Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 212 - 1. november 2007 William­brunnur Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað gongur væl at bora hjá BP. Tað er ein góð vika síð­ ani, at Transocean Rather setti borin í Williamleiðina á landgrunninum. Ì dag var borurin komin niður á 1500 metrar. Hetta er mált frá boripallinum. Dýpið, har borað verður, er umleið 740 metrar, sostatt eru boraðir uml eið 760 metrar gjøgnum undirgrundina. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP, sum fylgir spennandi boringini frá skrivstovuni Yviri við Strond, sigur við Sosialin, at alt hevur gingið eftir ætlan higartil. Veðrið hevur so eisini verið til vildar. Bor­ ast skal niður á 4750 metrar, so nakað er eftir at bora. Hini feløgini, sum eru við í boringini, eru Shell og Anadarko. Jackpot í Lotto: 21 mió. Nú leygardagin Galdandi fyri lutakastið 3. november 2007 Gongst væl at bora Transocean Rather borar á Williamleiðini. Myndirnar hava pilotarnir hjá Atlantsflogi tikið Í dag læt Bjørn Thomsen, sum er hálvur føroyingur, upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Motivini eru í høv­ uðsheitum úr grønlendsku og íslendsku náttúruni, tí hann hevur verið nógv í teimum báðum grannalondunum. Mill­ um annað hevur hann búð í átta ár í Grønlandi. Bjørn Thomsen, sum er føddur í 1938, hevur føroyska mammu og íslendskan pápa, men bleiv sum heilt lítil ættleiddur til danska familju, har hann vaks upp. Fernisering er í Smiðj­ uni í Lítluvík í dag frá klokkan 15, har tær báðar ungu tónleikatalentirnar, Mia Káradóttir og Heiðrun Pedersen, spæla. Hálvur føroyingur í Smiðjuni Virki til skerd fólk ALV hevur leingið havt ynski um at skapa nýggja vinnu fyri fólk við skerdum arbeiðsførleika. Gongst eftir ætlan hevur ALV um eitt ár eitt framleiðsluvirki á Kambsdali. Ætlanin er at skapa eitt arbeiðspláss til 25 fólk úr Norð­ oyggjum, Eysturoy og nakað av Streymoy. Høvðusvirk­ semið á virkinum verður ein endurnýðsluhøll fyri umvæl­ ing av gomlum møblum og lutir, ið skulu seljast. Eftir ætlan fer virkið eisini at framleiða ymisar lutir ella partar av framleiðslulutum fyri føroysk virkir. Arbeiðplássið er fyri fólk, ið hava fingið tillutað hálva ella fulla pensjón. Bygningurin, ið ALV hevur keypt er kommunufjósið hjá Fuglafjarðar Kommunu. Sjálvhjálp Mikudagar frá klokkan 16 til 18 svara ráðgevarar hjá Sjálv­ hjálpini spurningum bæði umvegis telefon og við beinleiðis at koma inn á gólvið. Haraftrat svarar telefonin gerandis­ dagar frá klokkan 12 til 16, har møguleiki er at seta fram spurningar. Sjálvhjálpin er eitt ókeypis og anonymt tilboð um holla upplýsing, ráðgeving og vegleiðing fyri bæði ein­ lig og pør, ið liva undir truplum umstøðum og hava tørv á upplýsing, ráðgevning og vegleiðing. Sjálvhjálpin er óheft av politiskum og átrúnaðarligum hugburði og heldur til í Kristnastovu, Gongin 20 í Havn, skrivar Sjálvhjálpin í tíðindaskrivi.