mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 • Bilblaðið oktober 2007
VR Bilar
við
nýggjari
tænastu
Bilasølan VR Bilar við
Hoyvíksvegin bjóðar nú eina
nýggja tænastu. Opið verður
leygardagar frá kl. 10 til 14,
tá fólk hava møguleika at
støkka inn á gólvið at hyggja
sær eftir einum bili ella bara
til eitt bilprát, sigur stjórin
Marni Olsen
Síðan bilasølan VR-Bilar byrjaði sítt
virksemi við Hoyvíksvegin fyri meira enn
seks árum síðan, er fyritøkan ment nógv, og
sølan er alsamt vaksandi. Vit selja umleið
tríhundrað nýggjar og brúktar bilar um árið.
Fleiri nýggjheitir eru veg frá bæði Renault
og Chevrolet, eins og Volvo seinni fara at
koma við nýggjum modellum, sigur Marni
Olsen, stjóri í fyritøkuni.
VR Bilar selja persónbilar av merkjunum:
Renault, Chevrolet og Volvo. Umframt
virkisbygningin við Hoyvíksvegin, hava
VR Bilar eisini eitt framsýningarpláss við
nýggjum og brúktum bilum í grannalagnum
við Staravegin.
Serliga síðan undirsjóvartunlarnir
eru komnir, vitja nógv fólk til Havnar í
handilsørindum leygardagar. Tí hava vit
avgjørt at hava opið á bilasøluni leygardag
frá kl. 10 til 14. Vit hava stórt úrval av bæði
nýggjum og brúktum bilum.
Um til dømis konan er í býnum og keypir
inn, er maðurin vælkomin at støkka inn á
gólvið hjá okkum fyri at síggja okkara úrval
av bilum ella bara til eitt bilprát, sigur
Marni Olsen stjóri hjá VR Bilum.
mg
VR Bilar við Hoyvíksvegin bjóða nú eina
nýggja tænastu. Opið verður leygardagar
frá kl. 10 til 14. Her eru sølumenninir
Tróndur Sigurðsson og Esbern Jacobsen
inni á bilasøluni
Mynd: Jens Kristian Vang