leygardagur 28. apríl 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ákoyringarnar frá
samgongutingfólkum
móti Helenu Dam á
Neystabø vóru
mangar og harðar í
tinginum í gjár
ORÐASKIFTI
John Johannessen
Rættiliga stórur partur av
orðaskifinum í gjár við
víðkaðu triðju viðgerð av
uppskotinum hjá Hendriki
Old um at lækka bensinav-
gjaldið snúi seg um innan-
hýsis ósemjur í samgong-
uni.
Serliga var tað Helena
Dam á Neystabø, forkvinna
Sjálvstýrisfloksins, ið fekk
toyggið frá samgongufel-
øgum úr bæði Fólkaflokk-
inum og Tjóðveldisflokkin-
um.
Ákoyringarnar snúu seg
millum annað um fram-
ferðina hjá Helenu Dam á
Neystabø í fjølmiðlunum
seinastu
tíðina.
Eyðun
Viderø úr Fólkaflokkinum
var eitt teirra, ið vísti á, at
Helena seinastu tíðina hev-
ur gjørt alt fyri at nýta fjøl-
miðlarnar til egnan vinning
og samgonguni at bága.
Hann vísti á útmeldingar
hennara um, at løgmaður
eigur at skriva út nýval, og
síðani staðiligu áheitanirn-
ar, um ikki at skriva út val
og annar almennu ákoyr-
ingarnar móti Fólkaflokk-
inum og Tjóðveldisflokk-
inum.
Eyðun Viderø fanst eisini
at atburðinum hjá Helenu
Dam á Neystabø, tá sam-
gongan var í kreppu, orsak-
að av, at Høgni Hoydal
hevði borðið sjálvstýris-
uppskotið í tingið uttan
semju í samgonguni. Tá
førdi
Helena
Dam
á
Neystabø seg fram sum
semingskvinnuna, ið ar-
beiddi fyri at bjarga sam-
gonguni. Men hetta var
sambært Eyðuni Viderø
beinleiðis
lygn.
Eyðun
Viderø vísti í tinginum í
gjár á, at Helena Dam á
Neystabø einki hevði gjørt
fyri at bjara samgonguni.
Aðrar smærri ákoyringar
komu eisini frá Páll á
Reynatúgvu og Rúnu Siv-
ertsen, millum annað um
handfaringina av pensjóns-
málinum. Páll á Reyna-
túgvu vísti á, at løgmaður
helt hondina yvir Helenu
Dam á Neystabø í sam-
bandi við pensjónsmálið.
Orðaskiftið skuldi annars
snúgva seg um, hvørt bens-
inavgjaldið skuldi lækkast
ella ikki.
Tað verður ikki í
bræði, at flogfør fara
at flúgva ímillum
Suðuroynna og
Havnina. Landsstýrið
heldur, at nýggi
Smyril loysir
samferðslutrupul-
leikarnar hjá oynni
FYRISPURNINGUR
John Johannessen
Tað loysir seg ikki at røkja
part av sambandinum mill-
um Suðuroynna og Havn-
ina við vatnflogfari.
Hesa niðurstøðu úr Sam-
ferðsluætlanini frá 1999
vísti
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður í Vinnu-
málum á, tá hann á ting-
fundinum hósdagin svaraði
einum skrivligum fyri-
spurningi
frá
Hergeir
Nielsen úr Tjóðveldisflokk-
inum.
Hergeir
Nielsen
spurdi, hvat landsstýris-
maðurin hevur gjørt fyri at
kann loftvegis sambandið
við Suðuroynna, og nær
hann fer at leggja úrslitið
fyri løgtingið.
Bjarni Djurholm vísir í
svari sínum á, at Sam-
ferðsluætlanin í síni niður-
støðu legði dent á, at tað
ikki bar til at gera nakra al-
menna
niðurstøðu
um
møguleikarnar fyri flog-
sambandi millum Suður-
oynna og Havnina, av tí, at
tøka tilfarið tá var so mikið
óvist. Samferðsluætlanin
vísti á, at um eitt størri
flogfar verður nýtt, sum
kann taka so mikið nógv av
ferðafólki og farmi, at
Smyril kann minka túratal-
ið, er støðan brádliga ein
heilt onnur, og nýggjar
kanningar mugu gerast.
Men Bjarni Djurholm
sigur seg hava raðfest upp-
gávuna at betra um sjóvegis
sambandið við Suðuroynna
hægri, enn at kanna tørvin
fyri loftvegis sambandi við
einum størri flogfari.
– Suðuroyingar kunnu nú
innan fá ár vænta at fáa eitt
nógv
betrað
sjóvegis
samband, og verður íløgan í
nýtt Suðuroyarskip helst
tann størsta íløgan, ið tað
almenna nakrantíð hevur
framt, segi Bjarni Djur-
holm.
Men landsstýrismaðurin
vísti tó á, at hann hevur sett
ein embætismannabólk at
gera eina ætlan fyri undir-
støðukervið í Føroyum, ið
skal betra um grundarlagið
fyri langtíðar íløguætlanini
innan vinnumál. Og í hesi
ætlan verður sambandið
við Suðuroynni eisini við-
gjørt.
