mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bilblaðið oktober 2007 • 35
Nissan konseptbilurin Pivo2, sum verður sýndur
fram á Tokyo Motor Show, minnir nógv um
kabinuskutaran BMW Isetta, sum varð væl
umtóktur fyri umleið 50 árum síðan
Hóast teir ikki kunnu samanberast á tekniska økinum, hava konseptbilurin Nissan Pivo2 og
BMW Isetta nógv til felags hvat designinum viðvíkur.
BMW Isetta sum varð gjørdur frá miðskeiðis í 50-unum til 1962. Talan var um
ein innilokaðan skutara við trimum hjólum og tveimum sitiplássum, ein sonevndan
kabinuskutara.
Nissan Pivo2 er ein hátøkniligur el-bilur, sum faktiskt eisini er ein persónligur robottur.
Eitt nú kann kabinan snarast soleiðis, at bilurin koyrir eftir síðuni.
Á báðum bilunum er inngongdin inn í kabinuna gjøgnum eina stóra hurð framman á
bilinum, og róðrið fylgir við, tá hurðin verður latin upp.
mg
Konseptbilur við BMW
Isetta sum fyrimynd
BMW Isetta og Nissan Pivo2, ovast høgrumegin, hava nokk so nógv til felags. Á báðum
bilunum er inngongdin inn í kabinuna gjøgnum eina stóra hurð framman á bilinum
Róðrið fylgir við, tá hurðin verður latin upp
Nissan Pivo2 er ein hátøkniligur el-bilur
Kabinan kann snarast soleiðis, at bilurin
koyrir eftir síðuni
BMW Isetta politibilur
BMW 600 er ein Isetta við fýra hjólum
Eins og á BMW Isetta er inngongdin í
kabinuna gjøgnum forhurðina