Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 1. november 2007 11 tíðindi staðið fyri jørð-, kloakk-, betong-, lendis-, timbur-og múraraarbeiðnum, og stál- arbeiði hevur byggifyritøkan gjørt í samstarvi við Morsø- Stålbyg. – Maria Poulsen hevur gjørt HVS-arbeiði, LM- Elec­tric­ el-arbeiðið, Magni Jac­obsen hevur málað, og Litaval hevur staðið fyri gólváleggingini í kjallaran- um. Stjórin ásannaði enn eina- ferð, at byggingin av Hoy- víkar kirkju hevur verið rættiliga krevjandi, og tí hevur hon ikki minst verið mennandi fyri øll, sum hava verið við í verkætlanini. – Arbeiðið hevur gingið væl, og kirkjan varð handað kirkjuráðnum 14. september 2007. Síðan hava ymiskt utt- anduraarbeiði verið gjørd liðug, samstundis sum brík- ar, altar og prædikustólur eru sett inn í kirkjuna, eins og klokkudekk og klokka eru sett upp í torninum, segði hann. Okkara kirkja! Stjórin Artic­on helt fyri, at Hoyvíkar kirkja er ein varði, sum bæði núlivandi og okkara eftirkomarar kunnu frøast um. – Ja, eg kann av sonnum siga, at vit eru blivin góð við kirkjuna, tí hetta er okk- ara kirkja, sum hann tók til. Hann duldi ikki fyri, at frøin var stór, tá hansara byggifyritøka 3. mai í 2005 vann kappingina um at byggja kirkjuna, og tá ið hann hendan dag kundi siga sínum arbeiðsfólki, at felag- ið nú skuldi undir at byggja eina kirkju. – Hesa uppgávu tóku vit á okkum uttan himpr, og eg má siga, at øll, sum hava verið við í hesi serstøku verkætlan, hava víst, at dug- ur er í. Við løtuna í Hoyvíkar kirkju mikudagin nýtti Jón høvi at takka øllum – verk- ætlanarleiðara, formonnum, arbeiðsmonnum, maskin- førarum, handverkarum og lærlingum fyri hetta meist- araverk, sum lagt er úr hond- um. Hann nýtti eisini høvi at takka arkitektum, undirveit- arum og ráðgevum fyri avbera gott og gevandi sam- starv undir byggingini. – Tykkara partur hevur heldur ikki ligið eftir. Tað sæst á øllum tí, sum vit í dag síggja uttan um okkum, helt hann fyri. Vagnur úrmælingur Stjórin í Artic­on hevði eina serliga tøkk at bera Vagni Nielsen, byggileiðara, á samkomuni. – Eg vil takka tær fyri tín fyrimyndarliga hátt at leiða byggingina. Vit fingu frá fyrsta degi stórt álit á tær. Tú hevur við tíni framferð ikki bert skapt álit um tín persón, men ikki minst skapt álit millum partarnar, sum hava staðið saman um verkætlanina. Jón helt, at bygginevndin fyri Hoyvíkar kirkju hevur havt ein úrmæling við Vagni, sum siðiligur og neyvur og ikki minst so avgjørdur hevur borið boð- skapin millum partarnar – á ein slíkan hátt, at ongum nýttist at ivast í, hvat hann vildi. – Hetta er júst tað, sum skal til, um byggingin skal eydnast til fulnar, legði hann aftrat. At enda takkaði stjórin í Artic­on kirkjuráði, byggi- nevnd, stiftsstjórn og annars øllum, sum hava varða av byggingini, fyri fyrimyndar- liga gott samstarv. – Tykkara eldhugi og ikki minst tann stóri áhugi, sum tit undir allari byggingini hava víst, hevur so avgjørt verið byggingini og okkum øllum til íblástur og gagns, segði Jón Danielsen. kjuni í Hoyvík Myndin er tikin á tíðindafundinum mikudagin, tá ið Jón Danielsen formelt hevði handað Jákupi Símun Simonsen, standandi, lyklarnar til kirkjuna. – Tað er við sorgblídni, gleði og ikki sørt av stoltleika, at felagið nú hevur handað kirkjuráðnum og bygginevndini lyklarnar, segði hann Í seinastuni hevur verið arbeitt við at seta urguna upp og við at fáa altartalvuna upp at hanga. Altartalvan er myndin av Golgata, sum hevur hingið í Meinigheitshúsinum í Havn í nógv ár. Alt økið uttan um kirkjuna verður ikki liðugt til vígsluna, men arbeitt verður dúgliga fyri at koma so longst til ta tíð Jólaboð komið út Nú eru Jólaboð fyri 2007 komin í bókabúðirnar. Inngangin hevur Magnus Brahé Jørgensen, prestur, skrivað. Annars er hópur av siðsøguligum tilfari, upprunnaligar og týddar søgur og yrkingar. Av siðsøguligum tilfari kann nevnast Elin Mortensen, ið sigur frá barnadøgum á Tvøroyri við denti á sluppfiskiskap og fiskaturking. Effie Campbell fer aftur í tíðina og fortelur, hvussu jólini vóru, tá hon var barn, hvussu handilsvindeyguni vóru pyntað, og tá bakaríið hjá Frants Restorff steikti jólagásina fyri fólk. Johs. Andr. Næs sigur frá einari ferð á heysti 1919 úr Hvalba til Havnar og suður aftur sama dag. Freydis Poulsen lýsir statuligu konuna Katrina á Strond, sum var borin í heim í Selvindi á Strondum 15. mai 1860 og doyði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 5. august 1931. Eisini eru aðrar spennandi frásagnir. Guttorm Zac­hariasen hevur lagt Jólaboð, ið er 84 síður, til rættis, Janus Dam Guttesen hevur teknað og SOZO prepress prentgjørt og prentað. Stjórin í Articon takkar Vagni Nielsen fyri á fyrimyndarligan hátt at hava leitt byggingina. Á myndini er eisini primus- motorurin og formaðurin í bygginevndini, Katrin Dahl