hósdagur 1. november 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 212 - 1. november 2007
tíðindi
Óli Jacobsen
Fyri tey avvarðandi helt Jens
Kannuberg røðu. Beiggi hansara,
tann 18 ára gamli Egil Jacobsen,
var ein av manningini á Stellu
Argus. Foreldrini vóru Jana og
Óli Jacobsen. Tey vóru tilsamans
níggju systkin, átta brøður og ein
systir. Egil var triðiyngstur, og
Jens var triðielstur. Hann var 24
ár tá og sigldi, men hann var
heima júst, tá ið Stellan fórst.
Jens segði:
Eg eri sera takksamur yvir, at
eg kann vera saman við tykkum
hendan dagin, her henda talandi
mynd verður avdúkað.
Við hesum minnisvarða vísir
reiðaríið Kimbil við Aksel
Hansen sum reiðara eina sigandi
og djúpa samkenslu við mína
heimbygd og okkum øll, sum
vórðu rakt av teirri syrgiligu
hending, tá ið trolarin Stella
Argus fórst norðanfyri Føroyar á
heysti 1957.
Sjálvur var eg heima hetta
minniliga heystið. Eg minnist tað
sum í gjár, tá ið hesi sorgarboðini
komu til bygdina um, at Stella
Argus møguliga var burturgingin.
Tað gingu fleiri dagar, har skip
leitaðu norðanfyri Føroyar, men
einki spurdist burtur úr leitingini.
Hesir dagar vóru spennandi,
men eisini tungir at fara ígjøg
num, til tað endaliga var staðfest,
at Stella Argus var burturgingin
við allari manningini.
Manningin taldi 22 mans. Av
hesum vóru 10 hiðani í sóknini.
Fýra av teimum vóru brøður, so
hetta var svár tíð fyri plássið her.
Eg minnist, hvussu tungt hetta
heystið var at koma ígjøgnum, tí
sorgin hevði lagt seg sum eitt
teppi yvir bygdina. Her í bygdini
vóru mammur, pápar, konur,
gentur, børn og systkin rakt. Ja,
øll bygdin var nívd av sorg.
Eg minnist, at jólini vóru
týðiliga merkt av sorgini, tí
plássið í heiminum var blivið
tómt, og stólurin við jólaborðið
stóð tómur eftir hann, sum ikki
kom heimaftur.
Eisini minnist eg, at hesi jólini
sum onnur jól blivu jólaheilsur
sendar úr Danmark. Millum hesi,
sum sendu, var ein ungur
drongur úr Kvívík, sum sendi
jólaheilsur heim til sína familju
og kenningar. Men hann gloymdi
ikki tey mongu, ið vóru rakt av
sorgartilburðinum. Hann endaði
jólaheilsanina við tveimum
versum úr einum jólasálmi:
Ei brim við strond, ei ísur í skor
Kann Jesusi forða vegin.
Hann stígur inn fyri
fátæksmansborð,
Hvar lítil er jólagleðin.
Og Jesus fer í smáttuna inn,
Blíð orð hann til gomul talar.
Hann klappar bleiku barnakinn,
Av himli tá gleðin dalar.
Góð og lívgandi orð til øll, sum
vóru nívd av sakninum eftir
sínum kæru.
Tað verður ofta tikið til, at
tíðin lekir øll sár. Men eg vil siga
tað á ein annan hátt: Harrin vil
hjálpa okkum at lekja tey sár,
sum vit fáa gjøgnum lívið á ein
slíkan og vísan hátt, at merkið
eftir sárið verður standandi. Vit
hava øll gott av at steðga á og
verða ámint til dømis við ein
minnisvarða, men eisini gjøgnum
Guds orð, sum sigur okkum, at
tað er eitt lív aftaná hetta lívið.
Í Amos 4.kap., 12. vers
stendur: “Ger teg til reiðar at
møta Gudi tínum.” Ein áheitan til
okkum øll.
Eg vil vegna mína heimbygd
Kvívík bera reiðarínum og Aksel
Hansen eina hjartans tøkk fyri
tykkara djúpu og inniligu
samkenslu, sum tit vísa okkum
øllum á hesum staði við hesum
sigandi og sermerkta
minnisvarða.
Má Harrin vælsigna tykkara
virki og má Harrin verða við
okkum øllum. Takk fyri.
Joakim hevði ongan
hug at fara avstað
Vit hava eisini tosað við onnur
avvarðandi og hava fingið okkurt
íkast afturat til hesa søgu. Eitt
er um kokkin Joakim Hansen úr
Hósvík. Hann og konan Anna
áttu seks børn, og hon skuldi
innan stutta tíð eiga sjeynda
barnið. Afturat hesum livdi hon
ikki væl. Kim vildi vera heima
hjá konuni og hevði tí ongan hug
at fara avstað hendan túrin. Men
tað var bara hopleyst at fáa
nakran annan kokk. Kim bað
onkran fara fyri seg, men hetta lá
heldur ikki fyri. Afturat hesum
hevði Kim havt onkran dreym,
sum gav honum ring ánilsi.
Hann hevði eini serlig evni at
síggja nær fólk doyðu. Hesi evni
hevði hann ikki frá fremmandum.
Systir hansara Petrea hevði eisini
líknandi evni og hevur verið
greitt frá hesum í FFblaðnum í
2005. Joakim fer tískil avstað,
og tað gekk sum tað gekk.
Anna verður innløgd á
hospitalið, áðrenn hon skuldi
Tey mistu við Stellu Argus
Í blaðnum í gjár høvdu vit fyrra part av frásøgn frá minningarhaldinum fyri teir, sum fórust
við Stellu Argus. Nú hava vit seinna partin, og er hetta frásøgn frá teimum avvarðandi. Nú vit
hava minningardag fyri teimum sjólátnu í dag, kunnu hesar greinir eisini roknast fyri at vera
til minnis um allar teir av okkara sjómonnum, sum eru farnir í teirra virki á sjónum
Jens Kannuberg talar vegna tey avvarðandi. Hann misti ein beiggja
➔