hósdagur 1. november 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 212 - 1. november 2007
– Tað er langt ímill
um, at kirkjur verða
bygdar í Føroyum,
og eg vil siga, at
tað hevur verið
meira hátíðarligt
og tignarligt hjá
monnum at gingið
inni í eini kirkju og
arbeitt, enn tað er at
ganga inni í einum
goymslubygningi.
Vit vita, at hetta er
ein bygningur, sum
er nakað serligt – ein
varði í nútíðini og
fyri eftirtíðina. Tí
hevur byggingin
verið nakað serligt,
og okkara fólk hava
lagt sálina í hesa verk
ætlan, sigur stjórin í
Articon, Jón Daniel
sen
Hoyvíkar kirkja
Orð: Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Úti í durinum í nýggju Hoy
víkar
kirkju
mikudagin
hittu vit stjóran í fyritøkuni,
sum hevur bygt Hoyvíkar
kirkju – heilt úr moldini og
upp til himmals, um vit so
kunnu siga.
Øll eru samd um, at kirkj
an í Hoyvík er eitt meistara
verk.
Er tað soleiðis, at tit hava
følt tykkum at arbeitt á ein
um øðrum ”plani”, nú tit
hava bygt eina kirkju – ella
hevur nakað serligt verið
yvir hesum arbeiði í mun til
øðrum arbeiðum, tit gera?
– Jú, tað noyðist eg at
ásanna. Hetta hevur verið
meira hátíðarligt og tignar
ligt. Tað er stórur munur á
at byggja eina kirkju – og
so at byggja ein tilvildarligan
goymslubygning. Vit vita,
at tað verður nógv fokus
sett á ein kirkjubygning, og
tí hava okkara fólk gjørt
sær serliga stóran ómak við
hesum. Eg vil siga, at tað
liggur líkasum ein sál í øll
um tí, sum er gjørt.
Jón sigur, at tað hevur ver
ið ein stór og áhugaverd
uppgáva og avbjóðing at
byggja eina kirkju.
– Men vit høvdu einki
havt ímóti, at roynt hetta aft
ur, um høvið beyðst.
Hann vísir á, at Hoyvíkar
kirkja er eitt føroyskt hand
verk.
– Vit hava verið eini 20
30 mans, tá ið vit hava verið
flestir og talið av arbeiðs
tímum, sum er farið til kirkj
una, liggur millum 50.000
og 60.000, sigur stjórin í
Articon.
Við stoltleika
Á samkomuni mikudagin,
tá ið Jón Danielsen formelt
handaði Jákupi Símun Sim
onsen lyklarnar til kirkjuna,
segði stjórin í byggifyritøk
uni, at tað er við sorgblídni,
gleði og ikki sørt av stolt
leika, at felagið nú hevur
handað kirkjuráðnum og
bygginevndini lyklarnar.
– Jú, hetta er fyri okkum
ein merkisdagur, nú nýggja
kirkjan, sum vit í felag hava
skapt, stendur liðug. At
hetta er eitt felagsavrik, ber
kirkjan boð um, bæði tá ið
ræður um tað byggilistarliga,
handverkið og ikki minst,
tá hugsað verður um verk
ætlanartilgongdina í síni
heild.
Jón vísti á, at slík avrik
verða ikki framd í sjálv
drátti, men bert við góðum
samstarvi
millum
allar
partar, og soleiðis hevur tað
eisini verið við hesi verk
ætlan.
– Við samstarvi, siðilig
heit, nærlagni og ídni frá
øllum pørtum, hava vit við
okkara starvsfólki saman
við byggiharra, byggileið
ara, arkitektum, ráðgevar
um, okkara undirarbeiðstak
arum og teirra arbeiðsfólki
nátt at kalla øllum teimum
málsetningum, sum vit fyri
umleið tveimum árum síðan
settu okkum fyri.
