Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 212 - 1. november 2007 Sambandsflokkurin er til reiðar til fólka­ tingsvalið og bjóðar seg fram sum einasta sambandsflokk í landinum. Teir ætla sær niður á danating at byggja upp, ikki at bróta niður FÓLKATINGSVAL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Flestu flokkar eru nú til reiðar at taka dystin til fólkatingsvalið upp, og í morgun hevði Sambands­ flokkurin sum tann fyrsti tíðindafund, har hann legði fram valskrá sína. Formaðurin, Kaj Leo Jo­ hannesen, var í tí filosofiska horninum og samanbar rík­ isfelagsskapin við ein urta­ garð, har vit nú í góð tvey ár hava havt ein urtagarðs­ mann, ið bert fjálgaði um nakrar fáar plantur, meðan hin mest sáddi illgresi. Nú er Sambandsflokkurin til reiðar at senda ein urta­ garðsmann avstað, sum fjálgar um allan garðin. Valskráin er sett upp í fimm punktum: Felagsmálini Fólkatingsumboðanin Ríkisráðið Samgonga Uttanríkisloysnir Grundarlagið undir ríkis­ felagsskapinum eru felags­ málini, sum eru verjumál, uttanríkismál, grundlógin, gjaldoyra, kongshús og rættarskipanin. Og hetta eru málini, sum Sambandið fyrst og fremst vil samstarva um. Fær flokkurin eitt umboð á fólkating, fer hetta at gera sína ávirkan galdandi í samstarvi við Vinstra, eitt samstarv, sum hevur fleiri enn hundrað ár á baki. Flokkurin rør samstundis upp undir, at danskir polit­ ikarar í størri mun siga sína hugsan um ríkisfelagsskap­ in, tí felagsskapurin er gróðursettur í, at allir partar tora og vilja hava eina meining. Vilja í samgongu Eitt av málunum, sum Sambandsflokkurin fer at arbeiða fyri bæði á Fólka­ tingi og á Løgtingi, er eitt ríkisráð, mannað við før­ oyskum og donskum politikarum. Ráðið skal hava til endamáls at menna og styrkja ríkisfelagsskapin, og harvið vælferðina hjá føroyingum, sigur flokkurin í valskrá síni. Men Sambandsflokkurin ætlar sær ikki – eins og hinir flokkarnir, sambært Kaj Leo Johannesen – niður á dana­ ting at sita hendur í favn, ella enn verri, at avmontera ríkisfelagsskapin. ­ Meðan aðrir flokkar tilvitað vilja fara í andstøðu og rópa seg hásar uttan fyri stjórnarvaldið í Keyp­ mannahavn, fara vit miðvíst eftir ávirkan innan fyri eina samgongu á Christiansborg, førdi Kaj Leo Johannesen fram á fundinum í morgun. Her verður sambært sambandinum ikki minst hugsað um møguleikarnar hjá vinnulívinum sum heild og serliga innan fyri ES, bæði tá tað ræður um ES­ atlimaskap og tey fýra frælsni. Tá talan er um uttanríkis­ loysnir, sum er fimta punkt­ ið á skránni hjá Sambands­ flokkinum, er ikki minst talan um føroyskan sess í ST. ­ Danska ríkið eigur seks sessir í ST, og tað er nærliggjandi at hugsa, og eisini fysiskt gjørligt, at føroyingar fáa ein av hesum sessum tá mál eru fyri, sum hava føroyskan áhuga, segði Kaj Leo Johannesen. Sambandsflokkurin nýtti annars høvið at vísa á, at nú sjálvt Javnaðarflokkurin var farin at fríggja til Norðuratlantsbólkin, sum millum annað hevur til endamáls at loysa frá Danmark, er Sambandið einasta alternativ til før­ oysku loysingarflokkarnar. Áhugin fyri seinna umfarinum av bispavalinum var heldur minni enn til fyrra umfar, men kortini øktist munurin millum Jógvan Fríðriksson og Jákup Reinert Hansen BISPAVAL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í dag er vaktarskifti á brúnni í nýggju føroysku fólka­ kirkjuni. Hans Jacob Joen­ sen fer í land og við stýris­ vølin stillar seg nú 50­ára gamli Jógvan Fríðsriksson. Til fyrra valumfar vórðu fimm valevni stillað upp, og tey vóru