Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 211 - 31. oktober 2007 S e r n á m S d e p i l i n Av tí at ov fáar umsóknir eru innkom­ nar, verður endurlýst eftir avloysara fyri ráðgevandi fysioterapeut í hálvtíðar­ starvi í Sernámsdeplinum. Tíðarskeið Skjótast til ber og hetta skúlaár at enda ( 30. juni 07 ) Arbeiðsstað Setanin er í Sernámsdeplinum í Tórs­ havn, men er arbeiðsøkið kanning og ráðgeving viðv. børnum og ungum ( 0­ 18 ár ) kring alt landið. Eftir umstøðunum kann arbeiðið skipast høgligast møgu­ ligt í mun til bústaðin hjá tí, ið sett/ settur verður. Uppgávur Høvuðsuppgávan er í greiningararbeiði at skipa fyri rørsluligum kanningum av børnum og at luttaka í eygleiðing av børnum, ið eru undir kanning. At veita ráðgeving til stovnar, foreldur og tey, ið annars eru um børnini, ið hava rørsluligar trupulleikar. Ein minni partur kann vera viðgerandi venjing. Arbeitt verður í samstarvi við HTM og Barna­ deildina á LSH. Førleikakrav Útbúgvin fysio­ ella ergoterapeutur. Fyrimun hevur umsøkjari við eftirút­ búgving og/ ella royndum at kanna smábørn við serligum atliti til sansa­ menning. Løn og arbeiðstíð Eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Arbeiðstíð, frítíð o.a. verður løgd til rættis í samráð við stjóran í Sernámsdeplinum. Meira fæst at vita við at venda sær til Hans Eli Dahl, stjóra, ella Maluna Justinussen, ráðgevandi eygleiðara, Sernámsdepilin tlf. 314522. Umsókn við avriti av próvskjølum og møg. m. skal vera Sernámsdeplinum í hendi í seinasta lagi tann 16. november 2007. Endurlýsing Ráðgevandi fysio-/ ergoterapeutur Sernámsdepilin Frælsið 32 · Postrúm 2036 FO 165 Argir · Tlf. 314522 · Fax 310196 e­postur: sernamsdepilin@snd.fo lýsingar Tvey spennandi størv sum Ferðslusamskipari og Sølusamskipari eru leys at søkja á Strandfaraskip Landsins. Umsóknarfreistin er 8. novembur. Sí lýsingarnar á heimasíðu okkara www.ssl.fo Ferðslusamskipari og Sølusamskipari oktober-kappingin Hvønn dag í oktober mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mikudagin 7. november 2007 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningur í oktober er 2 M-semiflex flogferðaseðlar við Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Drigið verður aðru vikuna í november. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í oktober 2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Vinnarin av september-kappingini: Gunvør Eliasen · Hvannasund