Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bilblaðið oktober 2007 • 5 Volvo S40 og V50 eru tvær síður av somu søk, har V50 er stationcar útgávan av S40. Báðir hava teir nýliga fingið eina lættari facelift við designbroytingum bæði uttan og innan. Uttan er designið á lyktum, kúfangarum og kølaragittari broytt nakað umframt aðrar smærri broytingar og innan er meira pláss til at leggja ymiskar lutir frá sær. Hóast S40 er tann minsti sedan við fýra hurðum hjá Volvo, er talan um ein rúmligan 5- persónabil við yvir 400 litra stórum viðførisrúmi. Tá bilurin kom á marknaðin, setti hann heilt nýggjan standard fyri komforti og trygd í sínum klassa. V50 er eitt tilboð til tey sum ynskja meira pláss til viðføri og hava annan flutningstørv. Bilurin er sera arbeiðsligur, lessihæddin er lág og hann ber vektina væl. Hóast hann er lastaður, eru koyrieginleikar og komforturin í topp. S40 og V50 fáast við hesum bensinmotor- um: 1.6 litur 4 syl. 100 hk, 1.8 litur 4 syl. 125 hk, 2,0 litur 4 syl. 145 hk, 2.4 litur 5 syl. 140 hk (aut.), 2.4 litur 5 syl. bensin 170 hk og 2.5 litur 5 syl. 220 hk (T5). Dieselmotorarnir eru: 1.6 litur 4 syl. 110 hk og 2.0 litur 4 syl. 136 hk. Standard útgerðin er t.d. el-rútar (aftan/ framman), el-síðuspegl v.hita, hiti í for- setrunum, aircondition, fjarstýrt sentrallás, “follow me home lyktir”, radio v.fløgu- spælara, fýra hátalarar, tvídeilt baksetur, seks airbag, og ABS bremsuskipan við ESP. Sparið 23.650 krónur Væl útgjørdir Volvo S40 og V50 verða í løtuni seldir undir serliga Volvo søluátøkum: ”Volvo S40/V50 Life” (eykaútgerð uttan meirkostnað). Klimaanlegg, ferðpilot, lakkeraðar síðulistar, Dala t/tech inntrekk, informatiónsdisplay, make-up spegl v. ljósi og fjarstýring á rattinum. (Bert galdandi fyri 1.6 og 1.8 bensin og 1.6 og 2.0 diesel). Virði tilsamans kr. 23.650,- Hoyvíksvegur 61 • tel. 322110 • www.vr-bilar.fo Tá fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton var í Føroyum, varð hann koyrdur í einum Volvo XC90 við skottryggum rútum, eins og tveir aðrir Volvo XC90 vóru við í fylginum. Bilurin, sum Clinton varð koyrdi í, var ein sera væl útgjørdur XC90 við 4.4 litra V8 motori og 315 hk. At amerikanski forsetin varð koyrdur í einum svenskum Volvo XC90 er eingin mótsøgn í, bæði tí at Volvo er millum heimsins tryggastu bilar, og tí at tá XC90 kom á marknaðin í 2002, var tað serliga við amerikanska marknaðinum fyri eyga, og har hevur hann verið ein stór succes. Vit kunnu í hesum sambandi nevna at dóttir Bill Clinton, Chelsea, og pávin, Benedict XVI, eisini koyra í Volvo XC90. Endamálið við XC90 var eisini at gera ein tann mest spennandi og trygga bilin á marknaðinum. Bilurin er á tremur við nýggjum og framkomnum tekniskum loysnum. XC90 er ein ektaður Volvo, tá tað kemur til aktiva og passiva trygd. XC90 fæst við hesum bensinmotorum: 3,2 litra 6 syl. (238 hk) og 4,4 litra V8 (315 hk). Dieselmotorurin er ein 2,4 litra 5 syl. (185 hk). Volvo er ikki ein standardvøra, men eru bilar ið verða útgjørdir eftir ynski kundans. Prísirnir á XC90 byrja við kr. 592.000 fyri persónbilin, men við allari tí eykaútgerð sum fæst til bilin, kann prísurin lættliga tátta í milliónini. Bíligasti vøruvognur (Van) kostar kr. 463.000. Clinton koyrdi í Volvo XC90 Volvo S40 og V50 fingið facelift Volvo S40: prísir frá 276.000 Volvo V50: prísir frá 293.000 Volvo XC90: prísir úr 592.000 (persónbilur) XC90 Van: prísir úr kr. 463.000 * Í løtuni eru tveir væl útgjørdir XC90 á goymslu.