Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 31. oktober 2007 31 KUNNGERÐ um fólkatingsval í Fuglafjarðar kommunu Til veljarar til fólkatingsvalið 13. nov­ ember 2007 í Fuglafjarðar kommunu. Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað, so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðu­ greiðslan fer fram í býráðssalinum týsdag­ in tann 13. november 2007 fyri Fuglafjørð og Kambsdal og í Bønhúsinum á Hellunum fyri Hellurnar. Atkvøtt verður millum kl. 09.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan støðg. Brævatkvøða: Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og 15.00 til og við fríggjadagin 09. novem­ ber 2007. Tá seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er leygardagin 10. novem­ ber 2007, so verður býráðsskrivstovan eisini opin nevnda dag millum kl. 13.00 og 17.00. Heimaval: Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi leygardagin 10. november 2007 við at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 737700 ella 737701 í seinasta lagi leygar­ dagin tann 10. november 2007 kl. 15.00. Valkort: Valkort verða send veljarunum í kommunu­ ni við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við býráðsskrivstovuna á telefon 737700 skjótast. Veljarar hava valkortið við sær til valborðið. Fuglafjørður, tann 29. oktober 2007 Fuglafjarðar Býráð Kunngerð Tað verður her gjørt kunnugt, at fráboðaða fólka­ tingsvalið fer fram týsdagin tann 13. nov. 2007 í skúlaauluni við gøtugjógv. Atkvøðutíðin verður frá kl. 9.00 og til kl. 20.00 og verður tá valið endað, so skjótt eingin veljari kemur fram til valavgreiðslu, hóast áheitan. Brævatkøður Tey, ið av ymsum orsøkum heldur ynskja at velja við brævatkvøðu á fólkayvirlitinum (kommunu­ skrivstovuni) ella heima, verða biðin um at boða kommunuskrivstovuni frá í seinasta lagi fríggja­ dagin tann 9. nov. 2007 kl. 15. Seinasti rættstundis dagur fyri bræv­ atkvøðugreiðslu er tó leygardagin tann 10. nov. 2007. Brævatkvøður skulu vera valnevndini, har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl. 9 valdagin. Valkort Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi verða send út við postinum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt, men annars til og við valdagin. Minnist vinarligast til at hava valkortið við á val. 29. okt. 2007 KUNNGERÐ Tað verður her gjørt kunnugt, at fráboðaða fólka­ tingsvalið fer fram týsdagin tann 13. nov. 2007 á kommunuskrivstovuni í Leirvík Atkvøðutíðin verður frá kl. 900 og til kl. 2000 og verður tá valið endað, so skjótt eingin veljari kemur fram til valavgreiðslu, hóast áheitan. Brævatkvøður Tey, ið av ymsum orsøkum heldur ynskja at velja við brævatkvøðu á fólkayvirlitinum (kommunu­ skrivstovuni) ella heima, verða biðin um at boða kommunuskrivstovuni frá í seinasta lagi fríggja­ dagin tann 9. nov. 2007 kl. 12.00. Seinasti rættstundis dagur fyri brævatkvøðugreiðslu er tó leygardagin tann 10. nov. 2007. Brævatkvøður skulu verða valnevndini, har velj­ arin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl. 9 valdagin. Valkort Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi verða send út við postinum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt, men annars til og við valdagin. Mint verður á, at tygum eiga at hava valkortið við á val. Leirvík, tann 30. oktober 2007 Leirvíkar Kommuna Kulibakki 15 · FO – 520 Leirvík Tlf. 443006 · www.leirvik.fo Teldupostur: leirvik@leirvik.fo Bilførari søkist Trailarakoyrikort og royndir innan trailaraflutning krevst. Áhugaði kunnu venda sær til: Sp/f OCD FO-600 Saltangará Tel. 477200 Bussur til sølu Bussurin er ein Citroen Jumper, ið er góðkendur til 13 ferðandi + førara. Bussurin, sum er í besta standi, hevur aircondition, oljufýr, fartpilot og bakkisensor. Trygdarbelti til øll setur. Bert koyrt 49.000 km. Tlf. 51 54 55 AS 2-15/2007 Det meddeles, at tvangsauktionen tirsdag den 13. november 2007 kl. 10.15 over ejendommen matr. nr: Tórshavn 686 a Sámalsgøta 6 er aflyst Føroya rættur den 29. oktober 2007 FÓLKATINGSVALIÐ fyri valstøðini í Runavíkar kommunu fer fram á hesum støðum Týsdagin 13. november 2007: Fyri valstaðið í Runavík í Ítróttarhøllini í Runavík fyri bygdirnar: Skipanes, Søldarfjørður, Lamba, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík. Fyri valstaðið á Skála fer fram í pensionistahúsinum á Skála fyri bygdina: Skála Fyri valstaðið í Skálafirði í skúlanum í Skálafirði fyri bygdina: Skálafjørður Fyri valstaðið í Oyndarfirði í skúlanum í Oyndarfirði fyri bygdina: Oyndarfjørður Fyri valstaðið í Elduvík í skúlanum í Elduvík fyri bygdina: Elduvík Fyri valstaðið Funningsfirði í skúlanum í Funningsfirði fyri bygdina: Funningsfjørður Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 09.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Saltangará, 30. oktober 2007 Runavíkar Býráð lýsingar -har tað hendir