Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 • Bilblaðið oktober 2007 At umbyggja bilar var ikki óvanligt í Føroyum miðskeiðis í 20. øld. Til dømis vóru fleiri lastbilar umbygdir til bussar o.s.fr., men bilurin, sum varð bygdur á tunnuvirkinum í Havn í 1955/56, var rættuliga sermerktur og helst framman fyri sína tíð. Hugskotið til bilin er helst komið frá amerikansku bilunum tá í tíðini, ið høvdu design sum var ein blandingur av rasarabilum og flogførum við t.d. veingjum aftan. Ein av hesum bilum var konseptbilurin Le Sabre hjá General Motors, sum var teknaður av amerikanska designaranum Harley Earl í 1951. Bilurin bleiv ein fyrimynd hjá so gott sum øllum amerikansku bilunum í 50-unum hvat designinum viðvíkti. Fyri nøkrum árum síðan varð nokk so nógv skrivað um hendan bilin í bæði Dimmalætting og Sosialinum. Ein av teimum sum mintist bilin var Schønning Eysturoy, sáli, sum sjálvur var við til at byggja bilin. Schønning sigur í samrøðu við Dimmalætting, at hetta var tann fyrsti bilur í Føroyum sum hevði bandavspælara og hátalarar við musikki. Tað kom ikki væl við at hava bilin standandi har sum kappríðingin fór fram, tí musikkurin órógvaði hestarnar, so reiðmenninir vóru í øðini um bilin. Tað var ein norðmaður, Almar Nordhaug, sum kom til Føroya at hjálpa til við at fáa tunnuvirkið hjá Christiani Holm Jacobsen í gongd yviri við Strond í Havn, sum kom við hugskotinum um at byggja bilin. Tá tunnuvirkið var komið væl í gongd, hevði Almar Nordhaug góða tíð til at takast við eitt hvørt ítriv, tí hann var sera fittur í hondunum, segði Schønning. Ein dagin kom hann inn á tunnuvirkið við einum gomlum bilmotori og einum stelli, sum hann setti sær fyri at seta saman til ein bil. Motor og stell hevði hann funnið Føroyskt bygdur dr Fyri 50 árum síðan koyrdi ein føroyskt bygdur bilur í Havnar­ gøtum. Tað var norð­ maðurin Almar Nord­ haug, sum saman við starvsfeløgum á tunnuvirkinum í Havn bygdu bilin Innan er bilurin rættuliga flottur við instrumentborði og gardanboks í framtíðardesigni Stórur áhugi var fyri bilinum, sum fekk nummar Fø307. Almar Nordhaug situr við róðrið og Sofus Sivertsen »motorsagkyndig« situr høgrumegin