mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36 • Bilblaðið oktober 2007
Make Roads Safe er ein herferð
fyri ferðslutrygd um allan heim.
Endamálið við herferðini er at
fáa politikarar um alla verðina at
taka undir við, at tað allastaðni
skal arbeiðast hart fyri at fáa
talið á deyðum í ferðsluni
niður. Eisini tú kanst gera tína
ávirkan galdandi, við at senda
eina áheitan á heimasíðuna hjá
"Make Roads Safe". Ætlanin er,
at undirskriftirnar skulu handast
aðalskrivaranum hjá ST, áðrenn
orðaskiftið í novembur
Hvønn triðja minutt doyr eitt barn í ferðsluni.
Hvørt sætta sekund doyr eitt menniskja í
ferðsluni
Árliga verða 1,2 milliónir menniskju dripin
í ferðsluni, og 50 milliónir verða skadd.
Framrokningar vísa, at í teimum fátækastu
londunum fara deyðstølini í ferðsluni at
økjast við 80 prosentum fram til 2020.
Norðurlond kunnu fegnast um, at talið
á lívlátum í ferðsluni alsamt lækkar. Tó
doyggja yvir 3.000 fólk í ferðsluni kring
heimin, hvønn einasta dag. Av hesum eru
500 børn.
Bæði í USA og Evropa eru tað
ferðsluvanlukkur, sum er størsta deyðsorsøk
millum ung, og á heimsstigi er tað bert
HIV/AIDS, ið oftari enn ferðsluvanlukkur ger
av við ungar menn.
"Make roads safe"
Aðalendamálið við herferðini, "Make roads
safe", er at fáa sett enn meir av peningi av
til vegirnar kring allan heim.
Tí verður heitt á øll um at skriva undir
upp á, at tað er tørvur á øktum fokus á
ferðslutrygd um alla verðina. Undirskriftirnar
verða handaðar ST aðalskrivaranum áðrenn
orðaskiftið í novembur.
"Hvørja ferð eitt menniskja doyr í ferðsluni
er tað ein ov nógv"
Síggj filmsbrot og skriva undir á
heimasíðuni www.makeroadssafe.org
Rúna Sivertsen
runa@kallnet.fo
Gerið vegirnar tryggar
Rúna Sivertsen