mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 • Bilblaðið oktober 2007
Meðan fleiri bilframleiðarar stríðast við
trupulleikar sum yvirkapasitet, undirskot
og minkandi sølu, vísir tað seg sum at
Toyota eru heilt suverenir – teir hava stóra
framgongd og eru nú á odda sum heimsins
størstu bilaframleiðarar.
Framgongdin hjá Toyota hevur bæði nakað
við japanskan mentalitet at gera og eina
filosofi, ið hevur ført verksmiðjuna, sum
gjørdi vevar til klædnaídnaðin, áðrenn hon
legði um til bilaframleiðslu fyri umleið 70
árum síðan, fram til at verða heimsins størsti
bilaframleiðari.
Toyota nýta eina japanska filosofi »Genchi
Genbutsu«, sum er grundarlagið undir allari
menningini av konsernini. Genchi Genbutsu
gongur í stuttum út upp á at øll í fyritøkuni,
starvsfólk og leiðsla, seta sær nøkur mál,
sum tey síðan samstarva um eftir eini ávísari
tíðarætlan. Um trupulleikar stinga seg upp,
skulu teir kannast beinanvegin og loysast á
staðnum. Genchi Genbutsu filosofiin er sera
einføld, men hon tó hevur ført Toyota heilt
upp á tindin.
Sølan av Toyota produktum veksur um
allan heim, samstundis sum teir hava
stórar ætlanir fyri framtíðina. Allar teirra
verksmiðjur kring heimin skulu víðkast
og dagførast komandi árini. Toyota
presidenturin, Katsuaki Waranabe, sigur,
at framleiðslan skal nútímansgerast
og rationaliserast upp aftur meira, og
allar verksmiðjurnar fáa nýggjastu og
mest framkomnu tøkni. Ein spildurnýggj
framkomin bilverksmiðja, sum skal verða
ein fyrimynd hjá øðrum verksmiðjum, verður
í løtuni bygd í Japan og tikin í nýtslu í juli
2008.
Eitt av fremstu málunum hjá Toyota er, at
C02- útlátið skal minkast munandi og bilarnir
skulu gerast meira økonomiskir. Teir leggja
seg alla tíðina eftir at gera bilar, sum hóska
til teir ymisku marknaðirnar. Luksusbilmerkið
Lexus, sum higartil einans hava verið seldir
til ávísar marknaðir, skulu nú seljast globalt.
Í USA er hevur Lexus í fleiri ár verið mest
seldi luksusbilur.
Eftirspurd dygdarvøra
Tann 28 oktober vóru 70 ár liðin síðan Toyota
Motor Company í Japan varð stovnað í
1937. Hetta var góð tvey ár eftir at fyrsta
prototypan, modell A1, var gjørd í 1935
Stovnarin av Toyota Motor Company var
Kiichiro Toyoda, sum saman við pápanum
Sakichi Toyoda hevði rikið fyritøkuna
Toyoda Spinning & Weawing Ltd., sum m.a.
framleiddi Toyoda G-type vevar, sum teir
høvdu patent upp á.
Í 1936 byrjaði framleiðslan av bilum við
modell AA. Sama árið skifti verksmiðjan
eisini navn frá Toyoda til Toyota. Fyritøkan
eitur í dag Toyota Motor Corporation.
Hóast Toyota hava framleitt bilar síðan
1936, komu teir ikki til Evropa fyrr enn í 1963
og fyrsti Corolla, sum bleiv ein av heimsins
mest seldu bilum, kom á marknaðin í 1966.
Japansku bilarnir, sum komu til Evropa í
60-unum, settu heilt nýggjan standard fyri
slitstyrki og kvaliteti og kollveltu bilafram-
leiðsluna í øllum Vesturheiminum.
Eitt av hesum bilmerkjum var Toyota.
Her hjá okkum komu Toyota eisini í 1963,
tá Rósing Rasmussen í Runavík umboðaði
teir. Síðan 1980 hava Reyni Service selt
Toyota, sum í mong ár hava verið mest selda
bilmerkið í Føroyum.
Í dag er Toyota ein eftirspurd dygdarvøra
um allan heim. Bilar sum verða seldir upp
á at teir eru ein rakstrartryggir og álítandi
kvalitetsbilar. Interbrand og Businessweek
í USA hava nýliga kunngjørt, at Toyota er
tað virðismiklasta bilmerkið í heiminum
við einum virði upp á 183 milliardir krónur
og sum nummar seks á listanum yvir tey
virðismiklastu merkini í heiminum yvirhøvur.
Fremst eru tey trý amerikonsku merkini
Coca-Cola, Microsoft og IBM. mg
Framgongdin førdi Toyota á tindin
Tann framgongdin sum Toyota hava havt um allan heimin seinastu
mongu árini hevur í ár ført teir heilt á tindin sum heimsins størsti
bilaframleiðari. Orsøkin til hesa framgongd er helst at finna í eini
einfaldari filosofi
Toyota Crown Hybrid
Concept verður frumsýndur
á Tokyo Motor Show 2007
Í 1936 byrjaði framleiðslan av bilum við
modell AA
Toyota Crown ágang 1963
Toyota Corolla Sprint árgang 1968
Toyota presidenturin Katsuaki Waranabe