mikudagur 31. oktober 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 211 - 31. oktober 2007 ]
FIFA hevur nú
slept ætlananum
at HM-endaspælið
skal rotera ímillum
heimspartarnar
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Onglendingar vóru vón
sviknir
tá
teir
taptu
endaspurtin um at hýsa
HMendaspælinum í 2006.
Tá dróg Týskland longsta
stráið. Tað var kortini eingin
skaði fyri heimsfótbóltin.
Tí
HMendaspælið
í
Týsklandi var tað best fyri
skipaða nakrantíð. Men nú
ætlar Ongland at gera Týsk
landi kunstin eftir. Upp
runaliga sá tað ikki út til, at
HMendaspælið skuldi aft
ur til Evropa fyrr enn í
2026. Men nú hevur FIFA
slept
rotasjónsprinsippi
num, um at HMendaspælið
skal uppá skift millum
heimspartarnar.
Bjartskygdir
Og onglendingar eru bjart
skygdir. Deildarleiðarin hjá
enska
fótbóltssambandi
num; Brian Barwick sigur,
at hetta var júst tað teir
vónaðu, og at teir í FA nú
fóru at seta seg niður fyri at
leggja eina konkreta ætlan
fyri at bjóða uppá HM í
2018. Bretski forsætismála
ráðharrin; Gordon Brown
sigur, at bretska stjórnin fer
at stuðla umsóknini hjá FA.
“Vit síggja tað, sum okkara
fremstu uppgávu at yvirtala
onnur lond til at bakka
okkum upp í at fáa HM
endaspælið aftur til Ong
lands. Tjóðin, sum gav
heiminum
fótbóltsspælið
hevur uppiborið at sleppa at
hýsa
HMendaspælinum
aftur. Vit fáa olympisku
leikirnar í 2012. Vit fáa
møguliga Commonwealth
Leikirnar í 2014, HM í
Rugby í 2015. Og so HM í
cricket í 2019. At sloppið at
hýst HMendaspælinum í
2018 hevði verið krúnan á
verkinum hjá Onglandi.”
sigur
ein
bjartskygdur
Gordon Brown.
Aðrir biðlar
Men Ongland fær ikki
vertsskapin fyri HM í 2018
uttan svørðsslag. Tað verða
fleiri boð. Beneluxlondini;
Belgia, Holland og Luksem
burg hava longu lagt eitt
felags
boð
inn.
Kina,
Avstralia, Meksiko, USA,
Russland og Spania hava
eisini víst ein stóran áhuga
í HMendaspælinum. Møgu
liga kemur Kanada eisini
við einum boði. Lond úr
Afrika og Suðuramerika
hava ongan møguleika at
hýsa HM í 2018, tí HM í
2010 verður í Afrika, og
HM 2014 verður í Suður
amerika. Í hesi vikuni verð
ur greitt, at Brasilia verður
vertur fyri HM í 2014.
Brian Berwick heldur, at
Ongland hevur ein fyrimun.
“Vit hava stórar og fantast
iskar fótbóltsleikvallir. Vit
hava eina sterka tradisjón,
og ein stóran áhuga fyri
spælinum. Infrastruktururin
í Onglandi er eisini í lagi.”
Ongland ætlar sær HM
Suðuramerika hevur
ikki verið vertur
fyri HM í fótbólti,
síðani 1978. Men í
2014 sleppur heim-
sparturin, har fólk
óiva eru mest tengd at
fótbóltinum, aftur at
hýsa heimsins størstu
ítróttarkapping
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Hesuferð var tað ein av
greiðsluspurningur,
um
hvør skuldi hýsa HM í
fótbólti, í 2014. FIFA hevur
fyri
langari
tíð
síðani
avgjørt, at HM í 2014 skal
verða
í
Suðuramerika.
Suðuramerikanska fótbólts
samgongan,
sum
eitur
COMNEBOL hevur bert
10 limalond. Og bert eitt
land hevur boðið sær til at
verða vertur fyri heimsins
størstu ítróttarkapping. So
tað var talan um ein skjótan
upplestur, og so nógvar
lógvabrestir. So skjótt, og
lætt verður tað neyvan at
finna vertirnar í 2018.
Serliga nú, tá tað er frí
kapping
millum
heims
partarnar aftur!
Kolumbia 1986
Ein høvuðsorsøkin til, at
heimsfótbólturin ikki hevur
litið
Suðuramerika
uppí
hendur at standa fyri HM í
fótbólti, er kiksarin hjá
Kolumbia. Kolumbia var
kosið at verða HMvertur
fyri 1986, longu afturi í
1979. Men tá 1986 nærk
aðist, stóð alt í andaleypi í
Kolumbia. Ófriður valdaði
eisini í landinum, og tí valdi
FIFA at flyta HM til
Meksiko. Og væl var valt.
HM í 1986, er eitt hitt besta
HMendaumfarið nakrantíð.
Eins og HM í 1970, sum
eisini var í Meksiko. Tó má
sigast,
at
Suðuramerika
hevur liðið undir kiksaranum
hjá Kolumbia. Men nú fer
so at bera til aftur.
Fimtu ferð
HM í 2014 verður fimta
HM, sum verður hildið í
Suðuramerika. Fyrsta HM í
heimssøguni var hildið í
Uruguay, í tí Harrans ári
1930. Hetta árið hátíðarhelt
Uruguay sín 100 ára dag,
sum sjálvstøðug tjóð. Uru
guay hevði eisini vunnið
OLgull í fótbólti í bæði
1924 og 1928. Tí valdi ein
meiriluti á FIFAkongressini
í Barcelona, at Uruguay skul
di hýsa HM í 1930. Men
uppmøtingin var vánalig.
