Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 28. apríl 2001 7 gult7 cyan7 magenta7 svart7 6 Nr. 81 - 28. apríl 2001 gult6 cyan6 magenta6 svart6 – Suðuroyar Spari- kassi og VB hava aftur í ár gjørt sponsor avtalu. Men avtalan er ikki ókeypis, tí sparikassin setir krøv. Formað- urin í VB sigur, at málið í ár er aftur at tryggja VB atgongu- merki út í Evropa SPONSORAVTALA Áki Bertholdsen – Suðuroyar Sparikassi skal síggjar har hann er. Tað er orsøkin til at Suð- uroyar Sparikassi aftur í ár ger sponsoravtalu við Vágs Bóltfelag. Per Hansen, marknaðar- leiðari hjá Suðuroyar Spari- kassa, dylir ikki fyri, at hann er sera fegin sum sponsoravtaluna, sum hann gjørdi við VB í fjør. – Tit kláraðu tykkum væl og vóru við til at gera spari- kassan sjónligari. Marknaðarleiðarin var so væl nøgdur við sponsorav- taluna í fjør, at Sparikassin ikki bara ger nýggja avtalu við VB, tí hendan nýggja avtalan er enntá betri enn tann í fjør. Hóskvøldið skrivaðu Per Jacobsen og Óli Holm, for- maður í VB, undir tað nýggju avtaluna, men teir vilja ikki siga nakað um tann fíggjarliga partin í henni. Men Per Hansen dylir ikki fyri, at avtalan kostar Suðuroyar Sparikassa tað mesta av puljuni, hann hevur til taks til slíkar avtalur. Í avtaluni stendur eisini, at umframt vanliga stuð- ulin, fær VB bonus, um teir fáa eitt gott úrslit aftur í ár, tvs, fáa minst eitt trijða pláss. So vítt, vit hava fingið upplýst, er hetta 31. árið á rað, at Suðuroyar Spari- kassi stuðlar VB fíggjar- liga. Setir krøv Marknaðarleiðarin í Suður- oyar Sparikassa dylir held- ur ikki fyri, at stuðulin er ikki ókeypis. – Vit seta eisini krøv til tey, vit stuðla og vit vænta okkum avgjørt nógv av VB. – Tá ið vit aftur í ár fara í holt við eina nýggja avtalu, vænta vit at fáa nakað burturúr. Per Hansen sigur at hann tí eisini væntar, at VB aftur í ár fer at klára seg væl. –Tað er tí við góðum treysti, at vit aftur í ár skriva undir nýggjan sátt- mála, segði Per Jacobsen, tá ið sáttmálin varð undir- skrivaður. Óli Holm, nývaldur for- maður í VB, heldur kortini, at tað verður ein ómetaliga trupul uppgáva at røkka sama úrslitið aftur í ár. – Men liðið er gott. Spælararnir eru í góðari venjing og teir eru sera ágrýtnir. – So hóast vit hava tapt 4- 0 í steypakappingini fyri HB og hóast vit hava tapt tveir dystir ímóti NSÍ, eru vit ikki falnir í fátt, verri enn so. Óli Holm minnir á, at hóast kappingin í fjør end- aði so væl, sum hon kundi, byrjaði árið ikki serliga væl, tí VB tapti 6-2 fyri HB í steypkappingini og tapti eisini heilt ófatiliga dystin ímóti B 71 í Vági, hóast VB hevði alt spælið. – Tapini higartil í ár kunnu bara lærara spælar- arnar, at teir skulu vera meiri ágangandi. Hóast vit hava tapt í steypakapping- ini, kann ein long og hørð landskapping laga seg nógv øðrvísi, tað vísti árið í fjør týðiliga. Hann sigur, at VB hevur sett sær sum mál í ár at røkka einum úrslitið, sum gevur teimum pláss í evro- piskari kapping, og tað vil siga, at VB skal minst verða nummar trý. VB skal standa sína fyrstu roynd í morgin, tá ið teir í fyrsta umfarinum í landskappingini taka ímóti FS Vágum. – Tað hevur ósmetaligan týdning at koma væl frá byrjanini. Tí er tað ein dyst- ur, sum má og skal vinnast, sigur Óli Holm Halda fram við samstarvinum Tað er við góðum treysti, at Per Jacobsen, marknaðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa, vm. og Óli Holm formaður í VB, skrivaðu undir nýggja sponsoravtalu