mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bilblaðið oktober 2007 • 31
reymabilur
á einum ruskplássi í Havn. Hetta var sera
rúgvusmikið tilfar og tók nógv gólvpláss inni
á virkinum.
Nógv arbeiði skuldi til fyri at byggja bilin,
sum flest allir sum arbeiddu á virkinum
meira ella minni vóru við til aftaná vanliga
arbeiðstíð. Eisini Schønning, sum fekk til
uppgávu at snøgga rundan um lyktirnar og
gera veingirnar aftan umframt okkurt annað.
Bilurin til Noregs
Bilurin var úr jarni, so har mátti fólk til sum
dugdi at sveisa. Ein teirra sum var sera
fittur í hondunum og sum gjørdi tað stóra
arbeiðið var Vilmund Olsen, sum arbeiddi á
verkstaðnum hjá Vilhelmi Nielsen.
Tað mundi ganga út móti einum ári at
byggja bilin, sum fekk navnið »Du og jeg
bilurin«, tí har vóru bert pláss fyri tveimum
fólkum. Bilurin var opin aftan og var leingi at
síggja koyrandi í Havnini.
Tá Nordhaug seinni fór aftur til Noregs,
tók hann sjálvandi bilin, sum hevði føroyskar
nummarplátur, við sær, og har yviri koyrdi
hann í fleiri ár. Sjálvur fór Schønning
Eysturoy eisini til Noregs og var har í
eina tíð á fyritøkuna, har Almar Nordhaug
arbeiddi. Hann var so mikið heppin, at hann
fleiri ferðir slapp at læna heimagjørda bilin
at koyra í.
Hesin sami Nordhaug var eisini hann,
sum útvegaði Einari Joensen, prentara, eina
brúkta prentsmiðja úr Noreg, sum síðan var
sett upp í Havn og var byrjanin til Einars
Prent, segði Schønning Eysturoy.
Føroyskt dollargrin
Sosialurin skrivar eisini um bilin tann
30. juni 1990 undir yvirskriftini »Føroyskt
dollargrin«. Herfyri skrivaðu vit um bilin, sum
norðmaðurin Almar Nordhaug gjørdi saman
við nøkrum føroyskum hegnismonnum í Havn
í 1955/56.
Brandur Øssursson í Havn hevur lænt
okkum nakrar myndir, sum hann tók
summarið 1956. Bilurin stendur í Nólsoyar
Pálsgøtu við matstovuna hjá Ellingsgaard.
Myndirnar vísa, hvussu óvanliga flottur
bilurin var.
Hóast hesin hvíti og reyði bilur vakti stóran
ans í Havnini, tá hann kom út at koyra, tykist
ikki sum bløðini skrivaðu um hann tá. Vit
hava í øllum førum ikki funnið nakað um
hann.
Bilurin var framman fyri sína samtíð. Hann
hevði m.a. bandavspælara og ikki færri enn
fýra hátalarar. Onkur vil vera við, at Almar
Nordhaug fall væl í eyguni á Havnargentum,
tá hann kom koyrandi á stóra akfari sínum.
Og eingin ivi er um at hesin bilur hevði
troðkað allar aðrar bilar burtur í røntgini á
Bursatanga, kom hann oman har at standa.
Men tíverri er bilurin farin fyri skeyti.
Seinast vit vita um hann við vissu, var hann
nýttur sum prýðislutur í einum møbilhandli
í Oslo. Tann handilin er givin fyri nógvum
árum síðan og hvat er vorðið av føoyska
bilinum dugir Almar Nordhaug sjálvur ikki
at siga. Hann angrar nú, at hann nakrantíð
læt bilin frá sær. Hann læt bilin í býti fyri ein
amerikanskan Studebaker í Ålesund.
Sofus um bilin
Vit hava spurt Sofus Hansen, sum sjálvur
hevur umbygt fleiri bilar, hvat hann heldur
um hendan føroyskt bygda bilin frá 50-unum.
Sofus sigur, at hann er rættuliga
imponeraður av hesum bilinum. Hann hevur
heilt víst verið ein heilt fantastiska flottur
bilur við amerikanskum framtíðardesigni.
Eitt er bilurin uttan, men at síggja
designi innan sum t.d. instrumentborði
og gardanboksina, tað sigur nakað um
hondverkið og tann ómak menninir á
tunnuvirkinum hava lagt fyri dagin. Hetta er
einasti bilur, sum er bygdur í Føroyum allur
sum hann er, tí er tað spell, at hann er farin
fyri einki, sigur Sofus.
mg
Her er bilurin uttan fyri Tunnuvirkið
Yviri við Strond, har hann varð
bygdur. Myndin er helst tikin,
beint eftir at bilurin var liðugur
í 1956, tí hann hevur enn ikki
fingið nummarplátur. Ein skutari,
nummar Fø218 stendur uttan
fyri Tunnuvirkið, ið er bygningurin
har sum Skipafelagið í fleiri ár
hevði goymslu, og skrivstovan hjá
Strandferðsluni er
Hugskotið til bilin á tunnuvirkinum
er helst komið frá konseptbilinum
Le Sabre hjá General Motors,
sum var teknaður av amerikanska
designaranum Harley Earl í 1951
Sofus Hansen bilbyggjari
Tá kappríðing fór fram á Velbastað
vegnum, órógvaði musikkurin í bilinum
hestarnar
Le Sabre hevur eisini bakskermar,
sum eru inspireraðir av flogførum