Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 31. oktober 2007 37 Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Hyundai i30 og Fiat Bravo, sum báðir eru nýggir hatchback við fimm hurðum Bilar Bilarnir sum vórðu um­ mældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum miku­ dagin 31. oktober vóru ein Hyundai i30 við 1,4 litra bensinimotori við 109 hk, ein Fiat Bravo við 1,9 litra dieselmotori. Báðir eru teir spildurnýggir hatchback við fimm hurðum. Fyrri bilurin var ein Hyundai i30, ið er ein heilt nýggjur bilur, har serligur dentur er lagdur á komfort, góðar koyrieginleikar og kappingarførar prísir. Hyundai i30 fæst við trim­ um ymiskum bensin og tveimum dieselmotorum. Bensinmotorarnir eru 1.4 við 109 hk, 1.6 við 122 hk og 2.0 við 143 hk. Diesel­ motorarnir eru báðir 1.6 CRDi við ávikavist 90 hk og 115 hk. Talan er um ein rúmligan og væl innrættaðan 5­per­ sónabil. Viðførisrúmið er 340 litrar og kann víðkast til 1250 litrar við at leggja baksetrini niður. Bilurin, sum varð roynd­ arkoyrdur, var ein 1,4 ben­ sin (109 hk) sum kostar kr. 185.750, ið er tann bíligasta útgávan. Hyundai i30 kann síggjast og roynast hjá Norð­ bil við Oyggjarvegin. Fiat Bravo Seinni bilurin varð ein Fiat Bravo, sum eisini er ein hatchback við fimm hurð­ um og góðum plássi til fimm ferðandi. Viðføris­ rúmið er 400 litrar og við baksetrunum niðri verður tað 1.175 litrar. Bravo fæst við tveimum 1,4­litra T­Jet (turbo) bensin­ motorum við ávikavist 120 og 150 hk umframt einum 1,4 litra motori uttan turbo við 90 hk. Dieselútgávurnar eru tveir 1,9­litra M­Jet við ávikavist 120 og 150 hk. Bilurin, sum varð royndar­ koyrdur, var ein 1,9 diesel (120 hk), sum kostar kr. 225.000. Fiat Bravo kann síggjast og roynast hjá Nord­ car í Smiðjugerði og bílig­ asta útgávan kostar 168.000 krónur. Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummæl­ arar vóru Óla Jákup Rólants­ son frá Vikublaðnum, Rann­ vá í Stórustovu, bilentusiast, og Magnus Gunnarsson frá Sosialinum. mg Bravo og i30 í Kring­ varpinum Hyundai i30 er ein hatchback við fimm hurðum -ein bilur sum Hyundai vænta sær nógv av í Evropa Fiat Bravo er ein hatchback við fimm hurðum. Designið er smart og í røttum italienskum stíli Subaru koma seinni í ár á marknaðin við nýggja minibilinum Justy, sum er tann minsti Subaru á evropeiska markn­ aðinum Minibilurin Subaru Justy hevur ikki áður verið partur av Subaru skránni her um okkara leiðir. Men síðst í hesum árinum ella um árskiftið kemur ein heilt nýggjur Subaru Justy á marknaðin. Hesin verður drivin av forhjólunum og hevur ein umhvørvisvinarligan 1.0 litra bensinmotor við 70 hk. Justy er ein lítil og praktisk­ ur bilur sum annars verður væl útgjørdur. Bilurin er 3.61 m langur, 1.67 m breið­ ur og 1.55 m høgur. Aksil­ frástøðan er 2.43 m. Frá Berg Motors verður sagt, at Subaru Justy kemur at kosta umleið 160.000 krónur. mg Nýggjur minibilur frá Subaru bilar Minibilurin Subaru Justy kemur á føroyska marknaðin seinni í ár Subaru Justy er ein hatchback við fimm hurðum Instrumentborðið er einfalt og lætt at avlesa