hósdagur 1. november 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 212 - 1. november 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ein hurð verður ripað í lás. Sama
ljóðið, sum táið tú spennir hanan
upp á eini skammbyrsu. Magnum
44. Eftir Kalashnikov maskin-byrs-
una og Winchester rifluna mest ele-
ganta møbilstykkið, hernaðarídn-
aðurin hevur framleitt. Nú eru vit í
námind av krútinum, skilst.
Gamli redaktørurin á 14. Sep-
tember, Martin Fjallstein, hevur
ómakað sær, at heita á feska og
óroynda fólkatingsmannin hjá
Tjóðveldinum, um at flyta fram
grækarismessurøðu.
12.
mars
2002. Eftir at hava sitið frá morg-
unstundini úti á Ríðibananum og
roynt at snøgga sum frægast um
manuskriptið, spáki eg mær seig-
liga framvið Ráðhúsinum og síð-
ani inneftir Vestarubrúgv. Tað ræð-
ur um, at kroppur og sál gera sína
entré samstundis. Føroyahúsið er
stúgvandi fult, fólkið tapetiserar
at kalla bróstini. Tíanbetur vóru
fastrarnar báðar komnar úr Valby
og uttan úr Kastrup. Tær lora
standin á richterskalanum eitt
sindur niður, áðrenn røðarin fer
on stage. Kenni ikki eina sjel ann-
ars. Kemst kanska av, at Keyp-
mannahavn ikki er býurin, hin-
vegin transitstaðurin, hjá gomlum
sjómonnum. Nú standi eg tó har.
Avgerandi løtan. Total konsentra-
tión. Nú ræður um, at stemmu-
gaflarnir báðir, røðarin og áhoyr-
arnir, koma í resonans. Í somu løtu
sum alt tóktiskt at vera komið í eina
natúrliga legu, broytir góða løtan
seg til eitt inferno. Buldur og brak.
Undantaksstøða. Um ein Mikoyan-
Gurevich, MIG 21-jagari, kom
bóltandi niður ígjøgnum tekjuna á
Glyvra Kirkju meðan Meinhard
endurgav Buber fyri at hava sagt, at
Guð er tær nærri enn tín egni
skuggi, hevði tað ikki verið verri.
Virgar T. Dalsgaard hevði forlátið
húsið. Var ikki komin meira enn
hálva leið í fyrsta reglubrotinum, so
eg skilti onki av rumsterilsinum.
Fyrrverandi redaktørurin á frælsis-
blaðnum royndi at sissa meg, og
bara meg, tí ongin annar tók sær
tyknið av tí sum hendi. Seinri fann
eg útav, at eg hevði nevnt Sverra
Patursson, áðrenn lunnarnir brustu
og jørðin skalv, og at tað var orsøkin
til rokmiklu byrjanina hjá mær og
Virgari.
Man hava verið ovmikið og í
meira lagi samanhangandi til sjós,
táið eg ongantíð í lívinum hevði
hoyrt um hendan mannin - fyri
hendan dagin. Skilji tó, at hann
altíð hevur verið á pallinum onk-
ursvegna, har nakað hendi. Serliga
táið samfelagið varð sett undir
luppin. Ideologiirnar. Á mótinum,
tá parlamenterað varð, og nú sigur
onkur, at hann og Høgni Hoydal
skulu hava verið frontfigurar í ein-
um kjakfelag í ríkismetropolinum
í nítiárunum. Guð má vita, hvussu
tann leikurin er farin. Líkamikið,
Virgar gjørdist høvuðsandstøðing-
urin hjá fullveldislandsstýrinum
frá 98 og frameftir. Socialdemo-
kratiski mergurin munin stinnari
enn hjá heimliga Javnaðarflokkin-
um, og tað var eisini hann, sum
slerdi Jóannes Eidesgaard til ridd-
ara, táið vit komu inn í eitt nýtt
millennium, fyri sløkum 7 árum
síðani. Hetta var áðrenn Kalsberg
og Djurholm vóru farnir ígjøgnum
ta stóru politisku metamorfosuna,
áðrenn teir sjónliga kensluliga
ávirkaðir, spákaðu sær niður
ígjøgnum landgangin á kongaskip-
inum sum danskir riddarar.