Fleiri
evropeisk
lond
boykottaðu HM í 1930, tí
tey tímdu ikki at ferðast so
langt við skipi! Uruguay
hevndi seg við ikki at møta
til HM í 1934, og í 1938,
sum blivu hildin í ávikavist
Italia og Fraklandi. Kortini
er HM í 1930 ein varði í
søgu landsins. Í finaluni
vunnu Uruguay 42 á stóru
grannunum úr Argentina.
Millum málskjúttarnar var
Victor Castro, sum bara
hevði ein arm. Dagurin tá
Uruguay vann sítt fyrsta
HM, gjørdist tjóðardagur í tí
lítla landinum.
Brasilski niðurtúrurin
Fyrsta HM eftir kríggið var
hildið í Brasilia. Hetta var í
1950. Í fyrsta umfarinum
hendi ein sensasjón. Arro
gantu onglendingarnir, sum
høvdu hildið seg verða ov
góðar, at luttaka í HM áður,
taptu 10 ímóti USA. Inntil
12. september 1990, var
hesin sigurin hildin at verða
størsta sensasjónin í lands
liðsfótbólti. Hetta broytti
Torkil Nielsen. Á veg til
finaluna bankaði Brasilia
Svøríki við 71, og Spania
við 61. Teir vóru stór
favorittar í avgerandi dyst
inum ímóti Uruguay. Bra
silia legði seg eisini á odda
10 í 47. minutti. Løtu
seinni javnaði Uruguay. Í
79. minutti hendi nakað,
sum eingin – hvørki í
Brasilia ella í Uruguay –
gloymdi. Alcides Ghiggia
skoraði til 21. Uruguay
skundaðu sær suður um
mark við steypinum, har
lítla landið var í undan
taksstøðu í fleiri dagar.
Brasilia var eisini í undan
taksstøðu, men av sorg.
Pelé, sum var 9 ár tá, minn
ist enn ilt aftur á hendan
dystin. 205.000 áskoðarar
vóru klárir til tað stóru
fótbóltsveitsluna á Mara
cana Leikvøllinum. Sálar
ligi niðurtúrin, sum brasil
ska fólkið fekk av tapinum
ímóti Uruguay verður enn í
dag nevnt “Maracanazo”.
Mutur?
HM var aftur hildið í
Suðuramerika,
í
1962.
Hesuferð í Chile. Vertirnir
gjørdu eitt gott arbeiðið, og
hetta HM gjørdist eydnu
samt fyri Brasilia. Brasilia,
sum vunnu HM í Svøríki, í
1958, endurvunnu HM í
1962. Í finaluni, sum var í
høvuðsstaðnum
Santiago
vann Brasilia 31 á Kekko
slovakia, eftir at Kekko
slovakia hevði verið á odda
10. Í 1978 var HM hildið í
Argentina. Kalt var á sunn
aru hálvkúglu hendan vet
urin, og fyri fyrstu ferð
upplivdu
áskoðarar
og
sjónvarpshyggjarar at síggja
kava á vøllinum, til eitt
HMendaspæl. Tað sum
fólk tó minnast HM í 1978
best fyri, er 60 sigurin hjá
Argentina
yvir
Peru.
Argentina mátti vinna 60 á
Peru í millumumfarinum
fyri at koma í finaluna.
Annars kom Brasilia í fin
aluna. Og teir vunnu júst
60. Og tað hildu øll onnur
verið
løgið,
men
ikki
argentinar, og so nøkur fólk
í Peru. Tað er eisini kent, at
argentinska stjórnin gav
Peru stóra uttanlandshjálp,
beint aftaná HM. Argentina
hevði tá eitt hernaðarstýri,
og royndu fleiri manna
rættindastríðsfólk at fáa
kikaran settan á Argentina í
hesum sambandi. Finaluna
vann Argentina á Hollandi
við 31. Støðan eftir vanliga
leiktíð var 11. Hollendingar
vóru óhepnir. Teir raktu
træverkið fleiri ferðir, og so
vóru
teir
uttan
Johan
Cruyff. Hetjan hjá Argen
tina í 1978, var toppskorarin
Mario Kempes.
Aftur í Suðuramerika
15 teir fyrstu úttiknir
Jógvan Martin Olsen hevur longu boðað 15 spælarunum úr heimligu kappingini, at teir skulu til
Italia í november . Vanliga verður allur landsliðshópurin úttikin ísenn, men nú heimliga kappingin
er liðug, samstundis sum landsdystur er á skránni um lítlan mánað, hevur Jógvan Martin tikið
heimligu spælararnar út. Hetta tí teir ikki longur hava nakra venjing í feløgum sínum. Ístaðin
verður talan um fýra landsliðssavningar, har venjarin kann staðfesta, hvussu spælararnir eru fyri
undan stóru avbjóðingini, nú teir skulu spæla á útivølli móti sjálvum heimsmeistarunum. Teir
fimtan, sum hava fingið landsliðsboð, eru Jákup Mikkelsen, Fróði Benjaminsen, Mikkjal
Thomassen, Bergur Midjord, Hanus Thorleifsson B36, Andrew av Fløtum, Rógvi Jacobsen,
Rókur av F. Jespersen HB, Christian Høgni Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Jóhan Trost Davidsen,
Einar Hansen, Óli Hansen NSÍ, René Tórgarð EB/Streymur og Pauli Hansen Skála