hóskvøldið. Spælararnir, sum hyggja at, eru f.v. Eyðun Jacobsen, Bjarni Johansen og spælandi venjarin, Krzystof Popczynski Í løtuni sita fiski- frøðingar úr øllum limalondunum í ICES á fiskirannsóknar- stovuni og gera til- mæli, sum politikar- arnir skulu miða seg eftir, tá teir gera avtalur og lógir í fiskivinnuni. Væntandi verður sama niðurstøða sum í fjør, tá komið varð fram til, at fleiri stovnar verða ovurveiddir FISKIVINNA Stefan í Skorini Talan er um trettan stovnar, sum fiskifrøðingarnir gera sær nakrar metingar av. Teir kjakast ikki um kvotur men heldur um tær vísindaligu kanningarnar og úrslitini, sum fyriliggja nú. Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á fiskirannsóknar- stovuni, sigur, at enn ber ikki til at siga nakað ná- greiniligt um, hvussu stovnsmetingarnar fara at síggja út, fyrr enn teir eru lidnir við tilmælini. Enn er langt eftir á mál í við- gerðini hjá teimum, og ein nevnd skal eisini døma um tilmælini, áðrenn tey verða send landstýrinum og hin- um stjørnunum í ICES. Sama sum í fjør Slík tilmæli hjá ICES verða gjørd á hvørjum ári. Í fjør var niðurstøðan, at teir flestu stovnarnir verða ovurveiddir, og nógv bendir á, at sama niðurstøðan verður gjørd í ár, men enn ber ikki til at siga nakað við vissu, tí arbeiðið hjá fiski- frøðingunum er ikki liðugt. Tá tilmælini, sum hesir fiskifrøðingarnir gera, eru liðug, verða tey send til ummælis hjá ráðgevandi nevndini hjá ICES, sum eitur ACFM. Hetta er ein sokallað góðskutrygging av tilmælunum, sum síðani verða send landsstýrinum, ið beinir tey í stovnsrøkt- arnevndina. Henda nevnd- in, ið er samansett av ser- frøðingum og umboðum úr vinnuni, ger sínar metingar av tilmælunum og sendir tey aftur til landsstýrið. Síðani verða tey borin nið- an í tingið at viðgerast á Ólavsøku. Felagsstovnar Ein áhugaverdur stovnur, ið serfrøðingarnir gera sær nakrar metingar av, er felagsstovnurin av konga- fiski, sum verður veiddur í Irmingarhavinum. Nógv skip eru seinastu tíðina far- in at veiða har um leiðir, og nakrir føroyskir bátar eru har ímillum. Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at trupulleikin við tí stovninum er, at hóast skip fiska í altjóða sjógvi, so vil hann vera við, at tey fiska av stovninum hjá føroy- ingum. Hetta er tí, at fiskurin ferðast út í altjóða sjógv, men hoyrir hóast tað til stovnin. Spurningurin er, hvørjum stovni fiskað verður av. Tilmælini verða klár einaferð fyrst í mai mánaði. Fiskifrøðingar úr ICES londum: Gera stovnsmetingar Hjalti í Jákupsstovu og aðrir fiskifrøðingar arbeiða í hesum døgum við at gera eitt tilmæli til ICES VIÐMERKINGAR Búskaparfrøði Nýklassiska frambrotið Meir ella minni vanakent verður nýklasiska fram- brotið lagt til 1870 talið og til tríggjar bøkur. The Theo- ry of Political Economy (1871) hjá ongilsmannin- um Jevon, Grundsätze der Volkswirtschaftslehre (1871) hjá eysturríkarinum Carl Mengers og Elements d’Economie politique pure (1874,1977) hjá fraklend- inginum Léon Walras. Vit fylgja hesum vana. Hann er tó ikki sjálvsagdur. Lutvís hava vit jú sæð, at margi- nalt hugsandi kom fyri seg í einstøku førum nógv fyrr. Lutvís varð tað ikki nakað frambrot beinanvegin við Jevons, Menger og Walras. Søguligi skúlin framhelt í langa tíð at valda á nógvan hátt. Av hesum trimum nevndu av fyrsta ættarliði av nýklassikarunum geva vit Jevons størst pláss. Við- víkjandi Menger og Walras avmarka vit okkum stórt sæð við at vísa til