mikudagur 31. oktober 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 211 - 31. oktober 2007
Vørubilarnir Citroën
Jumpy, Peugeot
Expert og Fiat Scudo
eru kosnir ársins
vørubilar í Evropa
2008
Bilar
Ein dómsnevnd av journal
istum úr 20 evropeiskum
londum hevur kosið teir
tríggjar
vørubilarnar:
Citroën Jumpy, Peugeot
Expert og Fiat Scudo sum
ársins vørubilar í Evropa
2008. Bilarnir verða fram
leiddir í Fraklandi sum sam
starv millum PSA (Peugeot
Citroën) og Fiat.
Grundgevingarnar
fyri
júst at geva hesum trimum
bilum heiðurin sum ”Van
of the Year 2008” vóru t.d.
at
teir
eru
sera
væl
innrættaðir og arbeiðsligir,
umframt
at
teir
eru
komfortablir. Hóast teir
bera
vektina
væl,
eru
koyrieginleikarnir sum á
einum persónbili.
Citroën Jumpy, Peugeot
Expert og Fiat Scudo fáast í
tveimum ymiskum hæddum
og
aksilfrástøðum
við
vørurúmi frá fimm til sjey
rúmmetrar og teir lasta
millum 1.000 og 1.200 kg.
Vørubilarnir fingu eisini
góðan karakter fyri sínar
innbygdu
trygdarskipanir
og
umhvørvisvinarligu
motorar.
mg
SAMBAND
MAgNuS guNNArSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Van of the Year 2008
Citroën Jumpy
Peugeot Expert
Fiat Scudo
Ársins vørubilar 2008 f.v.:
Fiat Scudo, Citroën Jumpy
og Peugeot Expert
Ellisakfør nýtt limablað
»Tíðindaskrivið Ellis
akfør« er heitið á
nýggja limablaðnum
hjá áhugafelagnum
Føroya Ellisakfør.
Í blaðnum eru áhugaverdar
greinar um tiltøk felagsins
sum t.d. túrar við bilum og
motorsúkklum bæði í Før
oyum og uttanlands.
Síðan Føroya Ellisakfør
varð stovnað fyri 15 árum
síðan, hevur felagið givið
út limabløð. Fyrstu árini
var heitið á blaðnum »Tíð
indaskrivið Ellisakfør« í A5
stødd. Í 2003 skifti blaðið
form og varð til eina avís í
tabloid stødd (A3) og fekk
navnið »Hjólið«. Nú er so
blaðið aftur í upprunaligu
støddini.
Í nøkur á hevur limablaðið
hjá Føroya Ellisakførum
verið at fingið til keyps á
Shellstøðunum
kring
landið, men nú er tað eitt
limablað burturav og verður
bert sent út til limirnar.
Nevndin hevur sett sær sum
mál at geva út tvey limabløð
um árið.
Formaður í felagnum er
Eirikur Ó. Simonsen, næst
formaður er Hans Kors
gaard, Páll Danielsen er
skrivari, Hans Jákup Mich
elsen er kassameistari og
Finn Jespersen er nevndar
limur. Eykalimir eru John
Christiansen
og
Búgvi
Apol.
mg