Beinrakin orð
Hann segði, at tað er í slík
um samstarvi, at hvør ein
stakur kann gera so ómeta
liga stóran mun, og í hesum
sambandi endurgav hann
nøkur orð, sum ein danskur
vinnulívsmaður
einaferð
skal hava sagt: ”Den der
har evnen, har pligten...”.
– Beinrakin orð, sum siga
okkum, at vit hvør í sínum
lagi – við evnum frá skapar
ans hond – hava eina skyldu
til at koma við okkara íkasti
til tað, sum vit nú einaferð
eru í holt við.
Jón segði, at undir allari
byggingini hava øll, sum
knýtt hava verið at hesi
verkætlan, givið sítt íkast.
– Tí skulu tit øll – høg
sum lág – hava stóra tøkk
fyri hetta. Uttan íkast frá øll
um pørtum hevði verið
tungt at nátt málinum, legði
hann aftrat.
16 tons av tekju
Á tíðindafundinum lýsti
stjórin í Articon til stuttleik
ar, hvat tað í rúmmetrum,
fermetrum og tonsum hevur
merkt at fremja eina slíka
verkætlan.
– Eftir at sjálvur grundar
steinurin til kirkjuna varð
lagdur 20. juli 2005, fóru
vit undir útgrevsturin 5. sep
tember sama ár. Sjálvt
betongarbeiði byrjaði fyrst
í desember 2005 og varð
liðugt í august 2006. Síðan
varð arbeitt upp á yvirtrom
ina í september, og 20. ok
tober 2006 stóð Hoyvíkar
kirkja reist.
Jón vísti á, at byggifyri
tøkan hevur grivið og flutt
umleið 60007000 rúm
metrar av tilfari í sambandi
við útgrevstur og planering.
Teir hava forskallað og
stoypt umleið 900 rúm
metrar av betongi og hava
brúkt umleið 65 tons av
stáli.
– Vit hava sett upp umleið
850 fermetrar av Gustavs
panelum, og á tekjuna eru
løgd umleið 16 tons av kop
ari, segði hann fyri at
nevna nøkur av arbeið
unum, sum eru partur av
verkætlanini.
Hevur gingið væl
Jón segði, at Articon hevur
16 tons av kopari á kirkjute
Hoyvíkar kirkja er ein varði, sum bæði núlivandi og okkara
eftirkomarar kunnu frøast um. – Vit eru blivin góð við
kirkjuna, tí hetta er okkara kirkja, sum Jón Danielsen, stjóri í
Articon, tók til
Turt í Danmark
Tað regnaði bara 33 millimetrar í Danmark í
síðsta mánað, og tað ger, at hetta var tann
turrasti oktober síðani 1972, sigur danska
veðurstovan. Tað árið var oktober óvanliga
turrur, og tá komu bara 16 millimetrar niður.
Eitt meðalár er avfallið í oktober 76
millimetrar. DMI sigur, at tað turra veðrið í
oktober komst av liggjandi hátrýsti tað mesta
av mánaðinum, og at í veruleikanum regnaði
tað átta dagar, meðan tað vanliga er 16 dagar.
Eivør í Hoydølum
Hóskvøldið 8. november verður konsert við Eivør Pálsdóttir og
orkestri í Aulini í Studentaskúlanum í Hoydølum. Við Eivør á pallin
fara, Edvard N. Debess, Rógvi á Rógvu, Benjamin Petersen, Ása
Wraae, Graham Henderson og Chris Hertzberger. Graham og Chris
vóru báðir við á G! festivalinum og á konsertunum í Írlandi í august.
Ása Wraae sang við Eivør fyri fyrstu ferð á G! og hevur síðan verið
við Eivør á fleiri konsertum. Atgongumerki til koncertina í
Hoydølum kunnu keypast á Kunningarstovuni í Havn og
Kunningarstovuni í Runavík frá mánadegnum 29. oktober. Tað er
avmarkað atgongd, verður sagt í tíðindaskrivi.
Útsýnið úr Hoyvíks kirkju
er av tí allarbesta