hósdagur 1. november 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 212 - 1. november 2007
Ógvuslig happing
er framvegis ger
andisdagur hjá
nógvum børnum,
og pressaðir lærarar
lata eygu og oyru
aftur fyri at møta
hørðum fakligum
krøvum, meðan eingi
lógarfest krøv eru um
trivnað. Hetta sigur
trivnaðarráðgevi,
Anna Dalsgaard, í
viðmerking til søguna
hjá Helga Breiner um
happing í Gøtu skúla
HAPPING
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Úrslitið av nýggjari happi
kanning vísir, at nógv og
umfatandi happing er í før
oyska fólkaskúlanum. Og
tann happing, sum Helgi
Breiner greiddi frá úr Gøtu
skúla, fer framvegis fram í
dag, sigur trivnaðarráðgevi,
Anna Dalsgaard.
Helgi Breiner setti í vik
uni anlit og navn á tað
happing, sum eitt ótal av
føroyskum børnum hava
verið og framvegis eru –
offur fyri. Helgi Breiner
greiddi frá, hvussu hann
hevði kent seg happaðan og
forfygldan øll árini, sum
hann gekk í barnaskúlanum.
Happingin myndaði hann
sum persón, tí hann misti
álit á sær sjálvum, øðrum
og lívinum sjálvum.
Anna Dalsgaard, trivnað
arráðgevi, gleðist um, at
onkur torir at standa fram
og fortelja sína søgu, tí vit
hava brúk fyri at síggja, at
tað eru verulig menniskju,
sum verða rakt, og at hetta
ikki bara er ein spurningur
um hagtøl og teori.
Søgan hjá Helga Breiner
er beint eftir bókini. Eg eri
ikki kløkk um tað, sum
hann fortelur. Eg kenni
fleiri líknandi søgur, men
eingin torir at siga sína
søgu alment, tí Føroyar eru
eitt so lítið land, og evnið er
so sárt og knýtt at skomm,
har tann happaði, á sama
hátt sum incestoffur, kann
kenna tað, sum hann sjálvur
hevur skyldina av tí, sum er
farið fram, sigur Anna Dals
gaard.
Happing er ótrúliga álvar
som, og ein ótrúliga álvar
samur
trupulleiki,
sigur
hon. Og júst fylgirnar vísa
hvussu álvarsligt hetta mál
ið er og hvussu týdningar
mikið tað er, at nakað verð
ur gjørt við tað, staðfestir
Anna Dalsgaard.
Pressaðir lærarar
Happing fer fram á nógvum
ymiskum
niveauum
og
uppá nógvar ymiskar mátar,
og Anna Dalsgaard sigur, at
vit mugu endiliga ikki
halda, at vit sum vaksin
síggja alla happing.
Man noyðist at fara
aktivt inn fyri at finna út av
um happing fer fram. Og
um man billar sær inn, at
man sær happingina, so
sleppur happingin at fara
fram óhindrað.
Stórur trupulleikin er, at
tann vaksna verðin – bevíst
og óbevíst – letur eyguni
aftur, at tað fyriganga ting
millum børn, sum vit ikki
síggja, leggur Anna Dals
gaard herslu á.
Hon sigur, at starvið hjá
einum lærara er so pressað
innan tað fakliga við nógv
um lógarfestum krøvum,
sum skulu uppfyllast.
Men tað stendur onga
staðni í nakrari lóg, at tú
skalt syrgja fyri, at børnini
trívast og hava tað gott og
ikki happa hvønn annan, so
tað er skjótt, at hetta økið
kemur at halta, og at lærar
arar fyri at uppfylla fak
ligu lesiætlanina onkuntíð
noyðast at lata eygu og oyr
ur aftur fyri trivnaðinum.
Millum annað við at fáa
tað
inn
í
lógarverkið,
soleiðis at man upp á ein
ella annan hátt forpliktar
bæði skúlaverkið, men so
sanniliga eisini myndugleik
arnar, til at taka tingini í
álvara og syrgja fyri at tað
verður gjørt nakað konkret,
so tað ikki bara verður
sovorði yvirornað snakk,
yvirornað hugtøk, sum ein
og hvør kann vera samdur í,
at vit skulu øll snakka pent
við hvønn annan og vit
skulu øll hava tað gott, men
hvussu ger man tað í praks
is, og tað er har tað haltar.
Tí tað er eingin enn , sum
er farin 100 prosent inn og
tikið ábyrgd av, at tað skal
gerast.
Happing má bannast
Anna Dalsgaard sigur, at
tað eru nógvir góðir lærarar,
sum duga at lofta trivnað
artrupulleikum, og gera
nógv fyri at steðga happing.
Men tað er ikki nokk, at
ávísir flokkar hava tað gott.
Myndugleikarnir
mugu
tryggja øllum sama rætt.
Í summum flokkum
kundi ein søga sum Helga’sa
ikki farið fram, tí tað eru
nakrir lærarar – og nógvir
lærarar – sum taka henda
trupulleika í stórum álvara,
men tað er alt ov óskipað,
og í flokkinum við síðuna tí
góða, trygga flokkinum
kann vera eitt barn, sum
fær somu lagnu sum Helgi.
Ikki fyrr enn myndugleik
in tekur ábyrgdina, kunnu
vit síggja ting, sum virku
liga muna. Lógarfest krøv
mugu til, sigur Anna Dals
gaard, trivnaðarráðgevi.
Happing má bannast við lóg
Helgi Breiner setti í vikuni andlit og navn
á tað happing, sum eitt ótal av føroyskum
børnum hava verið - og framvegis eru – offur
fyri. Happingin gjørdi, at Helgi misti álitið á
sær sjálvum, øðrum og lívinum sjálvum
Fiskimenn í aðra vinnu
Í fleiri ár hava grønlendskir politikarar tosa um, at
samfelagsmenningin fer at hava við sær, at fiskimenn og
veiðimenn mugu fáa sær lívsstarv uppi á landi, og at
tørvur verður á arbeiðsmegi í námsvinnuni og øðrum
vinnum. Nú hava tvær kommunur tikið málið upp og
hava spurt msínar fiskimenn, hvat arbeiði teir kundu
hugsað sær uppi á landi. Tey fyrstu svarini vísa, at í
hvussu er summir fiskimenn eru til reiðar at fara í land at
arbeiða, sigur KNR.
Anna Dalsgaard, trivnaðarráðgevi, er ikki kløkk um søguna hjá
Helga. Hon kennir fleiri líknandi søgur, men eingin torir at siga
sína søgu alment, tí Føroyar eru eitt so lítið land, og evnið er
sárt og knýtt at skomm
Tað stendur ongastaðni í
nakrari lóg, at tú skalt syrgja
fyri, at børnini trívast og
hava tað gott og ikki happa
hvønn annan, so tað er skjótt,
at hetta økið kemur at halta,
og at lærararar - fyri at
uppfylla fakligu lesiætlanina -
onkuntíð noyðast at lata eygu
og oyrur aftur fyri happing
og mistrivnað, sigur Anna
Dalsgaard, trivnaðarráðgevi