Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VARPIÐ Fríggjadagur 2. november 2007 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› Kanal4 • Týsdagin kl. 21.00 QTV: Lidt lesbisk er man vel Altid Hvørt ár eru í Danmark á leið 300 kvinnur, sum fara í skrásett parlag við aðrari kvinnu. Og enn fleiri kvinnur eksperimentera við báðum kynum, eins og tær eru forelskaðar í bæði mann- og konufólki. 3+ • Hósdagin kl. 18.00 UEFA Cup: AaB-Anderlecht Viasat Sport hevur keypt sær rættindini at senda frá UEFA-Cup kappingini. Hósdagin eigur AaB heimadyst móti belgiska Anderlecht, og møguliga verður hetta eisini við føroyingum á vøllinum. Í hópinumk hjá AaB eru jú Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen. TV3 • Sunnudagin kl 23.55 The People vs Larry Flynt Sex, drugs and rocknroll. Pornokongurin Larry Flynt hevur meira enn nakar argað amerikanska borgaraskapin. Hann stevndi valdsmiklasta statinum í heiminum, og hann vann. Støðugt helt hann fast um, at hann bert vildi forvinna pening, samstundis sum hann stuttleikaði sær. Filmurin sigur søguna um mannin handan Hustler, sum provokeraði mest sum allan vesturheimin.