Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 212 - 1. november 2007 Summi hava undrast yvir, at eg haldi tað hava týdn­ ing at atkvøðurnar í val­ døminum Føroyar verða taldar upp í einum stað. Sagt verður, at hetta er brot á eina gamla siðvenju, tí vit hava í hundrað ár talt atkvøðurnar upp á valstøðunum. Men frá 1852 til 1906 taldu vit atkvøðurnar upp í einum stað, og tað var har veljararnir í valdøminum komu saman at greiða atkvøðu. Síðani kom tann tíðin, tá atkvøðurnar vórðu taldar upp á valstøðunum, og gav hetta nógvar óynskt­ ar avleiðingar. Nú bar til hjá politikarunum at sígg­ ja, hvussu fólk atkvøddu, og var hetta ikki eftir teirra vild, kundu teir hevna seg inn á tey ólýdnu. Eitt dømi sum eg veit um, var tað sum Kaldbaks bygd var fyri síðst í fimmti­ árunum. Systkinabarn ommu mína í Kaldbak var Kjartan Mohr. Hann still­ aði upp til løgtingsvalið 1954 á einum óheftum borgaraligum lista, og kom hann til Kaldbaks at agi­ tera. Hann kom til okkara, og sigur við ommu mína: “Nú systkinabarnið, nú er val. Nú mást tú stemma upp á meg!” Hon svaraði: “Eg havi altíð hildið, at tú vart so fittur, men eg havi altíð hildið, at tú skuldið hildið teg burtur frá poli­ tikki!” Hann tók tað pent, men hann lovaði kald­ baksmonnum, at um hann kom á ting, so skuldi hann arbeiða fyri at fáa veg gjørdan inn á Sund. Hetta hildu kaldbaksmenn vera sera týdningarmikið, so hann fekk fitt av atkvøðum í Kaldbak. Tá upptalt var, vísti tað seg, at hevði hann ikki fingið hesar atkvøður, var Tórstein Petersen komin inn á ting og ikki Kjartan. Men hann helt ikki sítt vallyfti til kald­ baksmenn og gjørdi einki fyri at fáa veg inn á Sund. Valið eftir fekk hann onga atkvøðu í Kaldbak, og tað varð hann illur um. Tá kom uppskot um at gera ein bátahyl í Bíggjarstøð í Kaldbak, og fekk uppskot­ ið 15 atkvøður í tinginum. Fyri at tað skuldi koma ígjøgnum skuldi tað havt 16, og tað hevði tað fingið, um Kjartan atkvøddi fyri, men tað vildi hann ikki, tí kaldbaksmenn, sum hann kundi takka fyri tingsessin í 1954, ikki høvdu stuðlað hann á valinum 1958. Høvdu vit tá havt ta skip­ an, at allar atkvøðurnar í Suðurstreymoyar uppstill­ ingardømi vórðu taldar upp í einum stað, so hevði ikki borðið til hjá einum ting­ manni at hevnt seg soleiðis inn á eina heila bygd. Bert tey, sum eru rætti­ liga naiv, halda at tað sama ikki kann koma fyri tá ið Føroyar nú skulu vera eitt valdømi. Tað kann als ikki úti­ lokast, at tingmenn kunnu siga, at hví skal eg greiða atkvøðu fyri einum máli, sum er til fyrimun fyri ein part av landinum, har eg onga undirtøku havi? Tað eru serliga bygdir­ nar, sum kunnu verða raktar av slíkari hevnisøku eins og Kaldbak var tað í 1959. Tað er eingin orsøk til at leggja stein oman á byrðu fyri bygdirnar, sum nú hava mist síni beinleiðis umboð. Vallógin sigur at valini eru loynilig, og er hetta ein áseting fyri at hjálpa velj­ arunum. Við at telja upp sum gjørt hevur verið higartil, úthola vit tann rætt vit borgarar hava til at atkvøða í loyndum, og hetta eiga vit ikki at lata okkum lynda. Hví telja atkvøður í einum stað? Zakarias Wang Av og á má ein undrast yvir politiska orðaskifti, og kanska ikki minst tá val er í hondum og kanska eisini týðandi kensluborin mál hava verið til umrøðu. Í samband við, at valdømis­ skipanin er broytt, aftaná eina syndarliga og avskepl­ aða viðgerð í tinginum, hevur formaðurin í fyrr­ verandi grundlógarnevnd­ ini og stjórnarskipanarnevn dini, Jóan