nøkur brot, har teir skilja seg frá Jevons. Vit gera so fyri at spara pláss, ikki tí at Meng- er og Walras skulu vera minni týdningarmiklir. Jevons, enskur nytturoknari Stanley Jevons føddist 1835 í einari múgvandi familju í Liverpool. Pápin var jarnhandlari, og trúar- vegin var familjan unitar- istar, og skeyt seg við tí burtur frá tí vanliga. Myrk- ur dámur legðist yvir upp- vøksturin av sjúku og deyða í familjuni og av at familjufyritøkan fór á heys- in, tá Jevons var trettan ár. Jevons læs nátúruvísind í London og virkaði sum evnafrøðingur nøkur ár í Australia, áðrenn hann 1859 kom aftur til Europa fyri at lesa logikk, heim- speki og tjóðarbúskap. Áðrenn hann 1871 al- mennakunngjørdi The The- ory of Political Economy hevði hann givið út fleiri aðrar bøkur, mest av lýs- andi (deskiptivum) slag ella bendar móti einum serlig- um spurningi. Sjálvt innan reinan logikk hevði hann almannakunngjørt seg. Jevons og mátfrøðin Mest gitna rit Jevons The Political Economy er ein sermerkt nýklassisk bók við bending síni á mikrobú- skaparligar spurningar, við nyttumaksimering sum máli fyri búskaparliga veru og við marginalhugtaki og støddfrøði sum kanning- ingar amboði. Støddfrøðin sermerkti vissuliga ikki eysturríkarinir, men fyri Jevons og hinir bretsku neoklassikarnir, var hon eyðkend. Jevons er ógvu- liga íðin at føra fram stødd- frøðina í búskapar kanning. Lat okkum hyggja eftir hugsunarrøð hansara: Tað er sjálvklárt at um tjóðarbúskapurin als skal vera ein vísind, má hann vera ein støddfrøðis (mate- matisk) vísind. Tað eru nógvir fordómar móti royndum at innføra stødd- frøðis arbeiðshættir og mál í enhvørja grein av moral- vísindunum. Nógv menn- iskju tykjast trúgva at nát- úruvísindagreinirnar eru tað rætta øki fyri matemat- iska arbeiðsháttin, og at moralvísindirnar krevja onkran annan arbeiðshátt - eg veit ikki hvønn. Mín bú- skaparliga læra er tó reint støddfrøðislig av slagi. Nei, eftirsum eg haldi at tær nøgdir (kvantitetir), sum vit hava við at gera, mugu verða fyri samanhangandi skifti, ivist eg ikki í at brúka brúkiliga partin av støddfrøðini, hóast hon inniber djarva atlitið til óendaliga smáar nøgdir. Læran er nýtsla av differen- sialrokning á vælkenda hugtakið førleika, nyttu, virði, eftirspurning, útboð, kapital, rentu, arbeiði og øll aðri nøgdar hugtøk, sum hoyra til dagliga arbeiðs- semi. Eftirsum fulkomna læran innan næstan hvørja aðra vísind inniber brúk av differensialrokning, so kunnu vit ikki hava eina rættiliga búskaparliga læru uttan hennara hjálp. Tað tykist mær sum um vísind okkara má vera mat- ematisk heilt einfalt tí hon er um nøgdir. (s.78) Jevons og nyttan Eftir arbeiðsháttasliga byrj- unar kapitul sítt hevur Jev- ons tvey kapitul um lyst og ólyst (pleasure and pain) ávikavíst nyttu (utility). Ein grundspurningur er “hvussu lystur og ólystur kunnu roknast í nøgd”. Her knýtir Jevons seg til utili- taristin Jeromy Bentham (1748-1832), sum vildi vera við at stórleikin av lysti og ólysti millum annað greiðist av kenslunar styrki, hvussu longi hon varar, vissu ella óvissu, umframt um hon fellur nær ella fjart í tíðini. Lysturin og ólyst- urin kunnu viðgerast sum positivir ávikavíst negativir stórleikar í bókstavrokn- ingini (algebraini). “Mál okkara fer altíð at verða at mest møguliga gera slutt- summin bent móti lysti, sum vit heilt einfalt kunnu kalla positivu kósina”. Hann staðfestur uppgáv- una hjá tjóðarbúskapinum í einari