hósdagur 1. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 212 - 1. november 2007
– Um eg ikki hevði
sæð bilin koma við
so nógvari ferð, og eg
tí ikki fekk steðgað
bilinum heilt, høvdu
vit verið deyðir nú,
tað er púra vist.
Orðini eigur Kári
Hentze, ið saman við
6 ára gamla soninum
Heina, var offur fyri
skilaleysari koyring
fyri viku síðani
Ferðsla
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Mikudagin í farnu viku fór
Kári Hentze eftir soninum
Heina, sum var og spældi
við ein vinmann, sum so
mangan áður. Á veg til hús
koyrdi hann eftir Vegnum
Langa, sum so mangan
áður. Men so steðgar søgan
um tað kenda, tí brádliga
sær Kári ein bil koma ímóti
sær, og koyringin er púra
skilaleys.
– Eg eri vanur at koyra
nógv og langt, millum ann
að tí eg arbeiði í Vágunum,
og tá hyggur man ofta
longri fram á vegin, enn um
man bert koyrir runt í
býnum. Av tí sama sá eg
bilin, sum kom ímóti okk
um við sera nógvari ferð.
Eg segði tað eisini við 6 ára
gamla sonin, sum sat á bak
setrinum, og bað hann
hyggja at hesum bilinum,
sum koyrdi so ørt, greiðir
Kári frá.
Misti vitið
Kári og Heini hugdu at bil
inum og sóu, at førarin
misti tamarhaldið á bilin
um.
– Eg minkaði ferðina, tí
eg sá, at bilurin kom sleingj
andi frá síðu til síðu eftir
vegnum. Bilførarin royndi
at rætta bilin upp einar 45
ferðir, men ferðin var ov
nógv, so tað gekk ikki. Sum
hann nærkaðist, sá eg, at
tað fór at enda galið, og at
hann fór at renna beint inn í
okkum, greiðir Kári frá.
Hann stýrdi so langt út í
vegjaðaran,
sum
hann
kundi, og steðgaði bilinum.
Hann sigur, at fyrsti tank
in var at verja sonin, sum
sat íbundin á baksetrinum,
og hann kastaði seg aftur,
og royndi at halda um sonin
sum frægast.
– Í tí, at bilurin rakti okk
um við miklari ferð, blivu
luftpúturnar í okkara bili
útloystar. Tað hendir knapp
liga og við nógvari megi,
og eg misti vitið eina løtu
av stoytinum. Tá eg raknaði
við aftur, var okkara bilur
fluttur eitt gott pettið eftir
vegnum, og stóð als ikki í
sama stað, sum eg steðgaði,
so stoyturin var ógvuliga
harður, greiðir Kári frá.
Hann dugir ikki at meta
um, hvussu skjótt hin bil
urin koyrdi, men hann vísir
á, at hann hevur koyrt sera
skjótt, tí bilurni hjá Kára
stóð stillur, so allur skaðin
er hendur av ferðini á hinum
bilinum.
Hann er tí ivaleysur í, at
um hann ikki hevði sæð
mótkoyrandi bilin í góðari
tíð, og hevði nátt at brems
að, høvdu bæði hann og
sonurin verið deyðir.
– Tá eg raknaði við aftur,
og sá hvussu illa hin bilurin
var farin, ætlaði eg at fara
at vita hvussu til stóð, og
um eg skuldi hjálpa teimum.
Men har vóru longu fult av
fólki komin til, so fólk vóru
kvik at koma til hjálpar,
staðfestir Kári.
Hann var heldur ikki ser
liga stúttur á beinunum, og
mátti taka sær av soninum,
so tað var gott, at fólk vóru
so skjót at loypa til.
Sonurin fingið skelk
Kári sigur, at sonurin varð
sera skelkaður av tilburðin
um.
– Hann tútbrølaði í langa
tíð aftaná, og hekk uppi í
mær. Hann slapp mær ikki
aftur, fyrr enn mamma hans
ara kom, og tá hekk hann
uppi í henni og vildi ikki
sleppa henni aftur. Vit vóru
sendir oman á Landssjúkra
húsið, og vóru kannaðir á
skaðastovuni, greiðir Kári
frá. Har fingu teir eisini eitt
tilboð um sálarliga hjálp.
Hann sigur víðari, at hann
hevði fingið grovan heila
skjálvta, og tey vildu tí hava
hann at liggja har um nátt
ina.
