Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 • Bilblaðið oktober 2007 Sølvi Reinert Hansen, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd Veturin nærkast. Tíðin við innihugna og jólum. Men hetta er eisini myrka árstíðin, tá vandin í ferðsluni økist – bæði fyri tey, ið koyra, og tey, ið ganga. Í árunum 1988-2001 vóru 21% av teimum skaddu og deyðu í ferðsluni fótgangarar. Hesi árini vóru vandamestu mánaðarnir fyri fótgangarar desember, februar og mars, tá ávikavist 27, 26 og 26 fótgangarar komu til skaða ella doyðu í ferðsluni. Ferðsla í myrkri er 2-3 ferðir so hættislig, sum ferðsla í dagslýsi. Ein vanlig misskiljing er, at fólk halda, at tey altíð verða sædd av bilførarum. Ljósini á bilunum tykjast jú so sterk, tú kennir teg rætt og slætt umgyrdan av teimum. Tað er jú ein sannroynd, at tað ber til at lesa í bók í glæmuni frá einum bili, sum er 2-300 m. burturi. Men hjá bilføraranum er støðan hin øvuta. Á myrkum vegi, har eingi gøtuljós eru, sær bilførarin í mesta lagi tað, sum fjarljósini hjá bilinum megna at lýsa upp, tað er 100 m - við nærljósunum er tað 30 m. Men ljósini á bilum eru í veruleikanum ikki sterkari enn so, enn at einans tað, sum er ljóst á liti, verður sjónligt fyri bilføraran. Tí er sera avgerandi, hvønn lit klæði okkara hava. Eitt fólk í ljósum klæðum kastar uml. 80% av ljósinum aftur, meðan eitt fólk í dimmum klæðum einans kastar eini 5% av ljósinum aftur til bilin. Endurskin harafturímóti, er gjørt úr tilfari, sum megnar at kasta næstan 100% av ljósinum, sum lýsir á tað, aftur til ljóskelduna. Ert tú í ljósum vesti, sum eisini hevur endurskin, er sera lætt at síggja teg. Tølini hjá Landsverk fyri 2005 vísa týðiliga, at ferðsluóhappini gerast fleiri í myrku vetrartíðini. Børnini Hvønn dag ferðast ein rúgva av børnum millum heim, dagstovn ella skúla og frítíðarítriv. Onkur verða koyrd, meðan onnur ganga. Í báðum førum er tað alneyðugt at vit – tey vaksnu – ansa eftir teimum yngru. Sum foreldur kunnu vit leiðbeina teimum millum annað við at fylgja hesum ráðum: • Er gongubreyt, lær børnini at ganga har og ikki á vegnum. • Er eingin gongubreyt, bið tey tá ganga ímóti ferðsluni so uttarlaga í vegjaðaranum, sum tilber. • Lær tey altíð at steðga á og hyggja Veturin er í Sølvi Reinert Hansen er stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd