Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Skandinaviskur »superbilur« Tað eru ikki einans italienarar, týskarar, bretar og fransmenn sum gera sonevndar »superbilar« í okkara heimsparti. Eisini sviar hava eitt bilmerki, sum kann kappast við teir stóru – nevniliga Koenigsegg Søgan hjá Koenigsegg gongur aftur til 1996 í Svøríki, tá Christian von Königsegg og Michael Bergfelt presenteraðu sína fyrstu prototypu av sportbilinum Koenigsegg CC við einum 4.0 litra Audi V8 motori karossaríi úr kevlar. Áhugin var so stórur fyri hesum bili, at árið eftir var ein Koenigsegg sýndur fram millum rík fólk við stórari ávirkan á filmsfestivalinum í Cannes í 1997. Um hetta mundið vóru tað fleiri verksmiðjur í Svøríki, sum høvdu ætlanir um framleiðslu av sportbilum, men tað víst seg skjótt at tað fór at vera Koenigsegg, sum kom at yvirliva. Teirra konsept er at gera »ekstremar« sportbilar við stórum motorum og gjørdir úr løttum tilfari. Nýggjasti Koenigsegg CCX hevur 4,7 litra V8 motor við 806 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,2 sek. og toppferðin er 395 km/t. Koenigsegg kappast við bilar sum t.d. Lamborghini, Ferrari og Bugatti. Í Danmark kostar ein Koenigsegg CCX umleið 12 milliónir krónur. mg Koenigsegg CCX hevur 4,7 litra V8 motor við 806 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,2 sek. og toppferðin er 395 km/t. Meginparturin av bilinum er gjørdur úr kolfibri, og hann vigar einans 1.180 kg Motorurin er í miðjuni á bilinum, aftan fyri setrini og framman fyri bakhjólini Innrættingin er sum á vanligum sportbilum, einfalt, ergonomiskt rætt og einki óneyðugt Sum sportbilar av hesum slagnum er Koenigsegg CCX lágur og breiður. Hann er 4.28 m langur, 2 m breiður og 1.12 m høgur. Undirvognurin er sum á einum rasarabili Bilblaðið oktober 2007 • 39