mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 • Bilblaðið oktober 2007
Nýggi Peugeot 308 avloysir Peugeot 307,
sum er ein av mest seldu bilum í sokallaða
Golf-klassanum í Evropa. Peugeot 308
er ein eyðkendur Peugeot við stórum
opnum kølaragittari, smartum innbygdum
tokulyktum í kúfangaranum og stórum
Peugeot-logo mitt framman. Desingið er í
sama stíli sum nýggi Peugeot 207.
Koyrieginleikar og komfortur eru sum á
fronskum bilum, tá teir eru best. Lættur at
koyra og merkist sum ein munandi størri
bilur, hvat undirvogni og fjaðraskipan
viðvíkur.
Við tað at 308 er bæði longri og breiðari
enn forgangarin, er hann rúmligari bæði
í kabinuni og í viðførisrúminum, sum er
hundrað litrar størri enn á forgangaranum,
442 litrar í mun til 341 litrar á Peugeot
307. Við at leggja baksetrini niður verður
vørurúmið næstan 1.400 litrar.
Til Peugeot 308 er ein breið
motorskrá, sum umfatar fimm bensin-
og tríggjar dieselmotorar, sum allir eru
umhvørvisvinarligir og økonomiskir.
Benzinmotorarnir eru hesir: 1,4 við 95 hk,
1,6 við 120 hk, 1,6 við 150 hk, 1,6 við 140
hk (automatgir), og 1,6 við 174 hk. HDi
dieselmotorarnir eru: 1,6 HDi við 90 hk,
1,6 HDi við 109 hk, og 2,0 HDi við 136 hk.
Eisini eru fimm ymiskir girkassar, sum eru
tilpassaðir teir ymisku motorarnar.
Standard útgerðin umfatar allar tær
vanligu trygdarskipanirnar sum t.d. ABS, ESP,
EBD og AFU (neyðbremsuskipan), umframt at
bilurin fæst við nógvari aðrari útgerð.
Sum standard hevur Peugeot 308 sjey
airbag, tveir framman, tveir í síðunum,
gardinairbag í báðum síðum og knæairbag.
Peugeot 308 fæst í útgávunum Comfort,
Comfort S, Premium, Premium S og Feline.
Bíligasta útgávan kostar 199.000 krónur.
mg
Peugeot 308
– nýggjur
bestseljari
Størsta nýggheitin hjá Peugeot í ár er 308, ið avloysir
Peugeot 307, sum kom á marknaðin í 2001, og í fleiri
ár hevur verið ein av mest seldu bilum í Danmark,
eins og í øllum Evropa
Otto Andreasen, sølumaður hjá Auto Service við ábyrgd fyri Peugeot,
við nýggja Peugeot 308