mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bilblaðið oktober 2007 • 9
Peugeot hava seinnu árini
gingið undan við sínum
sermerkta og smarta designi,
og nýggi Peugeot 207 SW
er einki undantak. Eins og
forgangarin er hesin nýggi
bæði rúmligur og praktiskt
innrættaður
Síðan Peugeot 207 kom á marknaðin í fjør,
er modellskáin víðkað við fleiri ymiskum
útgávum, har tann seinasti er 207 SW, sum
er stationcar útgávan av Peugeot 207.
Allir nýggir Peugeot líkjast hvørjum øðrum
og hava fingið sín heilt sermerkta designstíl.
Hesin 207 SW líkist nógv tí størra Peugeot
407 SW, serliga aftan.
Peugeot 207 SW er 12 cm longri enn
hatchback útgávan, og samstundis er
beinplássið við baksetrini eisini betri, eins
og tey á baksetrinum sita hægri. Annars er
aksilfrástøðan ikki broytt, og einasti munurin
á koyrieginleikunum er, at SW er gjørdur til
at lasta meira, og tí er fjaðraskipanin eitt
sindur strammari og eisini meira sportlig.
Innrættingin er liðilig og bilurin er sera
praktiskur í allar mátar. Viðførisrúmið
er 428 litrar, sum er 158 litrar størri enn
á hatchback útgávuni. Rúmið er lætt
atkomiligt, lessihæddin er lág, og rúturin í
baklúkuni kann latast upp sjálvstøðugt.
Peugeot 207 SW er eisini eyðkendur við
stórum panorama-glastaki, sum gevur sera
gott ljós inn í kabinuna, so bilurin kennist
ljósur og stórur innan.
207 SW fæst við fimm ymiskum
motorum, trimum bensin og tveimum diesel.
Bensinmotorarnir eru: 1,4 við 75 hk, 1,4 við
95 hk og 1,6 við 120 hk og 1,6t við 174 hk
(RC útgávan). Dieselmotorarnir eru: 1,6 HDI
við 90 og 109 hk. Standard útgerðin umfatar
allar tær vanligu trygdarskipanirnar sum t.d.
ABS, ESP, EBD og AFU (neyðbremsuskipan),
umframt at bilurin fæst við nógvari aðrari
útgerð.
Peugeot 207 SW fæst í útgávunum XR, XR
Plus, S16 og RC, og bíligasta útgávan kostar
185.000 krónur. mg
Samstundis sum Saab fylla
60 ár, koma teir við einum
»nýggjum« Saab 9-3, sum
hevur fingið eina sonevnda
facelift. Bilurin er dagførdur
við meira markantum designi
og betri koyrieginleikum
Saab er eitt bilmerki, sum ikki skiftir modell
í tíð og ótíð, men teir dagføra sínar bilar
við jøvnum millumbili, so teir altíð eru
”up to date” bæði hvat trygd, komforti og
koyrieginleikum viðvíkur.
Nú er so Saab 9-3 dagførdur við fleiri
designbroytingum, samstundis sum
undirvognurin er vorðin meira sportligur til
frama fyri koyrieginleikarnar.
Framman er nýggja modellið eyðkent av
t.d. størri kølaragittari og rammum rundan
um tokulyktirnar. Aftan eru eisini nakrar
designbroytingar, eins og desinið sum
heild er broytt. Bilurin líkist konseptbilinum
Saab Aero X, sum fyrstu ferð var sýndur á
bilaframsýningini í Genéve í fjør.
Broytingarnar eru ikki einans uttan. 1,9
litra turbo dieselmotorurin sum fæst við
ávikavist 120 og 150 hk, hevur nú eisini
fingið tveir turboløðarar og 180 hk við einum
snúningsmomenti upp á 400 Nm. Hesin er
rættuliga kvikur, koyrir frá 0-100 km/t upp
á 8,7 sekund. Annars fæst Saab 9-3 við
bensinmotorum frá 122 hk til tann stóra V6
við 255 hk.
Seinni í ár kemur Saab 9-3 við ein
framkomnari 4x4 skipan (XWD-cross wheel
drive) til útgávurnar Aero Sport Sedan og
SportCombi.
Saab 9-3 hevur hópin av innbygdum
trygdarskipanum og er ein av heimsins
tryggastu bilum. Bilurin fekk gullmedalju frá
”Insurance Institute for Highway Safety” í
fjør, sum er hægsta viðurkenning fyri trygd í
USA.
Í sambandi við at tað í ár eru liðin 30 ár
síðan Saab fyrstu ferð sýndu fram ein bil við
turbo, hava teir gjørt ein nýggjan Saab 9-3
Turbo X við 2.8 litra V6 motori (280 hk), sum
bert verður gjørdur í 2.000 eindum.
Saab 9-3 fæst í nógvum ymiskum útgávum
og kann bíleggjast eftir egnum ynski. Tann
biligasti kostar 270.000 krónur. mg
Pláss til familjuna og viðførið
Saab 9-3 í nýggjum stíli
Peugeot 207 SW er ein rúmligur og praktiskt innrættaður stationcar
Saab 9-3 er nú dagførdur við meira markantum designi og betri koyrieginleikum