Jógvan Fríðriks­ son, Jákup Reinert Hansen, Uni Næs, Bergur Debes Joensen og Marjun Bæk. Atkvøðubýtið fall soleiðis út: Jógvan Fríðriksson 190 Jákup R. Hansen 72 Bergur D. Joensen 49 Marjun Bæk 45 Uni Næs 35 Tað var sostatt eingin av teimum uppstillaðu, sum fekk meiri enn helmingin av atkvøðunum, og tí mátti umval til millum tveir teir fremstu kandidatarnar, Jógvan Fríðriksson og Jákup Reinert Hansen. Við fyrra valumfar nýttu 391 av teimum 403, sum høvdu atkvøðurætt, høvi at atkvøða. Seinasta freist at lata inn atkvøðuseðlarnar til seinna umfar var í gjár á miðdegi, og tá talt varð saman, vóru atkvøðurnar 367 í tali, ella 24 færri enn við fyrra valumfar. Rørdur Fríðriksson Fyri at tryggja, at eingin atkvøddi tvær ferðir, vórðu allir brævbjálvar talmerktir. Innkomnir, skrásetti val­ nevndin øll nummør, sam­ stundis sum hesi vórðu skrødd av brævbjálvunum. Á henda hátt vórðu allar atkvøður skrásettar, sam­ stundis sum tær vórðu gjørdar anonymar. Fyrstu løtuna tóktist valið at gerast ógvuliga spenn­ andi, tí tá einar 40 atkvøður vóru taldar, lá Jákup Reinert á odda. Men síðani dró Fríðriksson frá, og tá saman­ um kom, hevði stranda­ prestur fingið snøggar 250 atkvøður, meðan Jákup Reinert Hansen stóð á 116. Ein atkvøða var blonk. Sostatt helt tann ábend­ ingin, sum fekst frá fyrra valumfarinum, fram í seinna, og Jógvan Fríðriksson gjørd­ ist en tryggur vinnari. Eftir at upptalt var, segði fráfarandi bispur nøkur orð, vend fyrst at Jákupi Reinert Hansen og síðani at vinn­ aranum. Hann gav Jógvani Fríðrikssyni somu orð við á leiðini, sum hann sjálvur hevði fingið frá Eivindi Vilhelm, nevniliga at: » tú fær eingi góð ráð frá mær við á vegnum. Men tørvar tær nakrantíð ráð, ert tú altíð vælkomin«. Sjálvur var Jógvan Fríð­ riksson rættiliga rørdur av stóru undirtøkuni, hann hevði fingið. ­ Eg havi ongan rætt ella krav upp á nakra atkvøðu. Hetta er ein heiður, ið er vístur mær, sum eg fari at gera mítt ítarsta at liva upp til. Eg dugi ikki alt, og tí ætli eg mær at útinna mín gerning í tøttum samstarvi við prestar og kirkjuráðs­ limir, føroysku fólkakirkjuni at gagni, segði Jógvan Fríðriksson millum annað við Rás2. Fríðriksson vann trygt Í samband við bispaskiftið vildi fráfarandi bispurin Hans Jacob Joensen, ikki geva nøkur góð ráð, men Jógvan Fríðríksson fekk eitt blómutyssi frá honum Mynd: Jens Kristian Vang Færri gistu í Grønlandi Grønlendsku gistingarhúsini høvdu fleiri vitjandi í summar enn seinasta summar, men tað vóru færri, sum lógu nátt á gistingarhúsunum. Sambært hagtølunum merkir tað, at gistingarhúsinmi høvdu umleið 5.000 færri liggjandi gestir í summar. Í ferðavinnuni verður Grønland býtt sundur í økir, og tølini vísa, at teir flestu gestirnir vitja Miðøkið, sum millum annað umfatar Nuuk. Í Eysturgrønlandi er munandi longri millum tey fremmandu. Nógv ferðafólk til Íslands Altsamt fleiri fólk leita sær til Íslands at ferðast, og árið í ár hevur roynst væl hjá ferðavinnuni. Hagtølini vísa, at níggju teir fyrstu níggju mánaðarnar var ferðafólkatalið góð 16 prosent størri enn somu tíð í fjør. Eitt annað met varð sett í summar, tí í juli og august kom ferðafólkatalið fyri fyrstu ferð nakrantíð upp um 80.000 í einum mánaði. Ein partur av ferðafólkunum til Íslands ferðast við Norrønu, sum eisini setti met á rutuni í summar. Á Fólkating at samstarva Hóast Sambandsflokkurin strembar móti javnstøðu á listanum var bert ein kvinna – Ingvør Nolsøe – til staðar, tá flokkurin legði sína valskrá fram í morgun Mynd: Jens Kristian Vang