Pauli Joensen, dittað sær at vísa á, at samstundis sum valdømis­ uppskotið er skrumblað ígjøgnum tingið, hevur tingið ikki rørt hond frá síðu viðvíkjandi uppskoti­ num um nýggja stjórnar­ skipan. Eitt uppskot, sum ert væl gjøgnumarbeitt og í veruleikanum latið lands­ stýrinum tvær ferðir, fyrst flaggsdagsálitið í 2004 og síðani “jólaálitið” í 2006. Hetta fær Kristian Magnussen, formannin í nevndini (§ 25 nevndini), sum hevur fingið uppskot­ ið til endaligu viðgerðar, at koma við nøkrum sera løgnum úttalilsum. Fyrst fekk eg ein lítlan skelk, tá eg hoyrdi hann í útvarpi­ num á middegi 30. oktob­ er, og síðani fekk eg ein stóran skelk við at lesa viðmerkingar hansara til Jóan Paula Joensen í bløðu­ num. Eg havi annars hildið Kristian veri ein rættiliga seriøsan politikara, men her skeiðar hann heilt út. Hann leggur eftir formanni­ num í stjórnarskipanar­ nevndini fyri at hava gjørt og fullført eitt drúgt og stórt og týdningarmikið arbeiði og fingið løn fyri hetta arbeiði. Tað er heilt einastandandi, at formað­ urin fyri tingbólkin hjá leiðandi stjórnarflokkinum kann málbera seg soleiðis. Hann umber seg við, at tað er stór politisk ósemja um stjórnarskipanar uppskotið og sigur, at Javnaðarflokk­ urin er ímóti tí. Av teirri orsøk hevur hann súltað málið í nevndini. Haraftur­ at heldur hann tað vera torført at fáa tingmenn at møta til nevndarfundar. Tá ið farið er at sumra. Her er nakað heilt galið við hugburðinum. Veruleikin er tann, at stjórnarskipanarnevndin – áður eisini grundlógar­ nevndin – hevur gjørt eitt megnar arbeiði við at orða eitt uppskot til tað mest grundleggjandi lóggávuna og skipanina fyri einum føroyskum samfelag. Nakað sum skuldi fingið menn til við stoltleika at taka tað til sín og fáa tað samtykt bæði av Løgtingi og av fólkinum skjótast gjørligt. Nevndin hevur arbeitt dúgliga og seriøst og hevur alla tíðina havt ein politiskan fylgibólk við, soleiðis at orðingarnar kundu rættast inn eftir teim politisku meldingunm. Undan jólum 2006 handar formaðurin fyri arbeiðs­ bólkinum løgmanni lidna álitið. Sum skilst er stórt sæð semja bæði millum serfrøðingar og politiska fylgibólkin um heilt stóran part av uppskotinum. Løgmaður hevur sostatt skyldu til at handa upp­ skotið víðari til Løgtingið við møguligum viðmerkingum frá lands­ stýrinum. Hetta ger hann eisini, men letur óforsvar­ liga langa tíð ganga, áðrenn tað hendir. Sum skilst hevur uppskotið ikki fingið nakra líkinda við­ gerð í landsstýrinum. Tá Løgtingið fær uppskotið verður tað beint í eina § 25 nevnd við umboðum úr øllum flokkum. So vítt eg skilji eru flestu av umboðu­ num somu persónar, sum heilt ella partvís hava sitið í fylgibólkinum hjá stjórn­ arskipanarnevndini. Kristian Magnussen verður valdur til formann í tingnevndini. Uppskotið er so væl úr hondum greitt og hevur fingið so gjølliga viðgerð frammanundan, at skjótt skuldi veri at avgreiða í tingnevndini og justera tær lutfallsliga smáu ósemjur, sum hava verið, og sum eru vístar á longu í álitinum. Men hvat hendir? Nevndin heldur ein formellan fund til val av formanni og síðani ein fund , har stórt sæð einki kemur av skafti. Síðani endar tingsetan og nevndin hvørvir. Ein nýggj tingseta byrjar á ólavssøku 2007, men nevndin verður ikki endurskipað. Nevndar­ formaðurin vaskar hendur og heldur seg ikki hava nakra ábyrgd. Tingfor­ maðurin, sum eisini hevur eina ábyrgd, ger einki við málið. Tað hevur helst ikki hansara áhuga. Hann er