Uppskotið hjá
Hendriki Old um
at lækka bensin-
avgjaldið varð í
gjár samtykt í løg-
tinginum. Fólka-
flokkurin atkvøddi
saman við andstøð-
uni, og Tjóðveldis-
flokkurin er
noyddur at slúka
enn ein kamel
SAMGONGU-
ÓSEMJA
John Johannessen
Uppskotið hjá Hendriki
Old um at lækka bensin-
avgjaldið, sum fyri tíð
síðani elvdi til stóra
samgongukreppu, varð í
gjár samtykt í løgtingin-
um.
Tað var Fólkaflokkur-
in, sum var orsøk til, at
uppskotið varð samtykt.
Hann
atkvøddi
fyri,
hóast Tjóðveldisflokk-
urin áður hevur funnist
at Fólkaflokkinum fyri
at taka undir við málin-
um og eisini beinleiðis
hevur víst á, at hetta
kann hótta samgongu-
samstarvið.
Men tað letur til, at
Tjóðveldisflokkurin enn
einaferð hevur svølgt
kamelar fyri at náa mál-
inum um fullveldi. Tjóð-
veldisflokkurin atkvøddi
í gjár ímóti uppskotin-
um. Men hóttanirnar
um, at samgongusam-
starvið er í vanda, verða
eftir øllum at døma ikki
framdar í verki, hóast
Fólkaflokkurin atkvøddi
fyri.
Bensinavgjaldið lækkar
Helena fær harðar
ákoyringar
Hendrik Old
Suðuroyingar fáa ikki
flogsamband
SAMFELAG OG POLITIKKUR
Tað gongur av sonn-
um væl hjá rockbólk-
inum Týr. Teir klára
seg væl í tónleika-
kapping, teir luttaka
í, og í kjalarvørrinum
av Prix Føroyum,
hava teir fingið
spennandi tilboð um
upptøku, ið ikki kann
sigast at koma frá
týdningarleysari síðu
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Hóast bólkurin Týr ikki var
millum 3 teir fremstu, tá
dómaraatkvøðurnar vórðu
taldar upp á Prix finaluni
fyri viku síðani, so tykist,
sum fáa teir væl burturúr
luttøkuni. Teir vórðu valdir
sum gestir á Jellingfestival-
inum í ár.
Teir eru við í stórari tón-
leikakapping og tað gongur
væl. Tann 23. maj spæla
Týr í Vega í Keypmanna-
havn.
Spennandi tilboð
Í kjalarvørrinum av Prix
Føroyar finaluni, hava Týr
fingið tilboð um at koma til
upptøku. Og tað er ikki júst
ein og hvør, ið hevur boðið
teimum.
Ein av útlendsku gestun-
um til finaluna hesaferð, ið
eisini vitjaði finaluna í
1999, var Jens Ove Friis.
Hann er stjóri í CMC-Rec-
ords og er t.d. maðurin, ið
tók Creamy undir sínar
veingir. Hann hevur før-
oyska konu og vitjar ofta í
Føroyum, fyri at lurta eftir,
hvat rørir seg á føroyska
tónleikapallinum.
Eftir finaluna segði Friis
við Sosialin, at honum
dámdi væl Týr, hóast hann
ikki júst visti, um hann
tordi at bjóða teimum
plátusáttmála. Týr fara aft-
ur til røturnar, kvæðini, og
hetta dámdi Friis væl.
Hann segði, at honum lysti
at vita, um hetta eisini
hevði kommersiella megi.
Og nú hevur Jens Ove
Friis boðið Týr at koma í
upptøkuhølini.
Hvat
stendst av hesum, er sjálv-
sagt ógjørligt at siga, men
staðfestast kann, at Týr av-
gjørt er ein bólkur, ið hevur
nógv jørn í eldinum í løtuni
og nøkur av jørnunum eru
heit.
Týr fingið spennandi tilboð
Týr hava nógv jørn í eldinum. Teir klára seg væl í tónleika-
kapping, ið teir eru við í. Tann 23. maj spæla Týr í Vega í
Keypmannahavn. Og tilboð er nú komið um upptøku og tað er
ikki ein og hvør, ið stendur aftanfyri
Svenski gospelrockbólk-
urin lovar, at teir fara ikki at
spreingja
eins
sterkar
bumbur hesaferð, sum teir
gjørdu seinast. Teir spæla í
Runavík um tríggjar vikur
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Leygarkvøldið 19. mai fer
ein av bestu gospelrock-
bólkunum í Europa at
spæla á stórari konsert í
ítróttarhøllini í Runavík.
Svensku Jerusalem koma
til Føroyar at hava konsert,
og teir eru ikki hvør sum
helst. Síðani teir byrjaðu at
spæla í 1975 hava teir verið
roknaðir sum ein tann besti
gospelbólkurin í Europa.