áhugaverðari skrál- ýsing: Lyst og ólyst eru óiva ytstu mát fyri tí tjóðarbú- skapurin roknar við. At nøkta okkara ynskir til ytsta mark við minsta ómaki - at fáa til vega størstu nøgd av tí, sum er ynskisvert til minsta kostnað av tí, sum er ynskt - við øðrum orðum, at mest møguliga gera lyst- in er trupuleikin í tjóðarbú- skapinum. Men tað er best at so skjótt sum gjørligt flyta áhuga okkara til alisligu lutirnir ella gerð- irnar, sum eru kelda okkara til lyst og ólyst. (s.101) Umvegis teir lutir og gerðir, sum eru kelda til lyst og ólyst, kemur Jevons inn á hugtakið nyttu. Hann sigur, at hann skal brúka orðingina “nyttu til at lýsa hugmyndaliga eginleikan við hvørjum eitt endamál tænir okkara ætlanum... Alt, sum kann framala lyst ella forða fyri ólysti, kann bera í sær nyttu”. “Nyttan má síggjast sum mettað við, ella til og við sum heilt eins (identiskt) við, tilskot- ið til eydnuna hjá einum persóni.” a) Tað er ógvuliga týdning- armikið, sigur Jevons, at skilja millum fulkomna nyttu og tað, hann kallar, “degree of utility”, sum heilt einfalt er tað, sum vit kalla markanyttu ella marg- inalnyttu. Markanytta minkar fyrr ella seinni. Í samband við tjakið um avtakandi markanyttu ger Jevons eina viðmerking til tað vit í brotinum um Smith kallaðu virðisósamsvarið (virðisparadoksið): Markanyttan er virkis- hátturin (funksjónin) hará búskaparliga læran kemur at vísa seg hvíla. Búskapar- frøðingar hava yvirhøvur ikki havt eydnuna við sær í at skilja millum henda virkishátt og savnaðu nyttuna, og úr hesari sam- anblanding hevur nógv ør- kýmling staðist. Nógvar vørur, sum eru ógvuliga nyttugar fyri okkum eru lít- ið virðismettar og ynsktar. Vit kunnu ikki liva uttan vatn, og tó seta vit undir vanligum umstøðum onki virðið í tað. Hví er tað so? Heilt einfalt tí at vit vanliga hava so nógv vatn at markanyttan av tí er mink- að niður í næstan null...Lat útboðið verða neyvt fylt av turki, so byrja vit at kenna høgu markanyttuna, sum vit annars hugsa lítið um.(s.111) Jevons enduruppdagar aðru lóg Gossens. Um ein persónur brúkar eina ávísa vøru uppá tveir ymiskar mátar, so krevst við skrivihátti Gossens fyri nyttumaksimum at du1 du2 ——- = ——- dx dy har u er nyttan og x er brúkið av vøruni á ein hátt og y er brúkið av somu vøru á ein annan hátt. Jevons og býtið. Nyttu- læran munnar út í eina býtislæru og prísteori, har Jevons útleiðir nú vælkend- ar javnvágistreytir. Hann byrjar við einum nágreinil- igum tjaki um orðið virði, sum honum tykir er ymiskttýðandi og tí lítið brúkiligt. Í staðin krevur hann orðingina býtiskvotu (“ratio of exchange”), sum tó ikki forðar at hann við hvørt enntá tosar um virði. Kanningin byggir á fleiri givnar fyritreytir. Ein er at tað finst ein marknaður, skilmarkaður (defineraður) sum “tveir ella fleiri persónar, sum handla við tveimum ella fleiri vørum”. Handlandi á marknaðinum hava fulkomiliga kunning um tilgongd, eftirspurning og býtiskvotur. Vørurnar eru einstáttaðar (homogenar) og fulkomiliga uppbýtisligar. Miðkjarnar í boðskapinum framsetist so her: Grundarsteinurin í allari býtislæruni og høvuðstrup- uleikin í tjóðarbúskapinum, liggur í hesum pástandi - Býtiskvotan millum tvær vørur koma at vera eins við umvenda lutfallið millum markanytturnar við vøru- nøgdunum, sum eru til at taka til brúk (konsumsjón) aftaná at býtið er fulgjørt.