mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bilblaðið oktober 2007 • 25
hondum
báðar vegir, áðrenn tey fara út á
vegin.
• Er gonguteigur, lær tey so altíð at
brúka hann, tá tey skulu tvørtur um
vegin.
• Skulu tey tvørtur um vegin, er best at
fara har, sum vegurin er beinur,
og sýnið er gott.
• Bið tey ansa serliga væl eftir, tá tey
fara út á vegin ímillum parkeraðar
bilar
ella aðrastaðni, har tey ikki síggjast
væl.
• Lær tey at ganga kvikliga tvørtur um
vegin heldur enn at renna.
Og vetrarmyrkrið ger tað eisini alneyðugt,
at børnini hava ljós klæði og endurskin á
klæðunum.
Vit eiga at kenna eina serliga ábyrgd fyri
børnunum, ið júst eru byrjaðið í skúla ella
dagstovni. Í hesum sambandi hava Ráðið
fyri Ferslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar
seinnu árini samstarvað um at veita øllum
fyrsta floks næmigum í Føroyum gular, sera
sjónligar vestar. Vestarnir er vornir partur av
býar- og bygdamyndini kring landið. Javnan
síggjast fylgi av børnum í gulu vestunum.
Avbjóðingin hjá foreldrunum er at halda
børnini til at nýta vestarnar so leingi sum
yvirhøvur til ber.
Bilførarar
Men eisini hjá bilførarum eru nógvir
vandar um veturin, veðurlíkindini sýnast
mangan at skifta millum illveður og stilli og
hálku. Samstundis lýsir seint fyri degi, og
skýmingin kemur tíðliga.
Neyðugt er tí at kanna dekk og ljós eina
eyka ferð, nú vit byrja uppá veturin.
Vit mugu kanna, at allar perur á bilinum
kunnu lýsa. Og í hálku er umráðandi at
kanna, um dekkini er gjørd til vetrarkoyring,
og um mynsturdýpdin er hóskandi.
Mynsturdýpdin á dekkunum eigur ongantíð
at fara niður um 1,6 mm. Flest øll nýggj
dekk hava eina rípu millum dekkbanarnar,
sum vísir, hvussu nógv dekkini eru slitin. Um
dekkið er slitið niður til rípuna, er dekkið
ólógligt.
FDM mælir til, at dekkini verða skift, tá
dýpdin fer niður um 3 mm. Til samanberingar
hava nýggj dekk eina mynsturdýpd uppá 7-8
mm.
Hóast akførini eru í lagi, og fótgangarar
nýta vest ella endurskin, er ikki sloppið.
Týdningarmesta fyribyrgingin av
ferðsluvanlukkum á vetri sum á sumri er, at
vit, sum ferðast í ferðsluni, vísa fyrilit fyri
hvørjum øðrum.
Á myrkum vegi, har eingi gøtuljós eru, sær bilførarin í mesta lagi tað, sum fjarljósini hjá bilinum megna at
lýsa upp
Óhapp tilsamans