 (Fyrsti føroyingur undir fýra minuttir)
800 m frí
8.06.31
1.500 m frí
15.26.89
Europa styrkilistin:
Teinur:
Styrkismeting:
200 m frí
Pál nr 3
400 m frí
Pál nr 1
800 m frí
Pál nr 1
1.500 m frí
Pál nr 1
841 fina stig og miðaltalið á seinastu Olympisku leikunum, av top 10 í hvørjari
kapping er 1000 stig.
800 og 1.500 eru hansara vørumerkir, og í løtuni er hann nr 13 í øllum heiminum,
og fekk hetta øll feløg í Svømmeligaen (Besta danska svimjideildin) á
fríggingarferð eftir vágbinginum, Pál Joensen.
Pál Joensen, her avmyndaður á Oyggjaleikunum á Rhodos í summar. Ein ikki ókend støða hjá honum at standa í.
Ivan Klasnic fekk comeback
Ivan Klasnic hjá týska felagnum Werder Bremen, fekk í gjárkvøldið comeback á
eykaliðnum hjá felagnum, eftir tíggju mánaðar á síðulinjuni, vegna sjúku. Í januar bleiv
vandamikli kroatiske áleyparin hjá Werder Bremen, álvarsliga sjúkur. Hann varð so
mikið sjúkur, at hann varð noyddur at fáa nýratransplantatión. Í vár hevur hann fingið
fleiri stórar og vandamiklar skurðviðgerðir, og eitt comeback var ikki hugsingur um tá. Í
gjár kom dreymurin hjá honum nærri veruleikanum, tí tá fekk Klasnic comeback fyri
eykaliðið hjá felagnum, ið spældi móti St Pauli í týsku steypakappingini.
Tætt uppá enn eina sensation
Í tríggir minuttir vóru Coventry á veg til at senda enn eitt Premier
Leaguelið út úr ensku Carling Cup steypakappingini, men West Ham
vendi gongdini og vann 21. Í síðsta umfari vann Coventry heilt
óvæntað á útivølli móti sjálvastu Manchester United, og blivu løntir
við heimadysti móti West Ham í fjórðu rundu av Carling Cup, í lítlu
ensku steypakappingini.