(s.139) Hetta inniber t.d. at um marknaðar býtiskvota millum korn og kjøt er 10 til 1, tvs. 10 kilo korn býtis móti 1 kilo av kjøti, so krevur javnvágin fyri ein einstakling, at markanytta hansara av einum marginalum kilo av kjøti er 10 ferðir so stór sum markanyttan av einum marginalum kilo av korni. Um ikki tað seinra er nøktað uttan t.d. markanyttan frá einum marginalum kilo av kjøti bara er 5 ferðir so stórt sum markanyttan frá einum marginalum kilo av korni, so hevði tað lønt seg fyri einstaklingin, at eftir býtiskvotuni 10 til 1 (ella til og við nakað lægri) býta burtur kjøt (so at mark- anyttan á tí veksur) og býta til seg korn (so at mark- anyttan á tí minkar). Tað hevði lønt seg fyri ein nyttumaksimerandi ein- stakling, at framhildið být- ið til býtiskvotan og tað umvenda lutfallið millum markanytturnar verða líka. Jevons vísir frá sær í meginregluni (prinsippin- um) arbeiðsvirðislæruna. Fornlutir og tílíkt hava ein prís, sum er rættuliga óheftur av arbeiðsatgongdini í fram- leiðsluni. Vørur. sum loyp- andi framleiðast sum bummull, korn, jarn mm. vísa skiftandi prísir, sjálvt um arbeiðsatgongdin er ó- broytt. “Sannroyndin er at longu niðurlagt arbeiði ikki hevur nakað ávirkan á komandi virðið á enhvørjari vøru: tað er burtur og mist fyri alla framtíð. Í handlum er tað farna fyri alla framtíð farið, og hvørja løtu byrjar vit altíð rein og meta virðið av lutum við eygnabrái móti framtíðar nyttu.” Framhaldandi er Jevons tó minni avgjørdur, og end- aliga støðutakan hansara er ikki so langt burtur frá arb- eiðsvirðislæruni, sum brot- ið yvir kann geva skin av: Hóast arbeiði ongantíð er orsøk til virði, er tað í nógvum førum avgerandi umstøðan, og á henda hátt: Virði valdast bara marka- nyttuna. Hvussu kunnu vit skifta hesa markanyttu? - Við at hava meir ella minni at brúka av vøruni. Og hvussu skulu vit fáa meir ella minni av tí? - Við at brúka meir ella minni arb- eiði uppá at fáa eitt útboð. Eftir hesari hugsan eru tað sostætt tvey stig millum arbeiði og virðið. Arbeiði ávirkar útboðið, og útboð- oð ávirkar markanyttuna, sum stýrur virðinum ella býtiskvotuni. Fyri at tað ikki skal valda nøkur missnøgd um hesa ógvuliga týdningarmiklu lutføll vil eg endurgeva tað í talvu- skapi á henda hátt: Framleiðslukostnaðurin avgerð útboðið; Útboðið avgerð marka- nyttuna; Markanyttan avgerð virðið. (s.186-187) Hvat avgerð virði arbeið- sins ? Jevons ger eina aftur- íkoppling millum seinasta og fyrsta spurningin. Hann heldur at virði av arbeiðin- um má avgerðast av virðin- um á framleiðsluni, ikki virði av framleiðsluni av arbeiðinum. Samanumtakandi kunnu vit um Jevons siga, at hann í teoretiska verki sínum legði tyngdardepilin á nytt- usíðuna, men at arbeið- royndin og framleiðslusíð- an ikki er heilt burturgloymd. ——————————— a) Vilfredo Pareto vendi sær í Cours d’économie politique (1896) móti at orðið nytta (utilité) brúktist í búskaparligum tekstum, tá ynskimál hjá ein hvørjum nøgtaðust, sjálvt tá tað hendi gjøgnum so “nyttug- ar” lutir sum vápn ella skaðiligan heilivág. Hann skeyt upp í staðin uttanvelt- aðu orðingina ophélimité, men hon hevur ikki vunnið viðurkenning. Orðingarlagið hevur út- viklað seg á henda hátt eftir hugsan Streisslers (1990): Friedrich von Wieser um- setti “final degree of utility” hjá Jevons til týskt til “Grenznutzen”. Henda týska orðing umsettist síð- an aftur til enskt til “marg- inal utility”. Mannbjørn J. Jacobsen Við Sosialinum Í BÝIN Sosialurin fer í býin hvørja viku og tú sleppur at fylgja við hvussu hetta spælir av