leygardagur 28. apríl 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 28. apríl 2001
3
gult3 cyan3 magenta3 svart3
2
Nr. 81 - 28. apríl 2001
gult2 cyan2 magenta2 svart2
Tøkk
Eina hjartans tøkk veiti eg
øllum tykkum, sum á yms-
an hátt heilsaðu mær og
sýndu
mær
heiður
á
hundraðára degnum.
Tøkk til øll tykkum, sum
frá morgunstundini komu
við heilsanum, sýndu mær
heiður og fingu ein kaffi-
munn saman við mær:
Løgmaður og Landsstýrið
Borgarstjórin
Almannastovan
Ríkisumboðið.
Tit, sum við telefonheils-
anum, fjarritum, blómum
og gávum, settu dám á
dagin – ikki minst er tøkkin
tykkara.
Og øll tit – ætt, vinir og
kenningar – sum í hundr-
aðtali um kvøldið komu at
hugna tykkum saman við
mær og vísa mær sóma.
Vónandi eingin gloymdur. Einaferð enn hjartans tøkk og Harrans signing.
Anna Chatrina Askham
Klaksvíkar Sjónleik-
arfelag sýnir leygar-
dagin og sunnudagin
Afturgongur fyri
seinastu ferð í
Klaksvík
SJÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Um vikuskiftið
fara teir fimm leikararnir,
sum spæla leikin, Aftur-
gongur, fyri seinastu ferð á
pallin í Klaksvík.
Leikurin,
sum
hevur
verið
sýndur
seinastu
tríggjar vikurnar, verður at
síggja í Atlantis leygar-
dagin klokkan 20.00 og
sunnudagin klokkan 17.
Hetta vera seinastu sýning-
arnar í Klaksvík.
Afturgongur
er
eitt
familjudrama, sum Henrik
Ibsen skrivaði fyri meiri
enn 100 árum síðani. Talan
er um ein av klassikarunum
í sjónleikarsøguni.
Klaksvíkar Sjónleikar-
felag fer at ferðast við
leikinum, tá sýningarnar í
Klaksvík eru av.
Jógvan Brim Joensen er ein
av leikarunum í leikinum,
Afturgongur
NFÍ kallar nú frí-
tíðarfeløgini í Klaks-
vík saman til fund um
norðoyastevnu
STEVNA
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Týsdagin fer
NFÍ at skipa fyri fundi um
norðoyastevnuna.
NFÍ
stendur fyri norðoyastevnu-
skránni og samskipar øll
tiltøkini á stevnuni.
– Hetta er ein árligur
fundur, har vit fara at tosa
um teir ymsu møguleik-
arnar við norðoyastevnuni,
og hvørji tiltøk feløgini
kundu hugsa sær at havt,
sigur Jan Gardar, sum er
formaður í NFÍ.
Øll feløgini, sum ætla
sær at verða við á norðoya-
stevnu, verða kalla saman
til fundin, sum verður í
býráðshøllini í Klaksvík.
Fundurin verður týsdagin
klokkan 19.00.
Norðoyastevna
verður
vikuskiftið 8. til 10. juni.
Málið skal vera, at
fólk á útoyggj fáa post
bornar til dyrnar
fimm ella seks ferðir
um vikuna, heldur
Útoyggjanevndin
POSTUR
Eyðun Klakstein
Fólk á útoyggj fáa lítlan
ágóða av tíðindaflutningin-
um í dagbløðunum, og
fundarboð og onnur brøv
koma javnan ov seint fram.
Hetta vísir Útoyggja-
nevndin á í áltiti sínum,
sum varð latið løgmanni í
farnu viku.
– Tá veðurlíkindini forða
strandfaraskipum at sigla,
kunnu tað ganga upp í tvær
vikur við ongum posti.
Hetta er veruleikin, hóast
tyrlan flýgur til oyggjarnar
í hesum tíðarskeiði, sigur
Útoyggjanevndin,
sum
heldur, at tað átti at borið til
at samskipa tænastuna so-
leiðis, at tyrlan kundi verið
við, tá ikki var siglandi til
oyggjar.
– At fáa postin bornar til
dyrnar ella lagdan í post-
kassan hvønn yrkadag eru
tey flestu í Føroyum von
við. Men flest merkir ikki
øll. Á útoyggjum verður
posturin borin út tvær til
fimm ferðir um vikuna, alt
eftir hvørja oyggj talan er
um.
Nýtist ikki kosta nógv
Útoyggjanevndin vísir á, at
Postverkið ikki heldur seg
hava neyðugu karmar at
virka undir, og tað er or-
søkin til, at tænastustøðið
ikki er nøktandi á smáu
oyggjunum.
Postverkið skjýtur upp, at
betra um teir fysisku karm-
arnar við at samstarva við
aðrar almennar stovna, og
hesum hugskotinum tekur
Útoyggjanevndin undir við.
Hetta hugskot verður brúkt
í tí, sum Útoyggjanevndin
kallar Heildarsamfelagið
Bygdin.
Útoyggjanevndin greiðir
frá, at ein munandi betring
av tænastustøðini ikki nýt-
ist at hava við sær stórar
eykaútreiðslur. Tað er líka
so nógv so nógv ein spurn-
ingur um at umskipa og
rationalisera virksemið.
– Málið skal vera, at øll
fáa postin, dagbløð og ann-
að, fimm og seks dagar um
vikuna, sigur Útoyggja-
nevndin.
– Tað skal ikki vera
útihýst, at lokalsamfelagið
sjálvt kann skipa fyri, at
allur posturin, bløð og
annað verður borið út at
dagliga, antin í tøttum
samstarvi við Postverkið
ella á annan skipaðan hátt,
sigur Útoyggjanevndin.
Seinastu sýningarnar
um vikuskiftið
Útoyggjar betri posttænastu
Fundur um norðoyastevnu
Nú kallar formaðurin í NFÍ,
Jan Gardar, frítíðarfeløg í
Klaksvík saman til fund um
norðoyastevnu