mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bilblaðið oktober 2007 • 15
Ford Mondeo 2007 er gjørdur
við konseptbilinum Ford
Iosis Concept sum fyrimynd.
Smarti designstílurin kallast
»Kinetec« og eyðkennir
fleiri av nýggju Fordunum.
Mondeo fæst við fýra og
fimm hurðum og sum
stationcar
Nýggi Ford Mondeo er triðja generatión,
síðan Mondeo avloysti Ford Sierra í 1993.
Síðan tá eru seldir ikki færri enn fýra
milliónir Mondeo um allan heim.
Ford Mondeo 2007 byrjaði sína »karieru«
í James Bond filminum »Casino Royale« í
2006, tá James Bond (Daniel Craig) koyrdi
við einum Ford Mondeo, áðrenn bilurin var
komin á marknaðin.
Mondeo líkist nógv konseptbilinum Ford
Iosis Concept, sum Ford sýndu fram á fleiri
bilaframsýningum, áðrenn nýggi Mondeo var
endaliga liðugur. Stílurin kallast »Kinetec«
og eyðkennir fleiri av nýggju Fordunum.
Ford Mondeo er tøkniliga tann mest
framkomni evropeiski bilur, sum Ford
nakrantíð hava gjørt. Stórur dentur er eisini
lagdur á design, trygd og komfort og bilurin
er sjaldsama ljóðleysur.
Nýggi Mondeo er nakað størri enn
forgangarin og eisini væl rúmligari. Bilurin
fæst við fýra og fimm hurðum og sum
stationcar í útgávunum: Ambiente, Trend,
Ghia og Titanium.
Mondeo fæst við fýra Duratorq TDCi
Common Rail turbodieselmotorum við
ávikavist 100, 125, 130 og 140 hk, og fýra
Duratec benzinmotorum frá 1.6 til 2.5 litrar
og 110 til 220 hk. Seinni í ár kemur eisini ein
2.3-litur Duratec motorur við 161 hk.
Umframt at Mondeo fæst við nógvari
eykaútgerð, er standardútgerðin sera
umfatandi, vit kunnu t.d. nevna Elektroniskt
Stabilitets Program (ESP), forlyktir við
”follow me home” funktión, koyriteldu og
aircondition. Bilurin startar uttan lykil við
”Ford Power” startknøttinum.
Ford Mondeo kann síggjast og
royndarkoyrast hjá P/f Wenzel. Prísirnir byrja
við 259.800 ein 1,6 Ambiente við 110 hk.
mg
P/F Wenzel
Akranesgøta 5 · FO-100 Tórshavn
tlf. 354500 · fax 354501
fordpost@wenzel.fo
www.wenzel.fo
Mondeo byrjaði
sum James Bond bilur
Nýggi Ford Mondeo á Kongabrúnni í Havn. Fyrsti bilur í Føroyum, ein Ford TT, kom nevniliga í land á her fyri 85 árum síðan tann 6. mai
1922