Eftir at kommunistarnir og social-
demokratarnir skiltust, og fluttu
seg hvør sín vegin, frá stóru
arbeiðararáðstevnunum, helt Stalin
fyri, at hesir seinru onga hugsjón
høvdu, virkaðu meira sum upp-
pumpaðir valbjølgar og funktion-
ellar maskinur, táið fólkið skuldi
rekast í rætt. Eftir tað varð valdið
einsamalt avgerandi. Virgar er ikki
partur av hesum gráa homogena
liði. Hann er einarin, partisanurin,
sum verjir síni og floksins sjónar-
mið úr lýsing í skýming. Hann er
ideologiski verjin og duravørðurin,
og skuldi onkur ólátaður tjóðveldis-
maður fløkt seg upp í hansara
sferu, verður høgt til so tað munar.
Trupulleikin er bara, at húsini
tømast, og eftirhondini er vørðurin
tann einasti, sum stendur undir lið-
ini á klassisku stevnuskránni. Alt
er nú so útvatnað og mergsogið í
yuppieliberalismu, frá Blair til
Eidesgaard, at her vendist ikki aftur
í bræði. Serliga ikki, eftir at Fólka-
flokkurin við Breckmann sum sjef-
domptøri, tók kommando´ina á
brúnni í Javnaðarflokkinum fyri 4
árum síðani. Tikið varð til ein
hippie´ara, at hann var punkteraður
í hasjmjørkanum onkustaðni ímill-
um Havnina og San Francisco.
Jóannes onkustaðni ímillum Parísar-
kommununa hjá Peturi Mohr Dam
og Pinochet-fjepparan Óla Breck-
mann, heldur nærri hinum seinra,
og Virgar hevur verið merkiliga
tigandi hesi seinru árini. Helst er
hann ikki heilt álvuligur við ringa
standin. Nú ideologisku bardúnir-
nar eru brostnar.
Lionel Jospin segði um franskan
politikk, at hann var átøkur Ber-
muda-tríhyrninginum. Royndi ein
at feta seg inn í miðkringin, var
tað reglan heldur enn undantakið,
at viðkomandi hvarv sum døgg
fyri sól. Hetta er tað sum hendir í
alt ov stóran mun í okkara tíð,
politikkur er farin at snúgva seg
um handilstenn, blæður og barsils-
skipanir. Ov slætt lendið fyri ein
ideolog, sum hevur eina turkatrúgv
á, at samfelagið má og skal skipast
samsvarandi
einhvørji
fatan.
Filosofiskum substansi. Har eru
Virgar og eg samdir.
Føðingardagsbarnið er lisin
maður. Sum mureldar blaktra gull-
kornini millum orðini og serliga
ímillum teirra. Minnið er sum á
fíli, málsliga kjølfestan so muna-
dygg, at hann verður ikki løgghall-
ur, missir ikki seg sjálvan burtur,
um okkurt ella fleiri fremmandaorð
sníkja seg upp í skrivaða tekstin.
Og hann borðreiðir ikki við keði-
ligum kancellistíli, sum alt fleiri
av stereotypunum nú á døgum
gera. Hann hevur funnið sín egna.
Volumiøsur, vel denn, men leik-
andi lættur, undirhaldandi og intel-
legentur. Vit eru sjaldan samdir,
serliga ikki, táið hann gevur okk-
um tjóðveldismonnum ein skarp-
an gang, og eg velji at trúgva, at
subjektiviteturin er tilvitað valdur,
fyri at seta spennið upp ímillum
línumastrarnar í politiska heksa-
ketlinum. Onkuntíð kennist tað,
sum hevur hann verið ov leingi av
landi skotin, konteksturin er oft-
ani í meira lagi íligin, hann umrøð-
ur viðhvørt samfelagið, sum hann
vaks upp í, og setur tað sum pall
fyri tí sum nú hendir, og tá er tað,
at óneyðugu skammlopini koma.
Tað skal ikki skilja okkum. Og
lat meg nevna, at eg minnist ser-
liga væl tvær av greinum hansara.
Minningarorðini um skyldmannin
Atla. Ein hendinga upplýsandi og
væl skrivað grein. Stórt søguligt
virði, fyrsta honds dokumentatión,
um meginpolitikaran í okkara tíð.
Supertalentið, sum kom úr ara-
bisku oyðimørkini inn á ovastu
rók í Tinganesi. Og sat sum løg-
maður longri enn nakar annar fyri
og eftir. Og so undirhaldandi
yrkta satiran, um ferðina hjá Zach-
ariasi Wang á ST-høvuðsborgini,
táið hann skuldi siga Mr. Gali frá,
hvussu hunddálkaðir føroyingar
vóru av dønum líka síðani 1380.
Unbeleaveable.
Virgar hevur virkað sum lærari
bæði í Føroyum og í Danmark.
