mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bilblaðið oktober 2007 • 7
Føroyski maskinførarin Birgir
Bærentsen hevur luttikið í
»New Holland Grand Prix
2007«. Tað er italska traktor-
og gravimaskinuverksmiðjan
New Holland Construction sum
skipar fyri heimsmeistaraskapi
fyri maskinførarar
Í hesum sambandi skipaði New Holland
umboðið í Danmark, Bay Christensen
A/S, fyri semifinaluni fyri maskinførarar í
Norðurevropa í døgunum 27.- 28. september.
Kappast varð við hesum maskinum: New
Holland W190B (17 tons gummiged, New
Holland E215B (22 tons gravimaskina) og
New Holland B115 (rennugravari).
Birgir Bærentsen, sum er maskinførari
hjá J.K. Petersen, var við í semifinaluni og
kappaðist ímóti 12 øðrum úr Norðurlondum.
Hann bleiv nr. 3 og kom víðari til
heimsmeistaraskapið í Italia sum var í
døgunum 12. –13. oktober.
Av teimum tilsamans 42 finalistunum bleiv
Birgir nr. 13, og Norðurevropeiski bólkurin
hann var í, bleiv hann nr. 3. Ein týskari bleiv
nummar eitt øllum finalistunum.
Italska verksmiðjan New Holland er
ein av heimsins størstu framleiðarum av
landbúnaðar og entreprenørmaskinum,
sum verða seldar av 11.500 umboðum í 160
londum.
Í Føroyum er tað Sp/f O.K. Heilsøla
í Hvalvík, sum umboðar New Holland
Construction.
Fyritøkan ynskir Birgiri Bærentsen tillukku
við sera góða úrslitinum.
P/F I.R. Lastvognar í Kolla-
firði er ein av gomlu flutn-
ingsfyritøkunum í landinum
Fyritøkan hevur røtur heilt aftur til tíðina,
tá Christian Geyti búsetti seg á Langasandi
í Kollafirði fyrst í 20-unum og byrjaði
við hotelvirksemi, sum síðan førdi til
tænastuvirksemi innan flutning av fólki og
vøru.
Hetta virksemið yvirtóku eftirkomararnir
við m.a. Menning Geyti, sum helt áfram við
flutningi av vøru og fólki. Til hetta virksemið
hevði hann bæði lastbilar og persónbilar.
Í 1970 tók næsta ættarliðið við, tá
Bergtóra og Ian Rasmussen yvirtóku
virksemið eftir Menning Geyti.
Enn í dag er virksemið hjá fyritøkuni á
økinum og ognunum, har Christian Geyti
byrjaði sítt virksemi við fyrst í 20-unum.
Fyritøkan hevur í dag 15 bilar, og eru tað
børnini sum reka fyritøkuna.
Fyritøkan fæst við allan flutning av t.d.
bingjum (bilar við síðulyftara), maskinum
(blokkvognar) og bilum til asfalt, skerv og
grót umframt annan serflutning.
New Holland Grand Prix 2007:
OK Heilsøla ynskir Birgiri tillukku
Birgir Bærentsen hevur luttikið í New
Holland Grand Prix 2007 við sera góðum
úrsliti
Frá hátíðarhaldinum í Italia. Birgir Bærentsen er nummar fýra frá vinstru
P/F I.R. Lastvognar hava sergjørdar bilar til allan tungan flutning. Her er uppgávan at flyta
ein tyrlu av verjuskipinum, sum liggur á Sundi, vestur á Flogvøllin
Ferðafólk uttan fyri Hotel Geyti, sum enn er á kaiøkinum í Kollafirði, og
fyrsti bilurin
FO 430 Hvalvík • Tel. 422394
I.R. Lastvognar P/f • Inni í Firði 119
FO 410 Kollafjørður
Tlf. 421123 • Fax 421366
Sergjørdir bilar til allan tungan flutning