meira áhugaður í at verða afturvaldur til komandi val. Løgmaður sigur seg hava handað tinginum málið, so hann kennir onga ábyrgd. Staðfestast kann sostatt, at løgmaður fyrst misrøkir sína skyldu við at drála við at lata tinginum málið, síðani misrøkir nevndin, og her fyrst og fremst nevnd­ arformaðurin sína skyldu við ikki at viðgera málið og letur tíðina ganga. Tað ringasta er, at hann m.a. grundgevur misrøktina við, at hann og Javnaðarflokk­ urin ikki hava áhuga í málinum. Tað líkist makt­ misbrúki. Síðani misrøkir løgtingsformaðurin sína skyldu við at hava eftirlit við, at tingnevndin ger sítt arbeiði til lítar, og síðani syrgir fyri, at nevndin verður endurskipað í nýggju tingsetuni. Men hann hevur helst somu grundgevingar sum nevndarformaðurin, nevniliga ongan áhuga í málinum. Eitt syndarligt dømi um, at verulig týdningarmikil og stór mál verða illa hand­ farin av politisku skipanini. Eitt mál, sum er grund­ leggjandi fyri framhaldandi menning av Føroyum sum land og tjóð. Til samanlíkn­ ingar hava vit so viðgerð­ ina av valdømisskipanini. Her engagerar tingformað­ urin seg so nógv, tí egin áhugamál standa uppá spæl, at hann fyrst leggur uppskotið fram sjálvur, síðani heldur eyga við rættarnevndini sum ein annar vakthundur. Og til síðst kunngerð sín stolt­ leika yvir at hava klárað at avskepla umboðanar­ demokratiið í Føroyum. Tað positiva er, at hóast alt er stjórnarskipanar­ uppskotið ikki forkomið. Tað liggur klárt til nýggja viðgerð og samtyktar í einum tingið við vónandi betri leiðslu og meira ábyrgdarkendum tingfólki. Hvat er meiningin Kristian Magnussen? Jógvan sundstein Vil hervið taka sterka frá­ støðu frá niðrandi greinini og persónsálopunum hjá Kristianni Magnussen úr Javnaðarflokkinum á for­ mannin og embætisfólkini í grundlógarnevndini. Kristian leggur formannin og serfrøðingarnar í grund­ lógarnevndini undir at hava drigið arbeiðið við grundlógini út. Tað er ein ósiður, at politikarar, ið hava valdið til at taka avgerðirnar, kas­ ta ábyrgdina yvir á onnur – ikki minst tá lagt verður persónliga eftir embætis­ fólki, sum útinna tann setning politiska skipanin hevur álagt teimum. Formaðurin og serfrøð­ ingarnir í grundlógar­ nevndini, sum sett varð í 1999, lótu longu í 2001 frágreiðing til landsstýrismannin í sjálvstýrismálum, har eitt fullfíggjað uppskot til grundlóg fyri Føroyar varð gjørt. Tað, sum síðani hevur restað í, er tann politiska viðgerðin og støðutakanin til uppskotini. Og eyðsýnt er, at tey álit, ið síðani eru skrivað, hava broytt lítið og onki í uppskotinum, sum varð gjørt í 2001. Formaðurin og embætis­ fólkini í nevndini hava lagt nógv fyri til tess at fáa politikararnar at taka støðu og finna semjur. Men tað hevur ikki eydnast, og hvør kann gera sær sínar metingar um, hví so er. Málið hevur verið hálað út politiskt seinastu árini, og nú seinast við at parkera málið í tinginum. Ábyrgdin fyri hesum er politisk og bara politisk. Tað er til lítlan sóma fyri politisku skipanina, at formaðurin í tingbólki hjá stjórnarberandi flokki, sýnir slíka framferð móti fólki, ið hava arbeitt eftir eini løgtingslóg og hava fylgt øllum politiskum ásetingum. Hetta er dømi um ta gongd, ið skapar misálit og vantandi áhuga millum fólk fyri føroyskum politikki. Tí er uppgávan hjá okkum greið: Vit skulu hava álit og greiða kós aftur í føroyskan politikk. Ikki uttanumtos og ábyrgdarundanstøkking. So geva vit bara embætisfólki skyldina... Høgni Hoydal Val