mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 • Bilblaðið oktober 2007
Tað er ikki einans fyri
ítróttarlig brøgd, at Føroyar
eru kendar uttanlands. Vit
eiga eisini fleiri dugnalig
listafólk, sum útmerka seg
á ymiskum økjum. Eitt av
hesum er Sofus Hansen í
Havn, sum er heiðraður í
Svøríki fyri sín umbygda
Porsche 928
Á forsíðuni á svenska bilblaðnum Street
Xtreme er stór mynd av umbygda Porsche
bilinum hjá Sofusi Hansen, og inni í blaðnum
eru fýra síður við myndafrásøgn og samrøðu
við Sofus, sum varð heiðraður og fekk steyp
til ognar fyri flottastu styling av einum
Porsche. Á steypinum stendur »Bilsport
Action Meet 2007. Pris for bästa Porsche.
Tidningen Motorevents«
Sofus var í summar í Svøríki við
orangegula Porsche bilinum, har hann fór
á Mantorp Bilshow, sum er ein stórfingin
framsýning av styling og umbygdum bilum.
Á veg til framsýningina var hann steðgaður
av áhugaðum myndafólki og journalistum
frá bilblaðnum Street Xtreme, sum hildu at
talan var um ein nýggjan konseptbil, sum var
testaður har á leiðini.
Hetta førdi so til, at bilurin hjá Sofusi
kom at luttaka á framsýningini og varð
heiðraður sum tann flottasti Porsche bilurin
á framsýningini.
Stuðlið talentum
Sofus sigur, at hann sjálvandi er sera fegin
um hendan heiður, men hann hevði ynskt
at umstøðurnar vórðu gjørdar í Føroyum til
fólk, sum hava hug og evnir til at gera slíkt
arbeiði. Hann veit um fleiri sum hava bæði
hug og hugflog, men hava ikki umstøður.
Hevði tað verið onkur instansur, sum
stuðlaði slíkum ungum talentum, sum
veruliga kunnu seta Føroyar á heimskortið,
sigur Sofus.
Eisini heldur hann at vit hava brúk fyri
einari tekniskari koyribreyt við hálkubreyt,
sum kundi verið brúkt til ymisk endamál sum
t.d. til frálæruna hjá koyrilærarum,
Eitt stað til tey sum hava hug at koyra
skjótt og royna síni mørk. Har kundu tey
koyrt sum tey vildu uttan at vera til ampa fyri
ferðsluna.
Á hesi breyt kundi verið skipað fyri
ymsikum sløgum av kappingum, har
luttakararnir eisini kundu farið uttanlands
at kappast innan tey ymisku sløgini av
motorsporti.
Vit kundu eins væl gjørt Føroyar kendar
fyri motorsport, eins og allar aðrar
ítróttargreinar, sigur Sofus Hansen.
mg
Sofus heiðraður
fyri besta Porsche
Inni í blaðnum eru fýra síður við myndafrásøgn
og samrøðu við Sofus
Porsche bilurin hjá Sofusi Hansen prýðir forsíðuna á svenska bilblaðnum Street Xtreme
Sofus Hansen við bilblaðnum Street Xtreme og steypinum hann fekk til ognar fyri flottastu
styling av einum Porsche