Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 1. november 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Kistan við Poul Anker Hansen fer úr Evangellið­ húsinum leygardagin klokkan 13 Andlát og jarðarferðir 1. november er Virgar Dalsgaard sjút­ ugur. Áramál, ið setur mannin í røðina av teim, ið rokkið hav høgan aldur – eftir gamlari meting. Virgar er einarin. Hann vaks upp í Havn, síni fyrstu barnaár tó í Skálavík. Nógv er í manninum, ið peikar á ands­ mennini av Mølini og av Sandi, hagan mamman var. Foreldur hansara vóru Marianna f. Hjalt og Tórur Aksalson Dalsgaard úr Skálavík. Virgar flutti við húski til Danmarkar í 60­unum, var giftur Honnu f. Nolsøe úr Klaksvík. Hann helt fram sum fólkaskúlalærari øll árini – og er vird­ ur sum hollur málvísi í yrki sínum. Ikki skal leggjast burturúr slóðbrót­ andi arbeiði hansara, sum málvísi undirvísarin hjá børnunum í føroysk­ um máli í Keypmannahavn. Men tað er sum pennaførarin, Virgar ikki verður tikin. At siga hin einasti av monnum, sum hevur verið førur fyri, svart upp á hvítt, at seta upp á prent søguna um tað týðum ótespiliga stríð, ið var, serliga í krígsárunum, tá Javnaðarflokkurin stóð mestum púra einsamallur fyri sjálvsøgdu virðun­ um, ella krøvunum, sum allir flokkar á tingi í dag krampaktiga kanna sær sum teirra ”fremsta mál! – at verja vælferð borgaranna. Hevur nakar í skrift og talu stríðst, so hesin veru­ leikin stendur rimmarfastur og ósvita­ liga aftur og aftur vísir á og staðiliga prógvar veruleikan uttan nakað sum helst kávalæti, so er tað Virgar, einsa­ mallur. Tað sum Virgar hevur lagt fyri ein dag um politisku søguna fer víst at verða brúkt í komandi tíð, hann hevur evnini at lýsa tilburðir og málini uttan nakað sum helst kávalæti. Nakni veruleikin er mangan illa lýddur og toldur. Og sum frálíður er víst, at ”tað sum Virgar skrivaði, tað er púra rætt og satt”. Jákup Lindenskov 70 ára dagur Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gleddu meg á 90 ára degnum, við gávum, blómum, uppringingum og fjarritum. Eina hjartans tøkk til familjuna, sum gjørdi dagin so hugnaligan fyri meg. Bestu heilsanir Jens Pauli Joensen (Boy) Dagurin 2. november. Bibiana, deyð umleið ár 1367. Dóttir ein keisarligan embætismann, Flavianus. Tá ið tað upp, at dótturin var kristin, vórðu øll í húsinum tikin av døgum. Bibiana stendur summastaðni skrivað Viviana. Hósdagin tann 1. november verður Sjúrður Hentze Rasmussen 65 ár. Sjúrður er føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur hansara vóru Tomasia og Petur Rasmussen. Sjúrður hevur fýra systkin, tey eru tvíburasysturin Sólrun, Marin, Petur Sigurd og Martha. Sjúrður, sum er útbúgvin skipsførari, sigldi hjá Mærsk í umleið 10 ár, áðrenn hann fór í starv hjá Fiskasøluni sum sølumaður, har hann gavst í ár, eftir 35 ár í starvi. Sjúrður hevur nógv ítriv. Honum dámar ógvuliga væl at dansa og er limur í bæði Dansifrøði og Tøkum lætt. Á kvøldskúla lærir hann at skera í træ, og hevur hann gjørt nógvar grinda­ knívar og fjallstavar. Eisini hevur hann í fleiri ár spælt dart saman við vinmonnum fyri ikki at gloyma allar sunnudagarnar, tá Sjúrður er í Gundadali fyri at stuðla HB, har hann hevur staðið í øllum veðri og selt atgongumerkir. Sjúrður eigur 4 børn, tey eru Ingi, Birgit, Kári og Heri. Harumframt hevur hann 9 abbabørn. Dagurin hjá Sjúrða verður hildin leygardagin tann 3. november í kantinuni hjá PM heilsølu, Hoyvíksvegur 74, har øll eru hjartaliga vælkomin milum kl. 10 og 15 til brunch. Góðu Sjúrður og Sólrun, vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum. Heilsan familjan Sjúrður Hentze Rasmussen 65 ár Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði maður, pápi og abbi, verfaðir og beiggi okkara Pauli Reinert Petersen Saltnes andaðist á Ríkissjúkrahúsinum týsdagin 30. oktober 62 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum leygardagin 3. november kl.16.30 í Fríðrikskirkjuna. Jarðarferðin verður sunnudagin 4. november kl.14.00. Fyri tey, ið varða av Judy, Sonja, Hans Jacob, Poula og Dávid Tey, ið vilja minnast Paula við blómum ella kransi, kunnu lata eina peningagávu til Fríðrikskirkjuna á konto í Føroya Banka.