– Men eg vildi heldur heim
at vera saman við familjuni,
greiðir Kári frá – og konan
lovaði at ansa mær, so tað var
í lagi. Men eg fekk nummarið
til sjúkrahúsið við mær í so
fall, at vit máttu hava fatur á
tey aftur, sigur Kári. Hann
leggur afturat, at sonurin fór
at bløða nasablóð, men tað
var einasti snuddurin hann
fekk.
Men
hóast
kroppsligi
skaðin ikki var stórur, so er
Heini rættiliga meint raktur
sálarliga. Hann hevur ikki
viljað verið einsamallur síð
an óhappið, og er ikki ser
liga glaður fyri at koyra bil
longur, sigur Kári.
Tí meðan Kári misti vitið
av stoytinum, var drongurin
púra klárur og fekk alt við,
sum hendi. Hann hevur
seinni greitt frá, at teirra bil
ur snúraði fleiri ferðir runt
á vegnum, tá hin bilurin við
nógvari ferð rendi inn í
teir.
– Í fyrramorgunin, tá
frost var, setti eg sonin í bil
in, ímeðan eg skavaði ísin
av rútinum. Men sonurin
var skjótur at koma út aftur
til mín, tí hann vildi ikki
sita einsamallur inni í bilin
um. Hann hevur heilt greitt
fingið sálarligt mein av
harða samanstoytinum, sig
ur Kári.
Hann vil hava foreldrini
við sær allastaðni, tí óttin
situr fast í honum, og hann
torir ikki at vera einsamall
ur.
Men Kári sigur seg ikki
vera eins merktan av hend
ingini.
– Ein slíkur samanstoytur
er sjálvsagt ein sera ristandi
og púra óvæntað hending.
Og tá man hugsar um
hvussu tað mundi endað, er
tað ein óhugnalig kensla,
greiðir hann frá. – Men eg
eri ikki bangin fyri at koyra
bil, hóast hendingina. Eg
skal tó viðganga, at tá hálk
an var í fyrradagin, koyrdi
eg kanska eitt sindur var
ligari, enn eg vanliga hevði
gjørt, greiðir Kári frá.
Í bygdum øki
Tilburðurin er serliga skelk
andi, tí hann hendi í bygdum
øki, har ikki er loyvt at
koyra meiri enn 50 km/t.
Og hetta er eitt vegastrekkið
við bæði barnagarði og
skúla, so børn ferðast har
dagliga. Men ungu dreingir
nir koyrdu púra ørt og løgdu
als einki í hámarksferðina.
– Vit hava verið sera hepn
ir, tað er eingin ivi um tað.
Um eg ikki hevði sæð øru
koyringina so tíðliga, at eg
náddi at bremsa, og um bil
arnir ikki høvdu verið so
góðir, so hevði verið verri
vorðið, og eg eri ivaleysur í,
at konan hevði verið noydd
at jarðað bæði meg og son
in. Og ungu dreingirnir
høvdu heldur ongan møgu
liga havt, staðfestir Kári
Hentze.
Kári vónar, at hesin
ógvusligi tilburðurin kann
vera til lærdóm fyri aðrar
ungar dreingir, sum halda
tað vera stuttligt at koyra
skjótt. Tí tað skal so lítið
til, at tað ikki er stuttligt
longur.
Kári og sonurin fingu lítl
an og ongan kroppsligan
skaða. Men ein av dreingj
unum í hinum bilinum kom
so illa fyri, at tað fer at taka
honum mánaðir at fáa full
an førleika aftur. Hann hev
ur tvey skallbrot, bløðingar
í heilanum, umframt at
mjødnin er illa brotin.
Fyrstu dagarnar lá hann við
ongin viti.
Hinir báðir dreingirnir
sluppu við smærri skaðum.
Kundu tað sama verið deyðir
Báðir bilarnir gjørdust vrak
av harða samanstoytinum.
Drongurin, ið sat undir liðini
á føraranum, fekk størstan
skaða av hendingini, og hann
mátti skerast út úr bilinum.
Kári eigur bilin vinstrumegin
Kári Hentze, sum varð árendur av
skilaleysu koyringini seinasta mikudag,
er ivaleysur í, at ferðsluóhappið á
Vegnum Langa lættliga kundi havt
verðið ein vanlukka. – Sonurin og eg eru
hepnir at vera á lívið, staðfestir hann.