Teir spæla harðan rock-
tónleik, tó altíð við einum
beinraknum kristnum boð-
skapi.
Upprunamanningin
Tað var Ulf Chrstiansson,
sum stovnaði bólkin í 1975,
og hetta hendi, eftir at hann
varð vorðin trúgvandi krist-
in. Tað var ymiskt, hvussu
nýggju
gospelrockarnir
vórðu móttiknir av fólki
– tað var alt frá fagnarrómi
til veruligt hatur.
Tað var ókent tá í tíðini,
at kristnir bólkar spældur
so harðan tónleik við
kristnum innihaldi – og so
enntá í kirkjum og sam-
komuhúsum.
Jerusalem fullu ikki í fátt
av mótburðinum, og tað
skuldi vísa seg at verða ein
skilagóða avgerð. Teir hava
gjøgnum árini sæð, hvussu
túsundtals av ungfólki hava
tikið í móti teimum og boð-
skapinum, teir bera.
Manningin í bólkinum
hevur verið fyri fleiri út-
skiftingum gjøgnum árini,
men nú er bólkurin mann-
aður við teimum, sum vóru
við frá byrjanini. Teir eru:
Ulf Christiansson, gittar og
sang, Dan Tibell, keyboard,
Anders Mossberg, bass, og
Klas Anderhell, trummur.
Upprunamanningin hev-
ur givið fleiri fløgur út
seinnu árini.
Eingin bumba hesferð
Jerusalem hevur einaferð
áður spælt í Føroyum. Tað
var í áttatiárunum og hvør
minnist ikki tiltiknu bumb-
una,
sum
teir
brustu.
Bumban var nakað hart
lødd, tí hon mundi blást
oyrini av fólki, men teir í
Jerusalem hava lovað fyri-
reikarunum, at hetta verður
ikki endurtikið.
Tað er nýstovnaða felag-
ið, Adore Music, sum
stendur fyri konsertini. Fel-
agið varð stovnað fyri nøkr-
um mánaðum síðani við tí
endamáli at stimbra kristn-
að tónleikin í Føroyum við
at skipa fyri konsertum,
festivalum og ymiskum
ráðstevnum.
Konsertin við Jerusalem
er fyrsta stóra tiltakið hjá
felagnum.
Atongumerki til konsert-
ina leygarkvøldið 19. mai
fáast á Statoilstøðunum
kring landið og kosta 125
krónur.
Jerusalem til Føroya
Klas Anderhell og hinir í gospelrockbólkinum, Jerusalem, koma
til Føroya at hava konsert um tríggjar vikur
Nr. 81 - 28. apríl 2001
5
gult5 cyan5 magenta5 svart5
4
Nr. 81 - 28. apríl 2001
gult4 cyan4 magenta4 svart4
Føroya Tele kann nú bjóða tær eina heilt nýggja
tænastu, ið kallast sn@rNET. Hetta er eitt fast
samband bygt á ADSL tøknina, ið gevur tær eina
móttøkuferð upp til 1024 k/sek*), har tað vanliga
uppringda sambandið, vit kenna í dag, bert kann
móttaka og senda upplýsingar við eini ferð millum
28 og 56 k/sek. Umframt skjótu ferðina eru eisini
hópin av fyrimunum og nýggjum møguleikum við
tænastuni.
Vilt tú vita meira um sn@rNET, er tú vælkomin
inn í eina av Telebúðunum eftir einum faldara ella
vitja okkara heimasíða á www.tele.fo.
Fyri fyrstu ferð í Føroyum
Við sn@rNET hjá Føroya Tele kanst tú ferðast á internetinum
við rúkandi ferð alt samdøgrið.
Føroya Tele • Postboks 27 • 110 Tórshavn • Tel 30 30 30 • Fax 30 30 31 • e-mail: ft@ft.fo • www.tele.fo
p e t u r & p e t u r • 3 2 0 8 7 0
Fleirfalda ferðina
á internetinum..!
*) Galdandi fyri virki. Fyri privat kann hægsta móttøkuferðin vera 512 kb/sek.
Avmarkingar: Av tí at ADSL-tøknin setur stór krøv til telefonlinjuna, eru
avmarkingar fyri, hvar Føroya Tele kann veita sn@rNET.
Downstream Upstream Stovningargjald Mánaðargjald
256kbps
64kbps 3.995,-
449,-
512kbps
128kbps 3.995,-
649,-
Dátamongdir verða avroknað við 1,50 kr. fyri hvørt megabýt fyri útland
og 0,50 kr. fyri hvørt megabýt fyri innanlands dáta. Prísirnir eru við MVG.
Downstream Upstream Stovningargjald Mánaðargjald
256kbps
256kbps 9.996,-
1.545,-
512kbps
512kbps 9.996,-
1.396,-
1024kbps
512kbps 9.996,-
1.716,-
Dáta verða avroknað við 0,80 kr. fyri hvørt megabýt. Prísirnir eru uttan MVG.
Skapið framtíðina saman við okkum
P
R
I
V
A
T
V
I
N
N
U
L
I
G
T