Nú er hann farin um virknan aldur
í so máta, men skilji á lagnum, at
hann seinri hevur roynt seg sum
bussjaførur. Hjá føroyingum, sum
av minni góðum orsøkum eru
strandaðir
í
Keypmannahavn.
Hetta sigur nakað um hansara
magnfullu socialu og solidarisku
kenslu. Í fleiri ár royndi hann
eisini at hvessa málsliga førleikan
hjá útisetabørnunum inni í Føroya-
húsinum á Vestaru Brúgv.
Og nú eru vit aftur har sum tað
hendi í aðru syftu. Veljarafundur.
Løgtingsvalið 2002. Hølið stúgv-
stappað. Minnist at Kristian Magn-
ussen og Lisbeth L. Petersen sótu
við pallborðið. Eg var ikki liðugur
við mítt fyrsta íkast, nú hevjar ein
rísin maður seg úr mannfjøldini,
hárið er ývið og eyguni lýna sum
riflukúlur ígjøgnum glareyguni.
Gjørdist skjótt greiður um, at eg
var komin í skotmál. At hetta ikki
var hvør sum helst, sum nú sendi
eina verbala torpedo fyri, og aðra
eftir, fram ímóti podi´inum. Eg
mátti taka veð í øllum mínum bar-
rikadum, teimum kensluligu, pol-
itisku og kropsligu. Nú reið um
snarið. Nú ráddi um at venda rák-
inum, í hvussu er at taka broddin
av vestfallinum.
Táið eg fekk orðið aftur, segði
eg sum var, at tað var ikki lætt at
fara upp ímóti Virgari T. Dals-
gaard, mínum favorittlitterati um
tað mundið, og sum eg favoriseraði
somikið, at eg altíð goymdi grein-
ar hansara, til náttarlestur, táið lík-
indini vóru betri til djúptøkna
greining. Publikum skilti onki.
Maðurin var sum hamskiftur.
Eftir fundarlok kom hann til mín,
og spurdi um vit báðir ikki skuldu
fara inn á eitt vertshús í granna-
lagnum, at leska okkum vælindini
við eini grønari frá Tuborg. Og
afturvið
herskna
brygginum,
Gammel Dansk, frá sprittverk-
smiðjuni í Aalborg, tosaðu vit um
leyst og fast. Kemiin helt, og
appropos
fólkatingsvalið
um
hálva aðru viku, so var tað ta ferð-
ina, at hann uppfann nýggja keli-
navnið fyri Norðuratlantsbólkin
– republikanska akvarium´ið hjá
Høgna Hoydal. Hann mundi halda
okkum báðar Sjúrð vera tveir
viljaleysar apologetar í lógvunum
á høvuðsaversiónini úr Hoyvík.
Løtu eftir komu nakrir føroyskir
studentar inn á gólvið, og teir
skiltu lítið av tí heila, táið teir á
fyrstu parkett upplivdu the summit
ímillum socialdemokratiska sje-
farahundin og føroyska fólkatings-
mannin hjá Tjóðveldinum.
Virgar góði, eg virði tíni sjónar-
mið, og tað er gott at onkur onkun-
tíð pussar dustið av politisku hug-
sjónunum, tað megnar tú betri enn
nakar. Eri errin av, at eg fekk eina
serskilda innbjóðing til festivitasið,
sum
Føroyahúsið
av
góðum
grundum hevur fyriskipað sínum
evsta entertainara ígjøgnum mong
ár. Sjálvt um eg ikki helt teg vera
komnan somikið til aldurs, so fari
eg at ynskja tær so hjartaliga
tillukku
við
sjeyti
ára
føðingardegnum og vóni inniliga,
at tú skjótt førkar teg yvir aftur til
andans hvørvistein, og hvessir tær
pennin av nýggjum. Føroyingar
leingjast eftir honum, og føroyskir
javnaðarmenn hava meira brúk
fyri honum nú, enn nakrantíð.
Hóast vit ongantíð verða samd-
ir, so skuldi ikki meira enn ein
pilsnari til, fyri at vit kundu vera í
stovu saman, tað sigur ikki so
lítið, og tað eri eg fegin um. Gott
at hava ein blaktrandi socialdemo-
kratiskan vita at miða seg eftir,
táið ringast stendur til, kanska eru
vit meira samdir har enn á loys-
ingar-sambands ásini. Har tað er
so knívskorið. Góðan byr tín
gamli frontkempari. Yvir og farin
fyri hesu ferð.
tórbjørn jacobsen
Socialdemokratiski vitin Virgar – 70 ?